Málslig ráðgeving

Nr. 38, mars 1994, 8. árg.

Nr. 38, mars 1994, 8. árg.

TIL FYRIMUNAR
Tað er ikki óvanligt at hoyra tíðindafólk og onnur taka til, at eitthvørt er "til fyrimuns" fyri einhvønn. Summi toyggja á u-ið, onnur hava tað stutt, sum ljóðfrøðiliga man vera á rættaru leiðini: fleiri enn eitt hjáljóð stytta yvirhøvur sjálvljóð, sum undan fer. Munur er eitt av teimum kallkynsorðum, sum enda við -ar í hvørsfalli eintali og við -ir í hvør- og hvønnfalli í fleirtali. Tí hevði tað verið ruddiligari málfrøðiliga og ljóðaði eisini væl betur í oyrum, um vit søgdu til fyrimunar heldur enn hitt.

"EINGIN GÓÐA MAMMA"
"Her hjálpir eingin góða mamma", hoyrist mangan tiltikið, tá ið hart leikar á hjá onkrum. Hetta tiltak er beinleiðis týtt úr donskum: "Der hjælper ingen kære mor", sum í sjálvum sær gevur góða meining: hjá einum, sum er komin illa fyri, dugir ikki altíð at rópa á mammu sína um hjálp. Men hetta er í royndum eldri orðafelli, avbronglað og umtýtt. Fólk hevur ikki longur sæð høpi í, tí høvuðsorðið í tí er vorðið "fornorð" fyri teimum. Tað ljóðaði upprunaliga: "Der hjælper ingen kæremål". Hetta gamla løgfrøðiorðið kærumál, ið merkir 'tað at skjóta mál inn fyri hægri rætt', hava tey so týtt um til hitt barnsliga "kære mor", og vit føroyingar eru sum ikki einaferð skjótir at taka við. "Tað hjálpa eingi føgur orð við slættibøku", er orðatiltak, sum vit hava átt frá fyrndini og sum man siga á leið tað sama.

HVØRSFALL
Orð verða ymist samansett við fyrra liði í stovnssniði ella í hvørsfalli. Í seinna førinum er umvarðandi at ansa eftir, at hvørsfalsendingin er hin beina. At fjølmiðilsmaður segði seint nýggjársaftan, at nú fór "midnátsklokkan" (midnatsklokken) at sláa, var heldur enn ikki snópisligt. Maðurin átti at vitað, at nátt er sterkt bent kvennkynsorð, ið hevur endingina -ar í hvørsfalli. Tí var tað heldur midnáttarklokkan, ið fór at sláa. Tá ið sorinskrivaraembætið hendingaferð fær seg til at lýsa á føroyskum, prýðir tað sær stílin við orðblómu sum "rættshøli" (retslokale), har sum orðið rættarsalur av røttum átti at staðið. Í hesum ES-tíðum frættist íðuliga um "limaskapstreytir" (medlemsskabsbetingelser) í staðin fyri limaskapartreytir, sum bæði er rættari og ljóðbetri orð. Og henda vælsignaða og nógv umrødda skuldin uttanlands, sum vit av gáloysni eru komin í, eitur enn - hóast endurtiknar áminningar og ávaringar - hjá lágum og serliga høgum - "uttanlandaskuld". Orðafar roynir, tolið sum altíð, einaferð afturat - hesa ferð við teimum størstu støvum, ið prentverk okkara eigur:
UTTANLANDSSKULD eitur hon.

ÓFØROYSK ORÐ
Orðafar hevur hoyrt ein blaðmann siga "forsinka" í staðin fyri seinka, ein sjónvarpstíðindamann siga "tvungin" í staðin fyri tvingaður (ella noyddur), ein nevndarformann í almennum partafelag siga "stadigvekk" í staðin fyri okkara lítla, fitta enn og ein almennan stjóra norðaneftir siga frá einumhvørjum, ið var selt á "tvang", ið bar upp á rím við tang, sum tað ljóðar sunnanfjørðs, í staðin fyri at siga, at tað fór at verða selt á tvingsilssølu ella tvingsilsuppboði. Og so er tað hitt mishátta orðið "smyrjibreyð", sum á onkun hátt er beinleðis hermt eftir danska orðinum smørrebrød. Smyrjiolja er olja at smyrja við, hvat er "smyrjibreyð" tá? Ikki er tað hóskandi heiti á smurdum breyði við viðskera á. Sum onkuntíð áður ávíst (Orðafar 13), er danska orðið samandráttur av hinum eldra heitinum smør og brød - tá mundi ikki allur hesin nógvi góði viðskerin hylja sjálva breyðflísina!

"BOSNISKIR SERBAR"
Tað er nærum ósømiligt at skjóta málsligar viðmerkingar inn í tíðindaburðin um alt tað illa í bardøgunum á Balkan, har sum Jugoslavia var. Men Orðafar loyvir sær kortini at koma við einum spakførum ráðum. Har er land, sum eitur Bosnia. Har búgva kroatar, muslimar og serbar. Útvarpið hevur fingið sær fyri at nevna hesar serbar og kroatar "bosniskar serbar" og "bosniskar kroatar". Latum okkum hugsa okkum tvey dømi nærkomnari okkum. Í Føroyum búgva ikki so fáir danir og í Danmørk ein fjøld av føroyingum. Er skil í at nevna hesar danir "føroyskar danir" og landsmenn okkara í Danmørk "danskar føroyingar". Líka lítið skil man tí vera í at tala um "bosniskar serbar" og "bosniskar kroatar". Orðafar skjýtur upp heldur at siga serbar ella kroatar í Bosnia.

Góður føroyskur málsiður er at hava tjóðarheiti óbundin. Vit siga eitt nú føroyingar ella íslendingar, tá ið talað verður um tjóðirnar sum heild ella ótilskilaða fjøld teirra. Tí ljóðar tað ikki málsliga rættvorðið at siga t.d. "'serbarnir' hava tikið seg aftur frá Sarajevo", uttan so, at vit frammanundan hava kunnleika um, hvørjir hesir serbar eru, hvussu mangir teir eru í tali o.tíl. Yvirhøvur er sum nevnt rætt at lata tílík heiti vera óbundin. Ivast vit, kunnu vit royna at seta okkara tjóðarheiti føroyingar í setningin.

SAMDUR
"Trolmenn eru ikki samdir við fiskifrøðingum", ljóðaði í eini tíðindasending í sjónvarpinum. Er nakað at finnast at hesum setningi? Jú, tann, sum ein er samdur við, eigur ikki at standa í hvørjumfalli, men heldur í hvønnfalli. Tí er málsliga rætt at siga: "Trolmenn eru ikki samdir við fiskifrøðingar". Sagnorðið at semjast hevur sama atburð, t.d. "Eg semjist við hann (ikki við "honum"), "hann semst við meg (ikki við "mær"). Føllini eru eitt aðalsmerki hjá føroyskum máli. Tey krevja røkt og góða viðferð. "Eg eri samdur" er vanligt at hoyra. Ikki ber til at vera samdur einsamallur!

SETA ÚT Í KORTIÐ
Soleiðis hava siglingarmenn sagt Orðafari vitandi um tað at strika kósina í sjókortið, men nú eru summi farin at tala um at "stinga út í kortið". Hevur hetta rót í sjómannamáli, ella er hetta aftur eitt dømi um óvissuna um føst orðafelli, ið nú tykist breiða seg sum eldur í deyðagrasi?

"BÓNDAFANGA"
Onkur læt herfyri av munni okkurt um at "bóndafanga" trolmenn. Sum onkuntíð áður ávíst (Orðafar 13) var hetta ítrótt hjá útlendskum høvuðsstaðarskálkum, sum var at lumpa góðvarnar bygdamenn, helst fyri pengar. Lítið hóskar hetta orð her á landi, her sum bóndanavnið enn átti at verið heiðursnavn. Danska orðið bondefanger sigst vera komið úr týskum, har tað eitur Bauernfänger.

"KOYRA"
Alt hevur hug at "koyra" nú á døgum, eisini t.d. skip, ið sigast bæði at "koyra" væl og illa. Men av bar, tá ið ein fekk seg til at siga: "Kunnu tit klára at fáa pening til at fáa hetta upp at koyra?" Hvat hann meinti við, kunnu vit bert gita okkum. Ein spurdi: "Hvussu nógvan fisk skulu tit hava fyri at fáa tað "at koyra?" Svarið var: "Fáa vit 6000 tons, so melur."

FREMMANDAORÐ
Slík kunnu stundum vera argingarsom at fáast við, helst hjá ókønum. Ikki er óvanligt at hoyra menn siga eitt nú at "konstantera" í staðin fyri at konstatera. Her man tað vera lýsingarorðið "konstant", ið fløkist uppí. Fátt er so fátæksligt sum at prýða seg við læntari fjøður og ikki duga at seta hana rætt.

SJÁLVUR
Tá ið hetta orð kemur aftan á afturbenda fornavnið seg, sær, hava summi eitt merkiligt lyndi til at lata tað hava kallkynssnið, tá ið tað eftir vanligum skili átti at verið kvennkyns ella hvørkikyns. Soleiðis segði ein tíðindamaður fyri stuttum: "Skipanin hvílir í sær "sjálvum"". Hví mundi hann ikki siga "í sær sjálvari", sum væntandi átti at verið? Og hin, sum segði um gentuna: "Hon er ringast við seg "sjálvan". Hví ikki "við seg sjálva"? Onkur djúpari orsøkin man vera til, sum ikki verður nomið við her, men mælt verður kortini til at royna at gera mun millum kynini í hesum føri.

VÁRLJÓÐ
Hoyrt í útvarpssendingini "Millum 8 og 9" 12. mars: Tað er vár og grækarismessudagur, og einki lag kann tí hóska betur enn Anne Linnet: Forår"!

DÁMA
Útvarpsmaður: "Heldur tú, hann hevði dámt hetta?" Gestur í útvarpsstovu: "Tað eru nógv, sum dáma tað." Átti at verið: "Heldur tú, at honum hevði dámt tað?" og: "Tað eru nógv, sum dámar tað!"

FYRNAST [fidnast]
Sagt verður um bø, ið gerst fornur, at hann fyrnist, og so er at velta hann av nýggjum. Hetta orðið verður eisini nýtt í løgfrøðini um eitthvørt mál, ið er vorðið ov gamalt. Til er eisini navnorðið fyrning um hetta fyribrigdið, og tann tíð, sum eitt mál krevur at fyrnast, er fyrningartíð. Omanfyri er víst, hvussu orðið verður framborið: rn sum [dn]. Stundum hevur framburður við [rn] verið at hoyra. Hetta man vera árin frá sagnorðinum at firnast 'smæðast, ræðast', ið verður framborið [firnast]. Vert er at geva gætur, at fyrnast eitur fyrntist, sagt [fintist], í tátíð eintali.

BAKSPEGL
Nýggjar tíðir ala nýggjar málmyndir, men sjáldan eru tær frumhugsaðar, oftast tiknar upp eftir øðrum. Tann, sum vil kanna farna tíð, lítur ikki longur um øksl, til tess er svírin ov stívur. Nei, nú er at síggja tað í "bakspeglinum". Men tað er tann, ið koyrikort hevur, ið best skilur ta djúparu meiningina við hesi nýggju "mynd".

FRAMBEIN
Tað mundi vónandi vera mismæli, sum ikki fær onnur at taka eftir, tá ið maður tosaði um "forbein" á seyði. Á føroyskum hevur hetta aldri itið annað enn frambein ella framfótur. At tað á donskum eitur forben er alt annað mál.

HVØRT AV SÍNUM
Menn eru nú yvirhøvur farnir at siga "eitt sindur av hvørjum" (<"lidt af hvert"), men á føroyskum varð altíð fyrr sagt hvørt av sínum.

SPURNARTEKIN, SPURNALISTI
Løgin snið kunnu summi orð fáa í skundi ella av vankunnleika - ikki er altíð lætt at døma um, hvat ið er hvat. Í síðstuni hava hoyrst orðskrímsl sum "spurnaðartekin", "hjúnaðarfelagi" og annað tílíkt. Her verður nomið við hitt fyrra: Av røttum er orðið spurnartekin. Fyrri liður er eitt avelt kvennkynsorð spurn 'spurningur' í hvørsfalli í eintali, sum hevur endingina -ar; tað er til sum seinni liður í orðinum eftirspurn. Í orðinum spurnalisti er fyrri liður í hvørsfalli í fleirtali - tí einki -r.

TROTABÚSVIÐGERÐ
Í lýsingum frá sakførarum o.ø. stendur tíverri tíðum at lesa um "trotabúarviðgerð". Hetta er ikki rætt samansett orð. Fyrri liður í hesum "orði" er hvørkikynsorðið trotabúgv. Búgv er hvørkikyn og fær tí ikki endingina -ar í hvørsfalli, men eitur, sum væntandi er, bús í tí falli. Tí er rætta orðsniðið trotabúsviðgerð.

"SKIVAR"
Tá ið sendingar eru um matgerð, hoyrist av og á talað um "skivar" av einumhvørjum í staðin fyri flísar ella dálar. Løgið fleirtalssnið "skivar". Tá ið tað eitur "skiva" í eintali, skuldu vit væntað "skivur" í fleirtali. Kanska er tað fleirtalssniðið flísar, ið er fyrimyndin.

"BURDI"
Tey eru enn ikki so fá, ið halda tað bera til at siga - og kanska eisini skriva -, at hetta ella hitt "burdi" verið so, ella hann ella hon "burdi" gjørt so. Hvussu eitur tað í nútíð? "Bør", ella hvussu? Hetta átti ikki at verið neyðugt, tá ið vit longu hava hitt góða føroyska orðið eiga, í tátíð átti í máli okkara.

"REYVRENNA"
So opið liggur mál okkara fyri innsigi úr útlendskum óvandamáli, at eitt nú tingmenn uttan at rodna við kunnu taka í sín munn, at teir kenna seg "reyvrendar". Og bløðini taka hetta upp aftur við stórum støvum uttan so frægt sum at seta gásareygu um.