Nr. 37, februar 1994, 8. árg.
Nr. 37, februar 1994, 8. árg.
SIGURÐ FARIN
1. oktober í fjør andaðist Sigurð Joensen, ið hevur verið limur í málnevndini, síðan hon varð sett á stovn í september 1985. Hann sat í nevndini eftir tilmæli frá Føroya rithøvundafelag. Við sínum dygga málkunnleika - alt frá góðum bygdarmáli úr heimbygdini við Gjógv til fornu mentaðu tungur teirra Homerosar og Ciceros - var hann okkum nevndarmonnum ómetaligur stuðul og lærumeistari. Við sínum greiða hugsanarlag og síni ramligu rødd - hann hoyrdist, har ið hann var - kundi hann sum Alexandros á sinni við sínum bitra brandi høgga á onkun knútin, ið komin var á í kjaki okkara um eitthvørt málsligt tortøki, og alt lá greitt fyri. Allar rættingar og ábendingar hansara í uppkøstum til Orðafar vóru fyndargóðar og til umbótar. Sum málrøktarmann minnast vit hann serstakliga fyri tað, ið hann gjørdi við at skapa frøðigrein síni, løgfrøðini, bæriligan føroyskan málbúna. Tað var honum beiskt at svølgja, at føroyskt mál, sum hann hámetti og elskaði, ikki hevði enn vunnið fullan og óskerdan rætt á hesum høvuðsøki. Tað eigur at vera nýggju málnevndini kær skylda at fáa út á prent í ritrøð síni løgfrøðiorðalista hansara, sum í høvuðsheitum lá liðugur frá hansara hond. Góðan grip hevur hann lagt eftir seg í ritverkum sínum, ið savnað eru í bókunum "Eg stoyti heitt", og øllum teimum dygdargóðu barnabókunum. Hann bar høvd og herðar yvir mangan mann. Vit goyma minni hansara í takklæti.
ÚTLOND
Soleiðis eru vit von at nevna undir einum øll lond onnur enn Føroyar, tað sama, sum við øðrum orði eitur útheimur(in). Gevið gætur, at orðið útlond er í fleirtali: í útlondum, til útlanda ella í útlond(ini). Í donskum verður talað um udlandet (í eintali) við somu merking. Danskt hevur sum kunnugt stórt vald á føroyskum málburði og trokar á allastaðni, har sum opið er fyri. Tí er ikki óvæntað, at føroyingar tala og skriva um "útlandið", eitt nú hevði eitt blað herfyri vónir um skipasmíð "til útlandið". Annað er, at orðið útland (í eintali) hevur stundum verið nýtt um land, sum er hjáland hjá øðrum landi. Tá er eyðvitað í lagi at hava tað sum eintalsorð, tá ið talað verður um eitt land. Men lond eru, ið hava (ella hava havt) fleiri enn eitt útland - tá eru tað útlond. Einki er tað sjáldsamt, at sama orð kann verða nýtt í ymsum merkingum. Vandi er sjáldan fyri blandi, tí málið er so víkiligt, at samheingið, sum orð stendur í, sigur til um merkingina.
SÆR VÆL ÚT
Vit hava øll lært í skúlanum og mong okkara eisini heima við hús, at til lýsingarorðið góður svarar hjáorðið væl. Til spurning sum: "Hvussu livir tú?" kann ljóða svarið: "Jú takk, eg livi væl." Tí er tað ikki sørt hugstoytt at hoyra tíðindalesara hugagóðan siga um okkurt, ið vakurt var: "'Gott' sær tað út!" Hann átti, var rætt atborið, at sagt: "Væl sær tað út!"
SMÍÐA SKIP OG BÁTAR
Eitt blað skal hava rós fyri at skriva um at smíða skip og skipasmíð. Tað er hugaligt, at soleiðis verður sagt og skrivað viðhvørt, tí nú hevur leingi verið vanligt at hoyra og lesa um at "byggja" skip og "skipabygging". Orðið at byggja hevur breitt seg í meira lagi seinastu tíðina, t.d. at "byggja" vegir, flogvøllir, berghol o.a.m. So galið er, at menn eru eisini farnir at tala um at "byggja" bátar, og bátasmiðir verða tíðum nevndir "bátabyggjarar". Í bátasmíði hevur orðið at byggja sermerking. Sagt verður t.d. um bát, at hann er nógv bygdur, tá ið hann er háfloyttur. Hví ikki lata tað vakra orðið at smíða fáa betri sømdir og siga sum sópingarkona: "... smíða skip og bátar"! Vegir og flogvøllir kunnu vit eitt nú leggja ella bara gera. At enda eitt dømi, ið sýnir mun á orðunum at byggja og at smíða: Nú er Jákup farin at byggja (t.e. hús). Hann hevur fingið Óla at smíða fyri seg.
"LETUR TIL"
Vit føroyingar gera nógv meir av at tosa og skriva danskt í "føroyskum búna", enn vit vita av. Henda at vísa seg meinaleysa máliskan "tað letur til" er ramdonsk. Lader til eitur tað á donskum. Á føroyskum kunnu vit orða hetta við t.d. tað tykist, tað sýnist ella tað er líkt til. Tað lítillátna orðið munna er heldur ikki óhent í hesum føri. "Tað 'letur til', at hann kemur skjótt" kunnu vit siga t.d. soleiðis: "Hann man fara at vera skjótur". Hetta "letur til" er ikki neyðsynt at lívga. Málrøkt er tíðum ein spurningur um at hava hógv og velja og vraka.
"HEITT BREYÐ"
Nú ein dagin ljóðaðu tey merkisverdu tíðindi um alt Føroya land, at salmonellusørir (ivaleyst harðfrystir) svenskir høsnarungar "ganga sum heitt breyð" í Danmørk. At eitthvørt, sum selst væl, "går som varmt brød" er frálík donsk máliska, sum vit kunnu lata danir eiga í friði. Tá ið vit hoyra um breyð, at tey ganga, kemur okkum alt annað til hugs: Tá ið breyðini eru elt, verða tey sett við varma at ganga ella til gongd, og tá ið tey eru gingin, verða tey sett inn í ovnin at baka. Tí ljóðar tað meir enn løgið í føroyskum máloyra, at nýbakað breyð kunnu "ganga". Hjá okkum er gongdin sum nevnt, áðrenn tey verða bakað. Somu hugsan kundu vit latið í føroysk orð sum eitt nú: "Tað er gravgangur eftir svenskum høsnarungum." Sigið tá ikki "[greav]gangur", sum alt ov ofta er at hoyra, men [grau]gangur, sum er bæði rættur og natúrligur framburður.
BERSERKSGANGUR
Ofta og tíðum fara vit "yvir um ánna eftir vatni", tá ið ræður um at taka upp orð, sum hava ikki verið í máli okkara frá fyrndini, men vóru til í forna norrøna orðfeinginum. Norrøna orðið berserksgangr hevur á donskum máli av ókendum grundum fingið sniðið bersærkergang við herðing á øðrum stavilsi. Í staðin, sum sjálvandi átti at verið, at fara beina leið at rótunum eftir orðunum, herma summir føroyingar eftir hinum danska bronglaða orðinum og siga okkurt sum "berserkaragongd" við herðing sum í danska orðinum. Føroyskum máli hóskar orðið berserksgangur nógv betur, og herðingin eigur at vera fremst í orðinum sum í flestum upprunaføroyskum orðum. Maður, ið berserksgangur kom á, var berserkur, og tveir ella fleiri av slagnum vóru berserkir. Hetta heitið sigst vera komið av, at slíkir garpar vóru í búna av bjarnarfeldi. Onkur vil vera við, at orðið kemur av tí, at teir í øði síni bardust í berum serki. Ta frágreiðingina halda kønir vera minni trúliga enn hina fyrru.
FROSKUR
Annað norrønættað orð, sum hevur marknast væl í málinum, er froskur. Leingi noyddust vit at hjálpast við hitt máttminna danska orðið "frø". Tað nýtti t.d. so mætur málmaður sum Jákup Dahl í týðing síni av Esops dømum (1942), ið nú eru útafturkomin í óbroyttum líki. Tá ið teir kavarar, sum á enskum eita frog men og frømænd á donskum, komu til okkara, valdu teir at nevna seg froskmenn, og teir stovnaðu felag við hesum orði í navni sínum. Nógva umrøðu fingu teir í fjølmiðlum og millum manna. Hetta slóðaði fyri, at froskur fór so smátt at kennast "natúrligt" føroyskt orð, ið hvussu er sum navn á hesum lítla útlendska dýrinum. Men hvussu man vera við teimum av sukurlátu? Tað fer kanska so smátt at kvinka, eftir at Norðurlandahúsið seldi froskar av hesum tilfari aftur við drekkanum, tá ið 150 ára minningarhaldið var um norska tónaskaldið Edvard Grieg herfyri. Lítil steinfroskur sigst hava verið eydnugripur hjá tónaskaldinum. Vert er at minnast til, at orðið er sterkt bent kallkynsorð, froskur, í fleirtali froskar, og ikki veikt bent kvennkynsorð "froska", sum einaferð ljóðaði í sjónvarpssending fyri børn!
KVOTA
Hetta orðið hevur verið á hvørs mans vørrum nú eina tíð. Orðið er ættað úr latíni, stytting og navnorðsgerð av quota pars, t.e. 'hvussu stórur partur'. Kvota er snøgt og viðførligt veikt bent kvennkynsorð og átti tí lættliga at funnið sær sess í bendingarlagnum. Tað hevur eisini eydnast væl, tá ið orðið er ósamansett, t.d. "skipið eigur kvotu", "nakrar kvotur eru til sølu". Men verri er við samansettum orðum, har sum kvota er fyrri liður. Kvotuskipan t.d. átti orðið sjálvkravt at verið, og tað hevur sæst í hesum líki í bløðum, men enn tykist alráðandi formurin, ið hvussu er munnliga í loftmiðlunum, at vera "kvotaskipan", beinleiðis eftir útlendskari, t.e. danskari fyrimynd.
Sama er neyðin við t.d. orðinum opera. Nú er tað so smátt komið í rætt lag sum veikt bent kvennkynsorð. Nú hoyrist sagt t.d. operan í bundnum sniði og ikki so tíðum longur "operain" og operur í fleirtali í staðin fyri "operair" (sí Orðafar nr. 29:3). Men enn tykir summum "natúrligari" at siga t.d. "operatónar" í staðin fyri operutónar, sum er rætta orðmyndin eftir føroyskari mállæru. Hetta kemur vónandi skjótt í rætt lag.
Í ØLLUM GÓÐUM
Hetta merkir 'óskaddur, heilskapaður' o. tíl., t.d. "Teir vóru í vanda staddir, men komu aftur í øllum góðum." Tí vóru tað heldur enn ikki margháttlig tíðindi, at "landsstýrið og nevndin í Atlantsflogi skiltust í øllum góðum". Mundi ikki ætlanin vera at siga, at tey skiltust í góðum, t.e. 'í blíðum' el. tíl. Lítið er mangan tað, ið munin ger!
UPPLÝSING
Nú var mangur so smátt farin at styrkna í vónini um, at semja var í fjølmiðlunum um, at hetta var sterkt bent kvennkynsorð: ein upplýsing, fleiri upplýsingar, bundið: upplýsingarnar og ikki "upplýsningur" ella ómøguliga blandingssniðið "upplýsingur".
"LANDSSTÝRISMANNATÍÐ"
Sagt varð í eini tíðindasending, at ein landsstýrismaður, ið verið hevði, í síni "landsstýrismannatíð" hevði sagt ella gjørt eitthvørt, ið tíðindavert var. Tó at hesin landsstýrismaður hevði fleiri enn eitt mál undir sær, var hann kortini ikki fleiri enn ein landsstýrismaður. Tí er einki skil í at hava fyrra lið í orðinum her frammanfyri í fleirtali. Var rætt sagt, átti orðið at verið landsstýrismanstíð, men eisini ber til at loysa sundur, um orð tykist vera í tyngra lagi, og siga rætt og slætt: "Í hansara tíð sum landsstýrismaður" ella kanska uppaftur betur: "Meðan hann var landsstýrismaður". Í talaðum tíðindamáli er vert ikki at gera ov langt av, hvørki í orðum ella longum, fløktum setningum við innskotnum eykasetningum. Tað gerst betur í skrift, tí lesarin fær altíð hugt aftur um aftur, men tað gerst ikki hjá teimum, ið lýða skulu á.
"NIÐUR Á BAKKA"
Aftur ein av hesum at vísa seg "føroysku" máliskunum, sum onga rót eiga í føroyskum veruleika, tá ið betur verður athugt. Í donskum er ein máliskan sum: "Det går ned ad bakke med ham". Í donsku-føroysku orðabókini er hon "týdd" við hesi at kalla samsvarandi føroysk málisku: "Tað gongur aftur á hondina hjá honum". Men kortini er vanligt at hoyra í fjølmiðlum, at tað "tað gongur niður á bakka" ella tílíkt. Einki skilvíst høpi er í hesi "føroysku" málisku, sum er so hissini flutt úr donskum yvir í føroyskt. "Ned ad bakke" er beint týtt til føroyskt: "undan brekku" - og tað gevur ikki hugmynd av mótburði! Óvissan, ið ræður um hetta orðafelli, kom eina best til sjóndar í hesum orðum, sum ein tíðindamaður hevði fyri munni fyri stuttum: "Alt er gingið skjótari aftur á bakka enn væntað"! Einastu ráðini eru at tiga við hesi "gongu niður á bakka" og royna at finna annað at seta í staðin, eitt nú tað, sum danska-føroyska orðabókin hevur í boði.
NÝGGJ MÁLNEVND
Annað fýra ára skeiðið hjá málnevndini var úti síðsta september í fjør. Drúgført hevur verið at fáa skipað nýggja nevnd, men um miðjan januarmánað setti landsstýrið hana umsíðir. Limirnir eru: Petur J. Sigvardsen eftir tilmæli frá Landsskúlafyrisitingini, Jeffrei Henriksen eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelagnum, Tóroddur Poulsen eftir tilmæli frá Rithøvundafelagnum, Svenning Tausen eftir tilmæli frá Blaðmannafelagnum og Jóhan Hendrik W. Poulsen eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini. Nevndin hevur skipað seg við Jóhan Hendriki sum formanni og Jeffrei sum næstformanni.