Nr. 41, desember 1995, 9. árg.
Nr. 41, desember 1995, 9. árg.
"UMSETILIGAR" KVOTUR - "UMSETILIGHEIT"
At umseta hevur til fyri stuttum ikki merkt annað enn at 'týða', t.e. flyta tekst úr einum máli í annað. Fyri tað at danir siga um fiskakvotur, at tær eru "omsættelige", t.e. 'til sølu' ella 'seljandi', hava vit ikki heimild til at brongla eitt føroyskt orð við fastari merking av lagi, bara tí at tað á skræðuni líkist hesum danska. Hví ikki nevna hesar kvotur t.d. handilskvotur, sum longu hevur verið gjørt, ella sølukvotur? Og so verður seint og tíðliga jabbað um "umsetiligheit".
Í Varðanum 9. bd, bls. 56 skrivar Chr. Matras um orðið stinni í yrkingini "Nú er tann stundin komin til handa" eftir Jóannes Patursson (1888) m.a.:
|
"Eingin kann annað enn síggja orðið stinni í útsýni bæði aftur í fornmálið og fram í tíðina, har føroysk tunga fekk aftur sítt fynduga mæli, aftan á at niðurtýsk spilla og føroysk ómegd vórðu riknar á dyr. Her sýnir Jóannes gamlar og við tí nýggjar vegir til aftur at fetta okkara tungu. Hetta er hansara málsliga bragd. Tann málsliga ómegdin, sum hevði endingina -ligheit til hala, er mánað niður í klettin." |
Gævi, at onkur dugdi so frægt sum at mána "umsetiligheitina" so djúpt niður í helluna á Tinganesi, at hon ongantíð fekk høvdið uppundan aftur!
Eyðkent fyri føroyskt er, at tað kann bjarga sær við sagnorðum, har ið navnorð tróta, so als eingin tørvur er á hasum orðskrímslinum.
"MLV"
Styttingafarsóttin ger nógv um seg í nútíðarmálum, og vit taka eftir í stórum. Siður er hjá fjølmiðlafólki aðrastaðni, tá ið serkønir hóreiggja sær við sínum fínu serorðum og styttingum, at spyrja vegna lurtarafjøldina, hvat ið meint er við, men so er sjáldan hjá okkum. Leingi var at hoyra hin gátuføra enska styttingin TAC "total allowed catch". Hetta er so um síðir týtt til føroyskt, men í staðin fyri at nevna tað eitt nú hámarksveiði hava teir týtt tað orð fyri orð (skeivt) "mest loyvda veiða" og stytta tað síðan í sama andadrátti til "MLV". Hví vera so trælbundin av tí fremmanda, í hesum føri enska? Sum tað er umsett, er mest hjáorð til loyvda. Tað rætta var mesta loyvda veiða, tí einki kann vera meir ella minni "loyvt", øðrvísi sagt: "Mesta veiða, ið loyvd er". Spell er, at tílík heiti verða ikki gjølla umhugsað, áðrenn tey verða slept út millum manna. Tá ið tað, sum rangt er, verður endurtikið nóg ofta, venst fólk við tað og sær at enda einki undarligt í tí.
LÍNA
Gomul orðafelli eru nú í stórum vanda fyri at verða avlagað meira og minni. Ein orsøkin er helst tann, at tann veruleiki, sum orðafellini eru sprottin úr, stendur okkum nútíðarfólki ikki longur so greiður fyri hugans sjón. Nú eru tey fleiri, ið eru farin at siga um tey, ið samsint eru, at tey "draga somu línu". Ikki er hetta í samsvari við gamalt orðafar. Tað æt - og eitur enn - at draga eina línu.
NAGGATÓDN
Sama er við orðinum naggatódn, sum skrivað varð um í Orðafari 9. Av tí at enn verður orðafellið, sum tað kemur fyri í, tíðum skeivt nýtt, skal her verða endurtikið brot úr tí greinarstubba:
Ofta verður talað og skrivað um at "koma burtur úr naggatódnini, vit eru komin í". Hetta er skeivt tiltikið. Tá ið tey tøvdu, og plaggið vildi ikki tódna, søgdu tey, at naggatódn var komin í, og tað galt um at fáa naggatódnina úr aftur. Orðatiltakið er tí eitt nú naggatódn er komin í; vit mega royna at fáa naggatódnina úr aftur (ikki "koma burtur úr naggatódnini").
"NIÐUR Á BAKKA"
Hóast ávaringar í Orðafari 37 hoyrist henda mishátta og høpisleysa máliska enn so javnan. Mint verður einaferð enn á, at hon ongan heimarætt eigur í røktum føroyskum máli, og víst verður áhugaðum á stubban við sama navni í nevnda Orðafari.
FULL SÓL
Tað átti at verið alkunnugt, at full sól er tað sama sum fullmáni. Tí mundi onkur hava hug at mírast, ið hoyrdi mannin siga: Fyrrapartin verður full sól. Hon reis kl. 8.28 og setur kl. 15.54!
"HELD"
"Heldið" í honum, varð sagt um mann, ið lukkan hevði verið til vildar. Ikki hevur hetta verið hildið vera gott føroyskt orð. Hetta er danskt orð, ið runnið er av hinum fornnorrøna kvennkynsorðinum heill, ið er varðveitt í íslendskum, men ikki í føroyskum. Men vit eru ikki í orðaneyð fyri tað. Vit eiga orð sum hepni og lýsingarorðið heppin.
"VINSTRA"
Danskur partaflokkur eitur Venstre. Í føroyskum tíðindum verður hann ofta róptur "Vinstra" í øllum føllum. Hesum er lítið skil í. Hjá okkum er orðið flokkur undirskilt. Tí átti rætta heitið at verið Vinstri í hvørfalli og Vinstra í øllum hinum føllunum.
"BRENT BARN"
Tað var sum at fara um ánna eftir vatni, tá ið maðurin tók nakað soleiðis til fyri stuttum: "Brent barn skýggjar eldin, sigur danskt orðatak". Ikki tørvaði at fara longri enn til størra orðtakasavnið eftir Hammershaimb (Savn bls. 156). Har stendur sum orðtak nr. 35: "Brent barn ræðist eldin." Aftur eitt dømi um firringina: Nú er eingin eldur longur hjá børnum at ræðast. Tí er vandi fyri, at hitt fremmanda orðtakið liggur nærri við at taka til heldur enn hitt føroyska.
"TOPPSKORARI"
Myndir úr ítróttamáli verða íðuliga nýttar á øðrum økjum. Tað frættist í heilum um, at nú er "bólturin" í landsstýrinum, so er hann í tinginum, og so hjá donsku stjórnini. Og ein, sum fekk flestar atkvøður á sínum lista seinasta løgtingsval, var einki minni enn "toppskorari".
"POLITIKARALETI"
Nú er tað nakað síðan, at tey margháttligu tíðindi spurdust, at í Amerika var eisini hetta fyribrigdið, sum nevndist "politikaraleti", farið at gera um seg. Aftan á fyrsta hvøkkin sansaði tú, at her spøkti eitt danskt orð í "føroyskaðum" hami: politikerlede! Danskt lede og føroyskt leti skuldi verið hvørt sítt! Samsvarandi føroyska orðið er leiði, óbent kvennkynsorð.
HÝRUR
Hýrur er og verður kallkynsorð. Hvørkikynsorð sum "hýr" er ikki til. Tí átti tað at pínt óspilt føroyskt máloyra, tá ið onkur segðist vera komin í gott "hýr"! Eisini hoyrist um tey, ið eru komin í gott "hýri". Tað er eisini skeivt. Man tað ikki vera fremmanda hvørkikynsorðið "humør", ið liggur í buktini!
HÁTTUR, TÁTTUR
Í hvør- og hvønnfalli flt. hava hesi bæði orð sniðini hættir og tættir. Mong eru tey, sum hava hvørjumfalssniðini "hættum" og "tættum", men tey eiga av røttum at vera háttum og táttum.
LITAVA
Hetta er tað navn, sum hitt syðsta av Baltalondum eftir kønari leiðbeining hevur fingið á føroyskum máli. Tað er navnasniðið, sum Heimsatlasið nýtir, og er so statt eisini alment viðurkent. Vert er at geva gætur, at herðingin er fremst á, og at a í øðrum stavilsi er stutt. Navnið er soleiðis ljóðskrivað: ['li:tava]. Litavi ['li:tavi], flt. litavar er íbúgvaheitið, og lýsingarorðið er litavskur ['li:tavskur]. Í øllum orðunum skal herðingin sum nevnt vera á fyrsta stavilsi!
BUMBUBRESTUR
Tað varð sagt herfyri, at amerikanar "brustu" atombumbuna yvir Hiroshima á sinni. At bresta eru tvinnanda orð. Annað sterkt bent (brestur, brast, brustu, brostið), ið ikki tekur ávirki (bløðran brast, bløðrurnar brustu), og hitt veikt bent (brestir, bresti, brest), ið tekur ávirki (hann brestir bløðruna, hann bresti bløðruna, hann hevur brest bløðruna). Hesi dømini sýna, hvussu skeivt maðurin málbar seg, ið segði, at teir "brustu" atombumbuna. Annars er orðið bresta í veikara lagi til hetta brúk. Mundi ikki spreingja hóskað betur til so grova løðing!
TOLLFRÍUR
Tað er góð og algild regla, sum eisini er væl og leingi tugd, at ll framman fyri hjáljóð (uttan h framman fyri sjálvljóð) ljóðar ikki sum [dl], men heldur sum [ll]. Tí fær ikki verið beint at siga fyrra lið á orðinum tollfríur sum [todl-]. Rætti framburðurin er [toll]fríur.
GRAVA
Tey eru fleiri enn færri, ið eru farin at benda hetta orð veikt: gravar, gravaði. Hetta man eyðvitað vera eftir donskum fyridømi. Men bæriligari tykir hin gamla sterka bendingin, sum vónandi eisini er hin vanligara enn, ið hvussu er hjá tilkomnum fólki: grevur, gróv, gróvu, grivið. Mælt verður øllum fjølmiðlum til at nýta hesa bending.
NÆRINDIS
Hetta er fyriseting, ið stýrir hvørjumfalli. Tí er óbeint at siga ella skriva "nærindis markið", sum nýliga kom fyri. Hitt beina er nærindis markinum.
"KLATTRA"
At "klattra" eitur einki á føroyskum. Heldur at klintrast ella klíva.
LIÐUGUR
Hetta orðið hevur trý stavilsi: lið-ug-ur, og tey eiga øll at hoyrast, eisini í skjótari talu. Summi hava tikið upp tann ósið at gloypa miðstavilsinum og siga bara [li:vur]. Mælt verður frá tí.
"UNDIR"
"Undir" fundinum er ikki rætt mál, heldur á fundinum, heldur ikki "undir" ódnarveðrinum, men í ódnarveðrinum.
FÍNT SKAL TAÐ VERA!
Summi skulu altíð vísa kunnleika sín í fínum fremmandaorðum, sum ein fjøld valla skilur, sum t.d. tann, ið nevndi okkurt um eitt "multietniskt" land. Mundi ikki borið til at nevna tað eitt fjøltjóðaland?
"YVIRVEYA"
Skal maður nú verða tikin fyri fult, "yvirveyar" hann. At hugsa um er helst ikki nóg fínt!
"FORVÆNTNINGAR"
Tað er íðuliga at hoyra fólk tala um tær ella teir "forvæntningar", sum tey hava ella ikki. Hvat er farið at bila vónunum?