Nr. 36, september 1993, 7. árg.
Nr. 36, september 1993, 7. árg.
SKJÓTA, SKJÝTUR, SKEYT
Tað tykist vera ivamál hjá summum, hvussu tey skulu skriva skjóta í tátíð í eintali, tí ikki er sjáldan at síggja tað skrivað "skjeyt". Tað er skeivt. Hjáljóðasambandið sk- hevur ljóðvirðið [sj] framman fyri framtungusjálvljóðini i/y, e og ey og framman fyri j. Tí er nóg mikið - og eisini rætt - at stavseta tað skeyt. Hetta [sj]-ljóð hevur eisini rinið við nútíðina í 2. og 3. persóni í eintali, og tað verður tí stavsett skjýtur (í norrønum skýtr!). Tað, at fólk hava hug at seta -j- inní í tátíðini, man koma av tí, at tey óttast, at tað skal koma í bland við orðið skíta, ið mangastaðni verður framborið í tátíð í eintali við "ey"-ljóði, tó at "ei"/"oy"-ljóð alsamt hoyrist hjá mongum.
REGLA
Soleiðis eitur tað á føroyskum, kvennkynsorð sagt við stuttum, opnum e-ljóði. Danska orðið regel dreivast uppí hjá summum og hevur tá snið av kallkynsorði við longum e-ljóði, eisini í bending, tá ið seinna e-ljóðið dettur burtur. Summi tosa eitt nú um fótbólts"reglar" og toyggja á e'ið - [re:glar]. Reglan(!) er tann, at tað eitur fótbóltsreglur - sum sagt: kvennkynsorð við stuttum, opnum e-ljóði. Her høvir eisini at minna á aftur, at ein skrivibók hevur reglur og ikki "linjur", sum mong vilja vera við. Í summum bygdum kalla tey eisini røð ella ryggir í eini eplaveltu reglur
LEYPA - LOYPA
"Teir hava "lopið" út í orð, at…", frættist herfyri - og tað var ikki fyrstu ferð. Tað rætta var, at "teir hava loypt út í orð, at…". At leypa (bent í høvuðsheitum loypur, leyp, lupu, lopið) tekur ikki ávirki, men tað ger loypa (veikt bent loypir, loypti, loypt), t.d. "Tað loypti mung á meg" (ikki "leyp"), "Hann hevur loypt fliðurnar" (ikki "lopið"). Gevið gætur, at leypa eitur regluliga loypur í 2. og 3. pers. í nútíð í eintali, t.d. "Hann loypur á hann" (ikki "leypur" ella "lýpur"). Hetta eru reglurnar í "felagsmáli" okkara. At sumt er øðrvísi í ymsum bygdarmálum, er annað mál. Hetta er tað, vit nýta í "lutleysum" teksti, ið ætlaður er øllum, og sama er um fjølmiðlarnar.
KOSTNAÐUR
Tann, ið spyr í handli, hvussu nógv, ið eitthvørt kostar, fær ofta svar sum: "Tríggjar ein hálv"! Í sjónvarpslýsing frá stórum oljufelag verður fólki boðið at "koyra inn at fáa tvey Kit-kat fyri sjey ein hálv"! Her er fremmanda mynstrið so sterkt, at tað forðar fyri, at hvønnfallið, sum krevst í føroyskum við kostnaðartilskilan, verður ført til enda. Tað er úr donskum: "Det koster syv en halv". Betur varð sagt á føroyskum: "Tað kostar hálvafjórðu/hálvaáttandu krónu." Ella at nevna oyratalið: fimmti ella hálvtrýss!
AT "SETA HOL Á"
Á donskum ber til "at tage hul på" eitthvørt, eitt nú eitt vandamál ella eitt nýtt ár. Helst kemur tað av orðafellinum "at tage hul på en flaske", t.e. at 'seta á eina fløsku'. Nú hoyrist íðuliga, at føroyingar eisini eru farnir at "seta hol á" hetta og hatta. Nú fyri stuttum varð boðað frá, at onkur fór at " royna at seta hol á henda spurningin". So fátækt átti føroyskt mál ikki at verið við máliskur, ið siga nakað tað sama sum hetta, at neyðugt var at flyta inn slíka málsliga ómegd. Eitt er, at ómissandi er at hava góðan kunnleika í fremmandum málum og tíðum at taka upp orð og máliskur haðan, tá ið á stendur, man annað er, at eins neyðugt er at vera vakin um egið mál og ikki fløkja fremmant upp í tað, tá ið eingin tørvur er á tí. Tað at vera alkønur í øðrum málum átti at gjørt ein betur føran fyri at fjálga um sítt egið, tí tá verða munirnir eyðsæddari millum fremmant og heimligt. Tá ið tikið verður upp í málið, eigur at verða ansað eftir, at tað samtykkir við heimamálið.
"LANGA ÚT EFTIR EINUM"
Hetta er ramdonsk máliska og hevur aldri verið føroyskt. Tað skilst eitt nú av, at a framman fyri ng í hesum orði ongastaðni ljóðar sum "e" sum í upprunaorðum sum langur og langa 'leingjast'. Í orðabók Jóhannesar av Skarði er lange ud efter en týtt 'leggja til ein' og lange ud efter noget 'tríva eftir einum', og tað er væl týtt.
KLOKKUTÍÐ
Soleiðis sigst tað á føroyskum og ikki "klokkuslett", sum hoyrdist í øðrum loftmiðlinum fyri stuttum. Men her sum í øðrum førum er stílbót í at skifta ímillum.
JÚTLAND, JÚTI, JÚTSKUR
Tað er gamal rótfestur siður, at flestar tjóðir kunnu at nevna lond og høvuðslandspartar og -býir, serstakliga í grannalondum, við sínum egnu nøvnum. Soleiðis eitur meginlandið í Danmørk Jutland á enskum máli, tey, har búgva, Jutlanders, eldri Jutes, og lýsingarorðið er Jutland(ish). Eisini vit hava frá gamlari tíð havt samsvarandi nøvn og heiti á hesum landi, t.d. "millum Jútland og Rípur" í kvæðinum. Nevnast kann, at nýggja heimsatlasið, sum rætt er, hevur valt at nýta føroyska navnið á landinum. Tað er tí misfatað "kurteisi", tá ið summi enn í fjølmiðlunum hava fyri at siga og skriva "Jylland" og "jydi". Lýsingarorðið jútskur skilur seg bert frá í skrift, í munni er ljóðið eitt.
REKA FRAMUNDIR
Tey føstu orðasambondini eru kryddið í málinum, hevur onkur sagt. Tey eru ofta torførast at læra og minnast, og vandi er eisini fyri, at tey lættliga fara av lagi, tá ið tann veruleiki, sum tey eru sprottin úr, ikki longur stendur livandi fyri fólki. At reka framundir er at 'sipa til, koma við tilsipanum' um okkurt, kanska ikki so sterkt sum at skjóta framundir ella at skjóta undir vatni. Óvissa mundi valda, at í einum tíðindum varð sagt um ein, at hann "rak uppundir"…
FLÓTTI
Hetta er orð, sum tíverri er ofta at hoyra nú á døgum. Orðið merkir 'tað at flýggja, flýggjan', men hjá summum hevur tað fingið merkingina 'flóttamaður, flóttafólk, flýggjandi'. Soleiðis varð í eini tíðindasending talað um tvey túsund "flóttar" úr Bosnia. Rætt er, at í fornmáli kundu allir, sum tóku at flýggja í einum heri, undir einum verða nevndir flótti - at elta teir flýggjandi varð kallað at reka flóttann, men hin einstaka flóttamannin bar ikki til at kalla ein "flótta".
FÝLAST Á
Tað eitur at fýlast á eitt, men at finnast at einum. Ikki er óvæntað, at hesar báðar so merkingarlíku máliskur kunnu koma í bland, soleiðis at hin vanligara at finnast at smittar á hina, ið man vera óvanligari. Tað hendi eitt nú, tá ið í tíðindum varð sagt frá, at Greenpeace hevur "fýlst at" rækjuveiðini. Ella man ætlanin ikki heldur hava verið, at hesin umhvørvisfelagsskapur hevur funnist at hesi veiði, tí at fýlast á er at vera misnøgdur við góðsku ella nøgd, og ikki er trúligt, at teir hava hildið ov lítið verið veitt!
EYÐKVÆMI
Hetta snøgga og bæriliga føroyska heiti smíðaði H.D. Joensen dr. med., gamli landslækni, til hesa ógrøðandi sjúku, sum á enskum nevnist aquired immune deficiency syndrome, stytt AIDS. Føroyska heitið lýsir væl týðandi tættir við sjúkuni, t.e. av tí at órinið er avlagað, hevur smittan lætt (eyð-) við at komast (-kvæmi). Orðið hevur eisini tann fyrimun, at tað fremst (eyð-) minnir um styttingina AIDS við enskum framburði. Tað kann tykjast løgið og ikki sørt hugstoytt, at alment ráð, sum sett er til at upplýsa um hesa sótt, ikki hirðir at taka føroyska heitið í navn sítt, men nevnir seg AIDS-ráðið. Ikki ræður heldur semja um, hvussu stytta enska heitið eigur at verða sagt. Summi siga hvønn stavin sær: A-I-D-S, onnur bera tað fram við enskum ey-ljóði og onnur aftur við ai-ljóði. Hesum iva slepst undan, nýta vit føroyska heitið.
BOÐSHÁTTUR
Við sagnorði í boðshátti verða givin eini boð, sum í heitinum liggur - ein áheitan um at gera tað, sum við orðinum verður sagt. Føroyskt er so væl fyri, at sagnorðið hevur trinnanda boðshættir: 1. Í øðrum persóni í eintali - heitt verður á ein einstakan, sum ein sigur "tú" við: "Lítli mín, far og gev hundinum ein bita." 2. Í fyrsta persóni í fleirtali - áheitan á øll, ið hoyra ella lesa, hin, ið talar ella skrivar, sjálvan viðtaldan: "Førum fram yvir dalar og fjøll", sum Janus yrkir í í tróttasonginum. "Latum okkum biðja", sum kirkjubønin byrjar. Hesi háttur er hátíðarligur og ikki longur nýttur í vanligum livandi máli. 3. Í øðrum persóni í fleirtali - fleiri enn ein verða biðin um at gera eitthvørt ella eisini ein, sum ein sigur tygum við: "Komið og fáið tykkum (ella tygum) ein drekkamunn." At skifta soleiðis ímillum kann eitt mál sum danskt ikki, tí tað hevur einans boðshátt, sama, um boðini verða givin einum einstøkum, fleiri ella einum, ið "tygum" verður sagt við. Ivaleyst er, at hetta hevur havt sítt árin á føroyskt, tí ofta er at síggja og hoyra boðsháttur í eintali, har sum hann av røttum átti at verið í fleirtali, tí at boðini eru ætlað fleiri ella einum ókendum, sum ein átti at víst kurteisi. Nøkur dømi: "Halt býin reinan". "Send pakkan við postinum". "Slepp bussinum út". "Hugsa føroyskt - keyp føroyskt." Í øllum hesum førum hevði boðsháttur í øðrum persóni í fleirtali hóskað betur: "Haldið… Sendið… Sleppið… Hugsið… Keypið." Áheitanirnar eru á fjøldina ella hin ókenda einstaklingin, ikki hin kenda, sum ein sigur "tú" við. Ávirkanin uttaneftir ger ikki bara vart við seg í einstøkum tøkuorðum, men hon gongur tíðum djúpt niður í málskipanina, og tá er hon ofta verri at verja seg fyri.
ÚTLEGD
Her loyvir Orðafar sær at endurgeva brot úr minningargrein eftir Chr. Matras um J.H.O. Djurhuus í Oyggjaskeggja febr.-mars 1948, endurprentaðari í "Nøkrum mantafólkum" 1973, bls 27: "Eina ferð tók hesin borgaraheimurin hann við hørðum og rak hann á dyr, ja, rak hann í útlegd. Nú hava fólk brátt gloymt, hvat orðið útlegd merkir, bløðini, og tíverri einstakir yrkjarar við, hava havt tað um tað: at vera staddur uttanlands. Nei, útlegdin hjá Janusi var sonn útlegd, ikki kanska beinleiðis í løgligari merking. Men hann kendi seg friðleysan og griðleysan…" Nakað man enn ana eftir av hesi misfatan. Vónandi kunnu hesi orð málmeistarans sála gera sítt til at fáa hetta á beint.
KYNDIL
Ikki skuldi verið neyðugt at sagt "ein brennandi fakkul", tá ið vit eiga hitt vakra orðið kyndil. Ein logandi kyndil hevði ljóðað betur.
LJÓS
Sum onkuntíð fyrr borið við (Orðafar 25), hava summi ilt við at siga l í orðunum ljós, ljótur og ljóða. Í svenskum er hetta l heilt horvið í framburði, tó at tað enn er varðveitt í skrift (ljus, ljud). Tó at lyndi er til at lata hetta l hvørva í framburði, man enn ein fjøld av fólki lata tað ljóða, og tí skuldi borið til at bjargað tí. Tí er eftirynskjandi, at tey, sum hava til arbeiðis at tala til tjóðina, leggja seg eftir at bera hetta l væl og virðiliga fram. Tað er eitt nú ikki serliga prestaligt ikki at duga at bera fram hetta høvuðsorðið í Bíbliuni - og siga "jós", sum hoyrdist nakrar ferðir í útvarpsgudstænastu herfyri.
STEVNA
At "leggja sak" ímóti einum hevur onga grund í góðum talaðum føroyskum máli. Fyrr varð talað um at stevna einum.
REVUR OG GÆS, HUNDUR OG SMØRLEYPUR
Ein tingmaður okkara helt okkurt vera "verri enn at seta revin at passa upp á gæsnar" - ja, soleiðis segði hann orðaraðið. Hann átti at vitað, at vit eiga føroyskt orðafelli, ið sigur nakað tað sama: Ilt er at binda hund við smørleyp, ella sum Nólsoyar-Páll yrkir í Fuglakvæðinum: "Ilt er at binda svangan hund niður við smørleyp".
UM REPPIÐ
Maðurin var ikki "um reppið" at vinna, men tað var um reppið, at hann vann.