Málslig ráðgeving

Nr. 44, november 1996, 10. árg.

Nr. 44, november 1996, 10. árg.

NÚ - ENN
Mangur man spyrja seg sjálvan, hví málrøktin í summum førum tykist hava borið so lítlan ávøkst. Ein orsøkin man vera, at annað mál, ið sett er okkara máli undir lið, hevur otað seg so djúpt inn í hug okkara, at orð og orðafelli úr tí málinum mangan koma framfyri, áðrenn funnið verður á samsvarandi føroysk orð. Til dømis at nevna er enn íðuliga at hoyra menn siga eitt nú "upp á núverandi tíðspunkt" heldur enn snøgt og greitt at siga , ella í løtuni, um tørvur er á at siga tað longri. Sum annað dømi kann verða nevnt, at vanliga hoyrist sagt hitt mishátta "stadigvekk" í staðin fyri enn ella framvegis. Gott og hent er at duga onnur mál, men tann kunnleiki átti ikki at sviðið til okkara egnu tungu!

RØÐA - STØÐA
Kvennkynsnavnorðið røða ljóðar sum [rø:va] norðan fyri Suðuroyarfjørð, men sum [rø:a] í suðuroyarmáli. Men sagnorðið at røða verður sagt [rø:a] um alt landið. Tað mundi vónandi vera mismæli, tá ið tað hoyrdist sagt [rø:va] fyri stuttum. Á sama hátt ljóðar navnorðið støða sum [stø:a] í suðuroyarmáli, men [stø:va] alla aðrastaðni í landinum. Tó er tað løgna, at ikki so fá norðan fyri Suðuroyarfjørð hoyrast siga hetta vanliga orð eins og suðuroyingar! Onkur vil vera við, at tað upprunaliga er komið av herming eftir suðuroyingum í spurninginum: "Hvussu er støðan"? Men hvussu er og ikki: Málrøkt er eisini at fara sømiliga við bygdamálum okkara og virða eyðkenni teirra.

SAMDUR
Hava tveir verið ósamdir og so semjast, kann annar teirra siga t.d.: "Tað endaði so við, at eg samdist við hann." Og nú vita øll, at hann er samdur við hann. Í báðum førum stendur tann í hvønnfalli, sum ein semst við ella er samdur við. Hóast henda at vísa seg óreingiliga veruleika, er tíverri ikki sjáldan at hoyra - og síggja - tikið til hvørjumfall í tílíkum føri. "Hann er samdur við mær(!)", hoyrdist frá manni, ið ofta tekur til máls fyri øllum fólkinum. Sovorðið átti ikki at verið sagt, tí tað feingir! - Ein helt fyri, at hann var "samdur"! Hann átti at sagt, at hann var samdur við mannin, ella at teir báðir vóru samdir.

RAKA
Maður, ið er kringur við byrsuni, rakar væl. Eisini verður hann sagdur at vera beinrakin. Men nú er alt farið at "raka", t.d. sjúkur og vanlukkur. Ja, skriður kunnu nú eisini vera "beinraknar". Ein skriða "rakti" bygdina, fingu vit at vita á sinni. Hvør mundi medda ella sikta? Hví ikki siga, sum var, at ein skriða leyp oman yvir bygdina!

BLINDA
Tað var ein, sum gramdi seg um, at ein bilur, ið ikki lækkaði ljósini, "blendaði" seg. Hetta er hitt týskættaða danska orðið blænde, ið ikki skuldi verið tørvur á at tikið til, tí vit eiga longu frammanundan orðið at blinda í máli okkara.

SNARLJÓS
Ongar áneyðir áttu at verið hjá tíðindaberum at talað um "torukílar", tá ið allir føroyingar kenna sama fyribrigdi undir navninum snarljós. Ikki snarljósið, men toran slær niður.

BLÁSA
Hetta vanliga sagnorð er eitt sindur blandað í bending. Áður var tað sterkt bent, men nú er tað helvt um helvt: Sterkt bent í nútíð og veikt bent í tátíð: Hann blæsur, men hann blásti. Í fleirtali í nútíð: Teir blása. Ikki er sørt, at onkur er farin at fløkja danskt uppí og sigur "blæsa" í staðin fyri at blása. Í donskum er orðsniðið blæse - blæste í tátíðini. Men hetta heimilar okkum ikki at siga - og enn minni skriva - "blæsa"! Í føroyskum er orðið enn sum fyrr blása!

MANS
Í huganum á mongum er hetta fleirtalssnið av orðinum maður og tí frítt at nýta í blandi við fleirtalssniðið menn. Men so er ikki. Hetta er av sonnum hvørsfalssnið í eintali og kann bert verða nýtt í sambandi við talorð og onnur mongdarorð, sum eitt nú fimm mans og nógvir mans. Men kemur t.d. lýsingarorð framman fyri, er einki annað val enn at hava orðið í fleirtali. Tí var tað óbeint, tá ið maðurin segði: "Tveir gamlir mans(!)". Tað sigst ikki øðrvísi enn: "Tveir gamlir menn."

FORSETI - FORSÆTISRÁÐHARRI
Vert er at ansa eftir ikki at lata hesi bæði "líku" orðini koma í bland. Tað eru tey, ið hava lyndi til at siga "forsetisráðharri", helst av tí at orðið forseti blandast uppí í huganum. Men hetta er óbeint, uttan so at tað er suðuroyingur, ið talar!

HJÁSETI
Í sambandi við bankakanningarnar verða stundum nevndir "hjásitar", ið man vera roynd at týða hitt danska løgfrøðiorðið bisidder. Men í tílíkum føri er hent at hava sær til fyrimyndar orð, sum fyri eru í málinum, eitt nú orðið forseti. Tað lærir okkum, at tann, ið 'situr hjá', væl fær itið hjáseti, men neyvan "hjásiti".

FLÓTTI
Hetta orðið merkir 'tað at flýggja', men fleiri eru í síðstuni farin at nýta tað við merkingini 'flóttamaður, flóttafólk'. Tann nýtsla hevur onga heimild í máli okkara, hvørki gomlum ella nýggjum.

INN - INNAR
Í tíðindum varð sagt frá, at fólk høvdu leitað sær "innar" í eina kirkju. Innar er hjáorðið inn í miðstigi, og merkingin er 'longri inn', so at skilja, at tú mást longu vera inni, t.d. í forstovuni, áðrenn tú kanst fara innar. Í áðurnevndu tíðindum áttu fólkini tí at leita sær inn í kirkjuna. Úr forkirkjuni kundu tey so farið innar.

"SJÁLVSTÝRANDI ØKI"
Norðurlandaráðið er so smátøkið, at tað vil ikki unna landi okkara landsnavn, sum tað hevur havt frá landnámi; men hóast mótmælini ikki hava trotið ígjøgnum árini, heldur tað fast við at kalla okkum við hinum einkisliga heitinum "selvstyrende område". Somu viðferð fáa Grønland(!) og Áland. Tað mátti verið ov góð æra, at føroyskir fjølmiðlar tugdu hetta ónevni upp eftir Norðurlandaráðnum. Tá ið mótmælini einki muntu, áttu vit at látist sum einki og tagt hetta mannminkandi heiti burtur! Løgið, at danir lata sær hetta lynda, tí teir hava í danska tekstinum í heimastýrislógini viðurkent, at eitt er, ið eitur "landsstyre"!

UPPSJÓVARFISKUR
Nú verður nógv talað og skrivað um "pelagiskan" fisk, sum stórar ætlanir eru um at virka her á landi. Hetta fremmanda orð er leitt av hinum grikska orðinum pelagos, ið merkir 'hav', serstakliga 'úthav'. Onkur heldur tað vera løgið at taka tað serliga fram, at fiskurin er úr sjónum, tí haðan kemur tað nógva av tí, vit veiða, men í nútíðarmálum verður orðið mest nýtt um fisk, sum gongur uppi í sjónum, helst um sild og makrel. Orðafar skjýtur upp, at vit nevna tílíkan fisk uppsjóvarfisk.

STØÐ
Kvennkynsorðið støð eitur í hvørsfalli eintali støðar. Tí eitur ein nevnd, ið skal standa fyri eini miðstøð miðstøðarnevnd og ikki "miðstaðarnevnd", sum ljóðað hevur. Orðafar mælir til at fáa hetta á beint ongantíð ov tíðliga.

TELDUPOSTUR
Mint verður á, at tað, sum á enskum nevnist electronic mail, stytt e-mail, á føroyskum hevur fingið heitið teldupostur (við ongari stytting), og at merkið @, sum verður nýtt, tá ið teldupostur verður sendur, eitur trant-a.

HJÁRÁS
Nú ið Jeltsin russaforseti varð lagdur undir hjartaskurð, hevur verið mikið røtt um ta "bypass"-skurðatgerð, ið neyðugt var at fremja. Hetta er so at skilja, at blóðinum verður løgd nýggj rás hjá (ella fram við) teirri æðr, ið er nærum tipt. Hugsandi kundi hetta itið hjárás á okkara máli og atgerðin tá eitt nú hjárásarskurður. Onkur hevur kanska betri uppskot!?

BOÐSHÁTTUR
Tá ið upplesari er mismæltur og rættar seg, sigur hann ofta "orsaka". Tá ið nú ein fjøld av fólkinum í landinum lýðir á, hevði verið líkari at tikið til boðsháttin í fleirtali og sagt orsakið! Vert er at sláa á allar teir streingir, ið okkara fagra mál hevur í boði!

FYRNA
Í løgfrøðimáli verður sagt, at mál fyrnist, ið er vorðið ov gamalt, í tátíð fyrntist, sagt [fintist]. Navnorðið er fyrning, eitt nú í orðinum fyrningartíð. Tað er at minnast til, at í hesum orðum verður -rn- sagt [dn]. Tað er eisini at vænta, tí skyldskapur er við lýsingarorðið fornur 'gamal'. Ikki er at lata hetta koma í fløkju við sagnorðið firnast 'smæðast'; í tí orðinum ljóðar -rn- [rn].

LOK
"løb"
® (byrsu)pípa
"kolba"
® (byrsu)brók
"bakdeilur"
® vansi
"behov"
® tørvur
"telt"
® tjald
"fiskaolja"
® lýsi
"burdi"
® átti
"plussiliga"
® knappliga, brádliga
"fasilitetir"
® hentleikar
"begrensningur"
® avmarkan
"kjarna"
® kjarni
"íslendari"
® íslendingur
"grønlendari"
® grønlendingur