Nr. 39, november 1994, 8. árg.
Nr. 39, november 1994, 8. árg.
FREMMANDAORÐ
Sum seinast borið við er tað ikki altíð bara sum at siga tað at fara í holt við fremmandaorð. Í einum blað varð skrivað um útlendingar, sum vóru eftirhildnir fyri skuld, men teir lótu væl at teimum, teir høvdu við at gera, fyri at hava sýnt teimum hjálpsemi og "humanistiskan anda". Ivaleyst man blaðmaðurin hava ætlað at skriva "humanan anda", t.e. 'menniskjansligan'. "Humanistisk" er sambært danskari fremmandaorðabók lýsingarorð til navnorðið "humanisme", ið var mentarørsla ella -stevna, sum kom upp um endan á miðøld. Henda stevna vildi seta menniskjuna í miðdepilin. Enn verða hugvísindaligar lærugreinir á fróðskaparsetrum nevndar "humanistiskar", t.d. heimspeki, mál, bókmentir, søga. Harafturímóti hevur fremmandaorðið "human" merkingina 'menniskjansligur', t.e. sum hevur samhuga við menniskjum. Tað er komið av latínska lýsingarorðinum humanus, sum er skylt við navnorðini homo 'menniskja' og humus 'mold' - av mold eru vit komin! Lætt er at blanda so lík orð, og blaðmaður hevur altíð skund.
SPERÐIL OG STÍLUR
Ikki hóska øll orð eins væl í vandaðum tíðindaburði. Mangur mundi hvøkka við, tá ið tað frættist í øðrum loftmiðlinum, at "sperðil var komin í" stjórnmálasamráðingar í Suðurafrika. Flest munnu kenna á sær, at tílíkt orð, sum í hálvum skemti er nýtandi um smávandamál í hinum gerandisliga, ikki er rættiliga stovubært, tá ið um álvaramál er at røða.
KANADAMENN
Tað er javnan at hoyra, at íbúgvar í Kanada verða skírdir "kanadiumenn". Hesum er einki skil í. Landið eitur Kanada og ikki "Kanadia". Tí man tað heldur vera kanadamenn, ið tíðindaberar áttu at sagt. Hitt ber snøgt sagt ikki til.
POLITISKT TOS
Lítið veiggj er mangan í orðum og orðafellum, sum havd verða á munni í politiskum kjaki. Ein tosar um at "smekka við hurðunum" og annar um ikki at vilja lata seg "buka upp á pláss". Bæriligari mundi borið til at orðað hetta!
LATA SÆR EITTHVØRT LYNDA
"Hesum lata feløgini sær ikki lynda," hoyrdist tíðindamaður siga fyri stuttum. Her er fallvilla um vegir. Hvønnfallið er rætta fallið í hesum føri. Tí átti setningurin at ljóðað: "Hetta lata feløgini sær ikki lynda"!
OVLANGT
Eiga vit ikki at stúrsa við "orð" sum "tagnaðarskylda" og "hjúnaðarskilnaður"? Jú, drúgvast. Tí hetta eru ikki orð, men málsligir misburðir av ringasta slag. Men hvussu kemur tílíkt í, tí hoyrd eru hesi bæði "orð" og vist eisini onnur av sama slag? Orsøkin man vera tann, at vit hava summi orð við fyrra liði sum búnar- og onnur við fyrra liðinum búnaðar-. Fyrrnevndi orðliðurin man vera gamalt stytt snið av hinum seinna. Tað gevur kortini ikki rætt til at leingja tagnar- (hvørsfall av tøgn) og hjúna- (hvørsfall av hjún) sum gjørt í frammanfyri nevndu dømum! Betri kunnleiki í føroyskari mállæru mundi her komið væl við!
DANSKT GULLALDARSKALD
Væl kann vera, at fjarskrivarar og onnur tílík tól eru ikki so kring at lata serbókstavir, ið eru ikki í enska stavraðnum, njóta sín rætt, sum eitt nú hitt týska (og svenska) ä. Tað gav at bíta, tá ið hitt mikla danska gullaldarskaldið Adam Oehlenschläger varð skírt "Oehlenschlager" (við longum donskum "a"). Hóast fjarskrivarin kann vera "orðblindur", mátti verið væntandi av upplesaranum, at almenna vitan hansara var so mikið fræg, at slíkt átti helst ikki at komið fyri!
Hesum líkt er, at tað kemur fyri, at týska tónaskaldið Richard Strauss fær fyrra navn sítt enskað í framburði, eins og the Beatles kunnu koma framfyri, tá ið tú hoyrir Beethoven nevndan.
BLAND
Tað at lík orðafelli og máliskur renna saman, so at úr verður margháttligur blandingur av báðum, tykist vinda alt meira upp á seg. Soleiðis varð í tíðindum sagt frá nøkrum konum, ið søgdu, at tær ikki "settu seg førar fyri" at gera eitthvørt. Her man vera um at røða samruna (contamination) av hesum báðum: tær sóu seg ikki førar fyri og tær settu sær ikki føri á. Merkingin er at kalla hin sama, men í sniði og orðavali er fittur munur. Málinum er tað alt annað enn til bata, tá ið soleiðis verður farið við føstum máliskum. Orðabøkur kunnu í flestum førum vísa á beint, men røkka tær ikki, kundi tað verið ein roynd at spurt á Málstovun
FLÓTTI
Hetta merkir 'tað at flýggja'. Einki skil er tí í at nýta orðið um hin einstaka flóttamannin ella flóttafólkið. Íðuliga er at hoyra um politiskar "flóttar" og annað tílíkt. Hetta er og verður skeivt.
GYLLIN
Hetta er kallkynsorð og ikki kvennkynsorð, sum summi vilja vera við. "Hann keypti ein gyllin í jørð". "Hann seldi tann gyllinin, hann hevði arvað". Tað er óbroytt í hvør- og hvønnfalli í fleirtali, t.d. "Hann eigur tveir gyllin". Hvørsfall í eintali endar við -s, t.d. gyllinsfiskur.
LÍÐARENDI
Ikki er lætt at gera av, um tað mundi vera danskt navnsnið ella óhjálpin roynd at geva aftur íslendska staðarnavnið, tá ið maður nevndi Gunnar á "Lidarenda". Soleiðis ljóðaði tað. Íslendska navnið er Hlíðarendi, sama sum hitt føroyska Líðarendi, og teir eru fleiri enn ein her á landi. Kappin eitur á føroyskum Gunnar á Líðarenda, rætt og slætt.
NÆSTI - ANNAR
"Vælkomin til næsta leik okkara í hesum leikári," stóð fremst í eini leikskrá. Heldur enn ikki løgið, longu nú at bjóða fólki vælkomnum til næsta leik, sum valla verður enn á sinni. Hetta mundi vera tað vanliga mistakið at siga "næsti", har sum tað átti at verið annar. Fyrstu raðtølini eru fyrsti, annar og triði. Hin næsti er tann, sum kemur aftan á "henda", hvar hann so er staddur í (tal)raðnum. "Vit hava skorað tað næsta(!) málið í hesari kapping", segði frásøgumaðurin sigursælur. Hann mundi meina við annað málið (t.e. nr. 2). Hitt næsta er ikki komið enn, um tað nakrantíð kemur! Næsta vika er vikan, ið kemur eftir hesa. Onnur vika er tann, ið kemur eftir næstu viku. Í ivamálum er tíðum hjálp í at leita ráð hjá teimum, ið undan fóru. Í Brókartátti byrjar 28. ørindi soleiðis: "Fyrsta takið, flundran tók", og 29. ørindi: "Annað takið, flundran tók" (ikki "næsta"!). Annar jóladagur hevur tað altíð itið, ikki "næsti"!
KLEPPUR
Ein trolari fekk herfyri eitt satt legudýr av einum kalva vestan fyri Mykines. Tað var av sonnum tíðindavert og fekk sína væl uppibornu umrøðu í loftmiðlunum. Tíðindamenn spurdu skiparan m.a., hvat hann helt um henda "kleppin", hann hevði fingið á dekk. At orðið kleppur kundi verða soleiðis nýtt, mundi koma mongum á óvart. Kleppur er sum kunnugt krókur við framtjúkkum træskafti m.a. til at søkja kalva við. Eisini er kleppur tungur viðarkubbi at heingja um hálsin á seyði, ið er argur at leypa upp um garðar. Tí verður tað eisini í fluttari merking havt um eitthvørt, ið er til hindurs ella forðanar. Hvaðan er so henda "nýmerking" komin. Tað liggur nær við at hugsa, at hetta er danska orðið kleppert ´stórur tjúkkur bulur av manni´, sum er komið sløðandi uppí. Danska orðið er komið úr lágtýskum, har tað merkir ´lítið, ússaligt ross´.
TAKA Á BÓLI
At taka ein á bóli er at koma óvart á ein, bókstavliga merkingin er 'at taka ein, sum hann svevur' (á bólinum, t.e. í seingini). Nú hoyrist meir enn so sagt "at taka ein av bóli". Tá ið fyriseting sum á stendur herðingarveikt, er lætt, at hon hoyrist ógjølla, og so liggur nær við at taka til hina ljóðlíku fyrisetingina av í staðin hjá honum, ið ikki hevur "myndina" í orðafellinum hugfasta.
ØKI
Orðafar mælir til at nýta hetta orðið heldur enn "umráði", men so er at ansa eftir at hava rættar fyrisetingar, og tær eru á og av. Tú ert á einum øki og fert tí av økinum, tá ið so skal vera. Nú frættist tíðum um skip, sum fiska "í" einum sjóøki, og eitt varð biðið um at fara "úr" økinum beinan vegin. Her eru orðini føroysk, men hugsanin undir teimum donsk. Á donskum eitur tað "i området".
HYGGJA
Tey, sum sita á áskoðarabeinkjunum við ein fótbóltsvøll, hyggja ikki "eftir" bóltleikinum, men tey hyggja at honum. Heldur ikki hyggur ein "eftir" sjónvarpi, men at sjónvarpi. Men vit lurta eftir útvarpi, fyrilestri, kórsongi osfr. At hyggja upp á ein, er at hyggja upp í eyguni ella upp í andlitið á honum. Á donskum er at se på í mongum førum sammerkt við at hyggja at á føroyskum. Og hetta hevur sítt árin á føroyskt. Fert tú við einumhvørjum til umvælingar, kanst tú vænta til svar, at tað skulu teir "hyggja upp á"! Og heldur enn ikki margháttliga ljóðar, at lækni skal koma at "hyggja upp á" mann, ið liggur meiddur. Hetta evni varð annars viðgjørt í Orðafari 3.
NORÐURLOND
Tá ið vit hava so stutt og snøgt heiti á hesum londum, átti at verið óneyðugt at nevnt tey "tey norðurlendsku londini" (< de nordiske lande). Aftur eitt dømi um fremmanda hugsan í "føroyskum" hami. Annars hevur tann rangvørgi málburður leingi verið ráðandi í norðurlandasamstarvinum, ið vera skal, at Grønland, Áland og Føroyar skulu ikki sleppa at eita tey lond, tey altíð hava verið, men heldur hitt óvirðiliga heitið "selvstyrende område". Mótmæli úr Føroyum hava einki munað, men verri er, at nú eru føroyingar sjálvir, bæði í landsins stýri og fjølmiðlum, farnir at taka upp hetta ónevni og kalla land sítt "sjálvstýrandi øki ella umráði". Hetta er teimum og okkum øllum til lítlan sóma. Heldur átti Norðurlandaráðið aftur at fingið eitt hvassorðað mótmæli fyri at hava sett hetta niðrandi heiti á land okkara eins og Grønland og Áland, ið bæði hava orðið land í navni sínum. Góðtaka vit hetta heiti, so er næsta stig at skíra um allar stovnar, ið bera orðið land í navni sínum, frá landsstýri og niðureftir! Ófatiligt er, at maður fekk seg viðmerkingarleyst at bera tey tíðindi, at fóru Svøríki og Noreg eisini upp í ES, var Ísland einasta Norðurland uttan fyri ES. Hvat hugsar hann um sítt egið land og Grønland?
SAMDUR
Tað spurdist, at formaðurin í marknaðarnevndini var ikki samdur við løgmanni um eitthvørt. Tann, sum tú ert samdur við, stendur í hvønnfalli, sum fyrr hevur verið tanlað í hesum fátæksliga brævi (Orðafar 21, 27 og 34). Tí var formaðurin í marknaðarnevndini ikki samdur við løgmann. Hetta er ikki lætt, men tað lærist, eru vilji og hugur til.
EYDNAST
"Tað "er" eydnast (< er lykkedes) landsstýrinum at skerja fíggjarætlanina", ljóðaði nú ein dagin. Hetta er óføroyskt tikið til orðanna. Rætt er at siga, at tað hevur eydnast osfr.
TYGGJA
Føroyingar tyggja ikki "upp á" (< tygge på) nakað, hvørki skrá ella sjokulátu, piparmynt og bommbomm - teir tyggja bara.
FYRNAST
Hetta er gott, gamalt orð, sum í løgføðimáli hevur fingið nýggja merking afturat. Tað er avleitt av stovninum í lýsingarorðinum fornur 'gamal', og varð eitt nú sagt um jørð, ið gjørdist forn ella legðist í forna, t.e. hevði ikki verið velt í langa tíð. Eitt dømi í orðabókini sigur: "bøurin fekk ikki frið at fyrnast, so leingi hann orkaði at halda hakanum". Í nýggjum løgføðimáli verður orðið nýtt eitt nú um mál, sum gerst ov gamalt til at koma undir revsing el. tíl. Orðið verður framborið [fidnast], sum rímiligt er, skylt sum tað er við lýsingarorðið fornur. Alt annað orð er firnast, sagt [firnast], ið merkir at 'smæðast' o.tíl.