Málslig ráðgeving

Nr. 40, februar 1995, 9. árg.

Nr. 40, februar 1995, 9. árg.

YGGDRASIL
Soleiðis æt askurin, sum eftir tí, ið forfedrar okkara trúðu, stóð í miðjum heimi og við rótum sínum og greinum helt alheiminum saman. Nógv var honum at meini, teirra millum ormurin Níðhøggur, sum fjaldur niðri í moldini lá og gnagaði røtur hansara. Fornnorrøna navnið er Yggdrasill, samansett orð í tveimum liðum: Ygg+drasill. Yggr 'hin øgiligi' var eitt av teim mongu heitum Óðins, og drasill var 'hestur', skylt ísl. drösull, sum mangir føroyingar kenna av vísuni Á Sprengisandi: "Drottin leiði drösulinn minn, / drjúgur verður síðasti áfanginn." Yggdrasill merkir so statt 'Óðins hestur' ella 'gálgi', tí sambært Hávamálum 138. ørindi hekk Óðin níggju nætur í trænum, særdur við spjóti og givin sjálvum sær. Hetta træ er nevnt í drykkjuvísuni góðu, sum Fríðrikur Petersen yrkti ungur: "Ein vínbrunnur var hjá Yggdrasil". Ørindislag og rím ger tað, at navnið verður ikki bent og fær óbeina eykaherðing á "sil". Hetta hevur volt, at vit hava fingið skeiva fatan av, hvussu orðið er bygt. Eykaherðingin eigur tvørturímóti at vera á øðrum stavilsi -dras- (a hevur langan framburð sum í t.d. gras) og endingin -il skal vera herðingarveik. Kallkynsorð er. Bendingar- og herðingarviðurskifti áttu tískil at verið sum eitt nú í orðinum moldbøkil - Yggdrasli í hvørjumfalli!

VÍSMENN
Orð eins og gjaldoyra kunnu verða fyri virðisminkan. Tá ið danir fyri mongum árum síðan settu nevnd av búskaparfrøðingum, ið skuldi ætla um mál, ið teir vóru serfróðir um, vórðu teir mest sum í spølni skírdir "vismænd" (vísmenn). Navnið fataði, og enn verða teir soleiðis nevndir (um tað er vorðið alment heiti nú, vita vit ikki). Men fyri tað eru ikki áneyðir hjá okkum at kalla teir "vísmenn", tá ið tíðindi verða søgd frá tilmælum teirra og ráðum. Ein teirra skal enntá vera "yvirvísmaður", ljóðar. At vera vísur er eftir okkara tykki annað og meira. Okkum kemur til hugs ein, ið gjøgnum langar royndir hevur vunnið sær djúpari innlit í tilverunnar spurningar. Talað verður um lívsvísdóm. Nú á trettanda hava vit aftur hoyrt søguna gomlu um vísmenninar tríggjar úr Eysturlondum. Er tað ikki at spilla fyri orðinum at nýta tað um menn, sum meta um krónur og oyru, sum eyðvitað eru týðandi mál, men á einum øðrum virðisstigi. Hví ikki lata teir vera tað, sum teir í royndum eru, búskaparfrøðingar í eini búskaparnevnd?

FREMSTIFINGUR
Soleiðis eitur hann, og tað verður hann eitandi, fingurin millum tummil og longutong, sama hvussu ofta og hvussu leingi menn eyknevna hann "peikifingur". Ber ikki til at hava fremstafingur áminnandi á lofti eins væl og hitt? Tað roynir so Orðafar einaferð enn við hesum fáu orðum! Meira um fingranøvn í Orðafari 2.

MAGI
Soleiðis eitur fyrsta støðin hjá matinum á hini longu meltingarleiðini. Ikki skuldu verið áneyðir at hermt eftir donskum og kalla hann "magasekk", sum ein var áhaldsin at siga herfyri.

STØÐA
"Hvussu er støðan [stø:an]?" hoyrist íðuliga sagt av teimum, ið annars ikki tosa suðuroyarmál. Natúrligur framburður norðan fyri Suðuroyarfjørð er [stø:van] og einki annað. Hvussu hesin óregluligi framburður er íkomin, er ilt at siga. Kanska fyrst í skemti sum herming?

VEL
Ikki er tað heppiliga til orða tikið at siga, at flogfar hevur "hala", sum ljóðaði nú fyri stuttum. Flestum føroyingum man tykja sjálvandi, at flogfar hevur vel sum fuglur, eins og tað hevur veingir. Hví skuldi tað so ikki eisini kunnað havt nev, tó at tað er í kubbutara lagi, so at tað hevði nevhjól í staðin fyri "nasahjól", sum flest siga nú?

FYRIGEVA
Tá ið summi lesa Faðirvár, hava tey lyndi til at herða og toyggja á annan lið í hesum orði í boðshátti: "fyri'geev" í staðin fyri 'fyrigev, sum sjálvsagt átti at verið. Man hetta vera eitt minni um forlad frá teirri ikki so fjaru fortíð, tá ið vit føroyingar lósu "Fadervor"?

RÓMI OG RÓMUR
Rómi og rómur eru hvør sítt. Rómi legst - ella legðist - oman á mjólk, rómur er eitt nú, tá ið menn eru mælskari enn vant. Tí var tað vónandi mismæli, tá ið maður varð spurdur, hvussu hann "upplivdi róman" (fyri rómin), tá ið hann kom til land, har ið alt var á gosi av vunnum fótbóltssigri!

KJALARVØRRUR
Hetta er tann "slóð", ið stutta løtu sæst á sjónum aftan á skipi ella báti á ferð. Eisini verður tað nýtt í myndamáli við merking líkari teirri hjá orðafellinum í hølunum á einumhvørjum. Onkur kallaði hetta "kølivatn" nú ein dagin.

ÓFORMLIGUR
Hetta orð hevur sum flest onnur føroysk orð herðing á fyrsta stavilsi. Eingin sum helst grund er til at leggja herðing á annað stavilsið, sum fleiri hoyrast gera.

ROK, ROKAN OG ROKI
"Í øllum hesum "rokanum"", varð sagt um onkra hending ella framførslu, har ið nógv var um at vera. Helst hevur maðurin ætlað at siga: "Í øllum hesum rokinum" ella "Í allari hesi rokanini". Roki er á einumhvørjum, ið ovfult er. Roki varð t.d. settur oman á torvleyp. Tær longu torvurnar, ið settar vórðu um rokan, vóru rokatorvur. Nú varð hetta alt skrivað í tátíð, tí tílík sjón man valla síggjast longur. Men orðið sigst um annað, t.d. tá ið ein fyllir ov nógv upp á borðiskin.

YNGRI - YNGSTUR
Tveir menn kapprunnu. Annar vann, sum tíðum verður. Tann, ið tapti, bar í bøtuflaka fyri seg: "Skamm fyri, tí hann var tann "yngsti" av okkum báðum." Her mundi fremmant orðalag hava sníkt seg inn hjá honum, ið aftari var, tí soleiðis ber til at siga eitt nú á donskum ella enskum. Á røttum føroyskum hava vit lýsingarorðið í miðstigi í hesum føri. Tí átti hann at sagt, at hin var tann yngri. Vóru teir tríggir ella fleiri, ið kapprunnu, er í besta lagi at siga tann yngsti.

SÚT
Licentia poetica eitur á lærdum máli tað frælsi, ið yrkjarar stundum loyva sær til tess at fáa orð at hóva við ørindislag og rím, skaldaloyvi hevur onkur nevnt tað á føroyskum. Tað kann alt vera gott og væl, men tað kann eisini vera av tí illa og ørkymla málkensluna hjá fólki, serstakliga, um skaldaverkið er tíðum at hoyra í útvarpi. Í eini rímu, sum ein av teim mongu bólkum okkara av og á hevur frammi, er regla, sum ljóðar nakað soleiðis: "... ei ganga við sorg og "súti"", sum ber upp á rím við orðið úti í regluni frammanfyri. Hetta er óheppið, tí hitt heldur sjáldsama orðið sút er sterkt bent kvennkynsorð og er tí endingarleyst í øllum føllum uttan hvørsfalli, ið endar við -ar.

NAVNVIRÐI
Soleiðis eitur tað virðið, sum stendur á einum lánsbrævi, og sum tað sjáldan verður selt fyri. Tað samsvarar eitt nú við nominal value á enskum. Hetta eru teir nú farnir at kalla "áljóðandi", beint flutt úr donskum, har tað eitur pålydende. Tað er spell.

"BURDI"
Hetta løgna óføroyska sagnorð, ið bert kemur fyri í tátíð, ljóðar seint og tíðliga fyri oyrum okkara. Hví, er ilt at skilja, tá ið vit longu eiga tað frálíka vakra og vælbendiliga orðið at eiga. Latið okkum tí minka um "burdi" og so smátt venja okkum við at seta tað góða føroyska átti í staðin. Hitt er óneyðugt, og mishátt afturat.

SKULDSETA
Skuldsetingar hava ikki trotið í seinastuni um bæði líkt og ólíkt. Tí var mangur ivaleyst eitt sindur kløkkur av at hoyra, at summi lond vóru "skuldsett" upp um skorsteinarnar! Tá ið tú hevði summað teg eitt sindur, rann tær í hug, at í donskum mundi okkurt eita gældsætning. Mundi tað ikki vera tað, sum her fløktist upp í tað føroyska! Skuldbundin var beinara orðið.

BISKUPAFUNDUR
"Biskupsfundur" hevði verið, frættist nú ein dagin. Samtíðis fingu vit at vita, at allir biskupar í Danaveldi vóru samankomnir á henda fund. Av tí at biskuparnir vituliga hava verið fleiri enn ein á hesum fundi, eigur fyrri liður í orðinum ikki at vera í hvørsfalli í eintali, men heldur í fleirtali. Tí var tað ikki "biskupsfundur", ið hildin var, men heldur biskupafundur.

VERPA
Nú ið tað so smátt er farið at káka og gala aftur her á landi, noyðast vit at fara at nýggja uppaftur tann gamla barnalærdóm, at høna verpur. Tað er ikki fyrr enn í hesum síðstu og verstu tíðum, at føroyingar eru farnir at taka sær í munn, at høna "leggur" egg!

BANN
Ein ítróttakappi segðist vera "lýstur í bann" í tvey ár, tí hann hevði etið okkurt niður í seg. Mundi tað ikki vera leikbann, tann neyðar maður hevði fingið? Tað er eingin annar enn pávin, tað vit vita, ið hevur vald at lýsa í bann, og tað man vera sjáldan longur, at hann tekur til hesi ráð.

REGLA
Hetta er gott gamalt latínskt orð, regula, sum longu í hinum hátt mentaða fornnorrøna málinum hevði fingið tað snið, sum vit hava varðveitt í føroyskum til henda dag: regla, veikt bent kvennkynsorð, reglur í fleirtali, e-ljóðið er stutt og opið sum eitt nú í negla. Nú vil so til, at í donskum er hetta gamla latínorð vorðið regel, og hey! so skuldu vit eisini hava tað, men tað hevur aldri funnið niður á pappírið (hvussu skuldu vit annars skrivað tað: "rekul", ella?). Tað livir á munni sum eitt kallkynsorð [re:gul], fleirtal [re:glar]. Hesin óregluligi framburður hevur so aftur smittað á hitt langt síðan ílenda orðið regla, sum tey nú eru farin at bera fram við longum e sum [re:gla], flt. [re:glur]! Góðu tit, sum javnan tala í mannfjøld, ja, fyri øllum Føroya fólki. Tit eru øllum til fyridømis, annaðhvørt tað er til hitt rætta ella til hitt ranga. Sum tit tala, soleiðis fer alt fólkið at tala! Tað eigur at ljóða: ein regla sum í negla, tvær reglur sum í neglir (ringt rím!).

VAKSIN
Soleiðis hava føroyingar altíð sagt. Tað er tíverri ikki longur so. Nú eru summi farin at siga "voksin". Hvaðan man tað vera komið? Tað er so ikki eftir føroyskum málreglum.

FØSIL
er ein fløkja ella døsil og hvørki føðing ella burður.

"KOKSA"
At koksast vita vit, hvat ið er, men hvat mundi maðurin meina við, tá ið hann segði, at føroyskir politikarar "koksaðu í tí"?