Málslig ráðgeving

Nr. 43, mars 1996, 10. árg.

Nr. 43, mars 1996, 10. árg.

HJÚNASKILNAÐUR
Hjún er hvørkikynsorð. Tvey, ið eru gift, eru eini hjún. Hjún er so statt fleirtalsorð. Fyrri liður í orðinum her omanfyri stendur tí í hvørsfalli í fleirtali. Tað fallið endar altíð við -a, aldri við -ar. Tí er tað málvilla at skriva "hjúnarskilnaður", sum ofta og tíðum er at síggja í summum bløðum. Eitt blað plagdi í lýsingum at skriva "hjúnarband". Ein høvisk áheitan hevði til úrslits, at tað sást aldri aftur, men nú stendur altíð orðið stavsett hjúnaband, sum tað eigur.

DØTUR
Soleiðis eitur dóttir í hvør- og hvønnfalli í fleirtali og ikki "døtrar", sum tíðum hoyrist sagt og stundum sæst skrivað. Hetta skeiva fleirtalssnið man vera íkomið av árini frá systrar, ið er systir í fleirtali. Gamla fleirtalssniðið var systur, t.d. tvær systur. Tíðin er nú farin frá hesari bending, men enn man vera ov tíðliga at lata døturnar fara sama veg! Tey eiga tvær døtur - ikki "døtrar"!

UM REPPIÐ
Noreg "var um reppið" at vinna dystin, ljóðaði. Hetta er ikki regluliga tikið til orða. Heldur átti at verið sagt: Tað var um reppið, at Noreg vann dystin.

LEYPÁR
Soleiðis eitur árið í ár á føroyskum. Fleiri siga "skotár", og onkur setur tað eisini á prent. Leypár er orðið. Tað er vert at hava í huga um hetta mundið ár 2000!

FÓÐRA
Í kuldanum, sum var herfyri, varð nógv talað um seyðin, og hvussu honum visti við. Í heilum høvdu menn á orði um at "fóðra" seyðin. Í vanligum føroyskum málbrúki hevur verið sagt at geva seyði. At fóðra eina kúgv er at hava ársfóður til hennara, men dag um dag gevur tú henni ella leggur fyri hana. Eisini tala menn um at "fóðra" alifisk um tað at lata hann fáa hvørja ferð. Við fyrimynd í gomlum málbrúki áttu menn eisini at kunnað sagt at geva fiskinum!

101 BARN
Í stórari yvirskrift í einum blaðnum stóð: "101 børn fødd higartil í ár." Hetta er ikki í samsvari við natúrliga málnýtslu. Seinasta talið 1 - eitt - eigur at ráða fyri framhaldinum, og tí átti yvirskriftin at verið: "101 barn føtt higartil í ár". Løgið? Men mál er ikki støddfrøði!

HASSAN KONGUR
Í einum tíðindum frættist um eitthvørt, ið "kong Hassan" hevði gjørt ella sagt. Í føroyskum er siður at nevna titlar og starvsheiti aftan á navnið sjálvt. Mundi nakar føroyingur fingið seg til at kvøðið um "kong Ólav" til dømis? Nei - "Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum", og orðtakið sigur: "Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann."

FYRILITSLEYSUR
Eitt óregluliga samansett orð, sum við hvørt er at hoyra, er "fyrilitarleysur", og vera kann, at tað eisini sæst á prenti. Fyrilit er hvørkikynsorð, og tí er regluligt hvørsfalssnið fyrilits. Tí kemur av sær sjálvum, at tann, ið ikki hevur fyrilit, er fyrilitsleysur.

SAMDØGUR
Summi teirra, ið bera okkum tíðindi, nýtajavnan hitt óføroyska orðið "døgn". Hitt rætta føroyska orðið er samdøgur. "Døgntænasta" t.d. átti tí at itið samdøgurstænasta.

ROYKKÁPA
Henda útbúnaðin, ið er vanligur at hava yvir komfýrum til at súgva út hjara, guvu og annan ringan royk, kalla summi "eymhettu", hitt danska orðið emhætte ikki serliga heppiliga "týtt". Onkrum datt á sinni í hug, at hesin útbúnaður var ikki ólíkur tí, sum fyrr varð havt yvir fýrstaðnum ella smiðjualvinum og nevndist roykkápa, stutt sagt kápa. Skotið varð upp at nýta hetta gamla orð um henda nýggja lut, tí so nógv bar saman teirra millum. Tað studdi eisini uppundir, at tað á svenskum eitur spiskåpa (spis = komfýrur).

KLUBBI
Soleiðis hava vit í meir enn øld endurgivið hitt enska orðið club í merkingini felagsskapur. Havnar klubbi hevur ár á baki, og víða um landið eru klubbar av ymsum slag. Orðið er veikt bent kallkynsorð: klubbi í hvørfalli, klubba í hinum føllunum í eintali. Nú hevur stungist upp eitt nýtt snið av orðinum: "klubbur", men óvissa er um bendingina. Hoyrst hevur, at sami maður hevur sniðið "klubbur" í hvørfalli, men "klubba" í hinum føllunum í eintali. Hetta skuldi verið óneyðugt bland. Hví ikki lata orðið bara vera klubbi, sum tað hevur verið so leingi! Tað er bæði lætt og viðførligt í framburði og bending.

BULALD
Spurt hevur verið um føroyskt navn á tí konufólkaplaggi, sum á enskum eitur body stocking t.e. "kropssokkur" beinleiðis týtt. Meiningin man vera tann, at tað situr eins snøgt um kroppin og sokkurin um beinið. Tað, sum hetta plagg fjalir, er sjálvur bulurin, knept er tað fyri niðan. Leggald er hosa ella sokkur við ongari il. Tað orðið er komið til heiðurs og æru aftur hjá gentum, ið íðka fimleik. Tey søgdu "beinvarmarar" (d. benvarmer), men gamlar skilakonur vístu á, at hetta vóru leggøld og einki annað. Hvat kundi so body stocking itið á føroyskum? Avleiðsluendingin av leggaldinum varð skoytt aftan í stovnin á bulinum, og burturúr varð bulald! Tað mundi tykjast margháttligt í fyrstuni, men tað eru tær, sum longu hava vant seg við tað, og summar halda tað vera snøgt navn á snøggum plaggi!

MÚS, LÚS o.o.
Í stubbanum um gás í seinasta Orðafari varð lovað at hyggja betur at nøkrum orðum, sum javnan verða óbeint viðfarin í bundnum sniði í hvørjumfalli fleirtali. Her skal verða víst á, hvussu orðini mús, lús, dyr, ær og haga sær í nevnda falli. Tey verða her roknað upp í hesum føllum: hvørfalli (og hvønnfalli) í fleirtali óbundnum og bundnum og hvørjumfalli í fleirtali óbundnum og bundnum: mús, mýsnar, músum, músunum (ikki "mýsnum"); lýs, lýsnar, lúsum, lúsunum (ikki "lýsnum"); dyr, dyrnar, durum, durunum (ikki "dyrnum"); ær, ærnar, óm, ónum (ikki "ærnum"); tær, tærnar, tóm (ella táum ), tónum (ella táunum) (ikki "tærnum").

"BURDI"
Løgið er, so seigir menn - hóast endurtiknar áminningar - enn skulu vera á hesum einkisliga óføroyska orði, sum ongan eigur sær navnháttin, ei heldur nakað sniðið í nútíðini. Í staðin fyri t.d. "Hann "burdi" verið flongdur" átti at verið sagt: "Hann átti at verið flongdur".

RÆTTUR
Hetta orðið eitur rættar í hvørsfalli og ikki "ræts", ið vanliga kemur fyri bæði í talu og skrift. Tað eigur soleiðis at vera rættarsalur, rættarmál, rættartrygd o.s.fr. og ikki "ræts-".

ORÐAFELLI
Lætt er, at orðafelli skeiklast av lagi, verður ikki nóg væl gáað eftir, ella vantar kunnleiki um tær umstøður, sum orðafellið er sprottið úr. Nakað herfyri hoyrdist tikið til um onkun, sum "sat sum ryssa yvir deyðum fyli". Her var ikki serliga beinrakið tikið til orða. Orðafellið ljóðar, tá ið rætt er: "Stendur sum ryssa uppi yvir deyðum fyli", sagt um ein, ið er ráðaleysur og nipin.

TESS
Hetta er hvørsfall í eintali í kallkyni og hvørkikyni av ávísingarfornavninum tann, tað. Tí er setningur sum "serbar og tess russisku sameindu" alvegis ómálsligur. Serbar er orð í fleirtali, tí skal fornavnið eisini vera í fleirtali, og setningurin eigur at ljóða: "Serbar og teirra russisku sameindu". Annað dømi: "Hann harmaði tey og avvarðandi tess" - eigur at vera teirra!

GRØV
Grøv er í fleirtali gravir. Tað er óregluligt at siga "grøvir". Somuleiðis eitur orsøk í fleirtali orsakir.

TOMBA
Tomba er tann seiga seilin í kjaftvikanum á fiski. Tað stendur væl í, tá ið húkurin stendur í tombuni. Av hesum sæst, at tomba er veikt bent kvennkynsorð - tombu í hvønn-, hvørjum- og hvørsfalli í eintali.

TÚSUND
Í nútíðarføroyskum er túsund ikki kvennkynsorð longur, men hvørkikynsorð. Tí er ikki rættmæli at siga t.d. hundrað og "tvær" túsund krónur. Tað beina er hundrað og tvey túsund krónur. Tað eru túsundini, vit her telja, og ikki krónurnar.

EINTAL - FLEIRTAL
Er grundliður í eintali, eigur umsøgnin at vera hareftir - í eintali. Tí er heldur enn ikki margháttligt at hoyra frásagt, at løgreglan "fingu" fatur á tjóvinum. Tó at løgreglumenninir eru fleiri, er løgreglan ein, og tí skal sagnorðið eisini vera í eintali: Løgreglan fekk fatur á tjóvinum. Á sama hátt frættist, at Driv "spæla" til dans. Driv er eittans málsliga, tó at limirnir eru fleiri, og tí skal sagnorðið vera í eintali. Annað er um t.d. Frændur. Hetta fleirtalsheitið kallar á sagnorðið í fleirtali.

LOK
"spísirør"
® vælindi
"luftrør"
® barki
"gani"
® gómi
"hjerni"
® heili
"muskul"
® vøddi
"hofta"
® mjødn
"betendilsi"
® bruni
"fordoyilsi"
® sodning, melting
"áraknútur"
® æðraknútur
"forkálkningur"
® kálking
"stoffskifti"
® evnaskifti, evnisskifti
"behov"
® tørvur
"yvirnátta"
® liggja nátt, gista
"stimi"
® torva (t.d. sildatorva)