Nr. 35, mars 1993, 7. árg.
EINTAL OG FLEIRTAL
Samsvar skal vera millum grundlið og umsøgn, t.e. sagnorð í setningi, á tann hátt, at tá ið grundliður stendur í eintali, er umsøgnin somuleiðis í eintali, tá ið grundliðurin er í fleirtali, er umsøgnin eisini í fleirtali. Tí er ikki høpi í kunngerð sum "Í kvøld spæla(!) Basalt", men rætt er, sum sagt varð frá í somu sending: "Bassarnir spæla", "Víkingar spæla". Tað eitur, tá ið rætt er, Føroyar vunnu, og ikki Føroyar "vann", sum tíverri hoyrist av og á.
ISLANDICA
Hetta er navn á íslendskum tónleikaraflokki. Navnið hevur latínskt snið og verður tí framborið soleiðis: [i:s'landika] við longum i-ljóðið fremst í orðinum. Tað er tí burtur av leið at siga hetta navn við enskligum odda [ais-]. Tað er ikki mætari enn at siga fyrsta lið í navninum á hinum fræga týska tónaskaldinum Beethoven, so at tað ber upp á rím við enska orðið beetroot 'reyðrót', sum kemur fyri. Enskt hevur meiri vald á sinninum, enn gott er, og er farið at ganga donskum ein skarpan gang!
STATOIL
Ikki er hetta føroyskt navn, men tað hoyrist ofta ryggbrotið í føroyskum fjølmiðlum - eins og í norskum, eftir tí sum "Språkbrevet" til starvsfólkið í norska ríkisútvarpinum vil vera við. Fyrri liður í hesum undarliga blendingsnavni er orðið stat í merkingini 'ríki'. Tí er burturvið at siga "Statt-oil", sum tíðum hoyrist. Rætti framburðurin er [sta:t]-oil.
HUGSA UM
Lítil bati er í, at orðini sjálv eru føroysk, tá ið orðalagið er útlendskt. Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga seg skula "hugsa yvir" eitt. Hetta er alvegis óføroyskt. Á føroyskum eitur tað at hugsa um eitthvørt.
RØKT, RØKTARI, RØKTARHEIM
Danska-føroyska orðabókin sigur, at tann stovnur, sum á donskum eitur plejehjem, ber á føroyskum heitið røktarheim. Kortini fær hitt almenna sjónvarp okkara seg til at nevna eina sending "Rok á pleyguheiminum", og teir, sum eru um sjúklingar á summum deildum á landssjúkrahúsinum, vilja ikki eita røktarar, sum er sjálvsagda føroyska starvsheitið, men heldur "pleygarar", sum er bæði mishátt og óføroyskt. Um Hjørdis eitur tað í Sjúrðar kvæðum (Regini smiði), at "betur læt hon røkta hann (t.e. Sjúrð nýføddan) enn alt sítt gull í skrín", og "meira legði hon røkt á hann enn alt sítt gull og fæ". Tá ið vit eiga so vøkur og hóskilig orð, skuldu ikki verið áneyðir at leita í landsuður eftir týskættaðum málbrongli at seta í staðin.
TURKUR
Ein, sum býr í Turkalandi, er turkur og ikki "turki", sum onkuntíð hoyrist. Orðið er gamalt og rótfest í føroyskum og kennist m.a. úr søgnini um "Turkar í Suðuroy". Har stendur m.a.: "Ein stórur Turkur setti føtur í spenni". Væl eru kendar máliskur sum at "roykja/banna sum ein turkur", helst sprotnar úr gomlum fordómum fyri hesi tjóð, sum varð løgd undir alt, ið ilt var. Teir, ið her rændu, gingu undir turkanavni, men vóru heldur úr Berbalondum í Norðurafrika.
HÁLAND
Í Málteiginum í Sosialinum nr. 55 biður R. koyra formarnar Háland og hálendingur í ruskovnin! Betri er at hyggja eitt sindur gjøllari at teimum, áðrenn so harðtøkið verður borið at. Eingin ivi er um, at landsnavnið er Holland her á landi og á øðrum málum yvirhøvur, og at upprunasniðið hevur verið Holtland, t.e. skógarland, sum R. óbeinleiðis vísir á. Men formarnir Háland og hálendingur (fyrr oftast hálendari) eru serføroyskir, íkomnir eftir ljóðfrøðiligum leiðum rúma tíð, áðrenn føroyskt varð skriftmál. Svabo nevnir Háland (Haaland, lat. Hollandia), og hjá honum eitur hálendingur "hálindur" (Haalindur, lat. Hollandus). Tey koma eisini fyri sum fyrri liður í mongum staðanøvnum sum minni um vitjan teirra manna her á landi (sí t.d. Chr. Matras: Stednavne paa de færøske Norðuroyar, bls. 134). Hvussu er so henda broyting farin fram? Framman fyri l + hjáljóð verður sjálvljóð tíðum longt, t.d. albrynjaður > álbrynjaður. Er seinna hjáljóðið l, so at úr verður -ll-, verður onkuntíð stytt til einfalt -l-, t.d. alloðin > *álloðin > áloðin, alljósur > *álljósur > áljósur. Landsnavnið Holland kemur inn í somu ljóðgongd: Sjálvljóðið o í navninum Holland hevur havt sama ljóðgildi sum á í miðsniðunum álloðin og álljósur, tað er opið o-ljóð nakað sum hjá stuttum donskum å. Tá ið -ll- í Holland styttist til -l-, kemur tí av sær sjálvum, at hitt tá longda o verður til á. Soleiðis verður Holland "sjálvkravt" til Háland í føroyinga munni, ein reint ljóðfrøðilig broyting við ongum atliti at merkingarinnihaldi. Tí eigur fyrri liður í navninum ikki at koma í bland við navnliðin Há- við merkingini 'høgur' sum eitt nú í navninum Háfjall, ið lættliga kann verða hjá hinum málsøguliga ókøna. R. hevur rætt í tí, at tann merkingin gevur onga meining, tí at Háland er av lægstu londum í heimi! Vónandi hava hesi orð sannført R. og samsint um, at formarnir Háland og hálendingur eru ikki búgvin enn at verða kastað á dungan ella brend í ruskovni! Sum R. sigur, er tað ein landspartur í ríkinum, ið ber hetta navn. Ríkið alt eitur Koninkrijk der Nederlanden, í stuttum líki Nederland. Hetta navn hevur fingið føroyska sniðið Niðurlond (fleirtalsnavn!), og tey, ið har búgva, eru niðurlendingar. Men "óalmenn" hevd er enn fyri sniðunum Háland og hálendingur sum nøvnum á ríki og tjóð.
AFTUR VIÐ BORÐINUM
At lata nakað fara aftur við borðinum er nógv nýtt máliska í almennum orðaskifti og tíðindaburði. Myndin er eyðskild: Tað, ið kastað verður út av skipi, ið stevnir fram á leið, fær ikki annað enn farið aftur við borðinum. Men í seinastuni hava tað verið tey, sum hava viljað latið eitthvørt fara "fram við borðinum"! Tað fær ikki verið, uttan at skipið hevur bakkskrúvu! Annað er, at vandi er fyri at slíta tey góðu orðafellini, eisini tá ið tey verða viðfarin, sum eigur.
NØS
Føroyskt talað mál - og skrivað við - yður í óneyðugum útlendskum - eina helst donskum - máliskum og orðafellum. Eitt er at "seta nøsina upp eftir" einum um tað at vóna ella ynskja sær, ella eisini at ætla sær eitthvørt. Ikki var tað mætari, tá ið ein fyri stuttum hevði hug at "seta nøsina fram ímóti" onkrum!
HALDA Í HONDINA
Orðafar hevur fyrr víst á, at tað eitur at halda í eitt (í hvønnfalli) og ikki at "halda í einum" (í hvørjumfalli). Kortini var tað ein, sum fyri stuttum tosaði um at halda í "hondini(!)" á einari. Hann átti at hildið í hondina á henni og einki annað!
"FLEST"
"Javnaðarmenn fingu "flest"(!) atkvøður", var tað ein, sum bar okkum boð um í einum tíðindum. Hetta er ein av "afurgongunum" hjá Orðafari, sum fer at "spøkja" av og á, til komið er á beint! Teir fingu flestar atkvøður og einki annað. Hvat hava lýsingarorð í hástigi gjørt, at tey fáa ikki somu bendingarviðferð sum tey í grundstigi?! Man ikki hava staðið í tíðindafjarritinum nakað sum: "Socialdemokraterne fik flest stemmer"? Men tað átti ikki at ørkymlað ein føroying, ið hevur máloyra sítt í lagi.
"SEGL" > SIGD
Hamar og "segl" var tað ein, ið nevndi gamla sovjetska merkið. Nei, einki segl var á hesum merki, men ein akurknívur, eisini nevndur sigd. Á donskum eitur slíkur akurknívur segl.
"LØNSAMUR"
Hetta mishátta orðið breiðir seg sum eldur í deyðagrasi og sæst eisini í skrivum frá hinum almenna. Á føroyskum siga vit um eitthvørt, at tað loysir seg ella ikki.
ODDI
Orðini oddur og oddi eru hvørt sítt. Eitt ítróttalið "kom upp í oddin", frættist herfyri. Heldur átti at verið sagt, at tað kom fram á odda(n). Ein oddur er vanliga so spískur, at lætt er at stinga seg av honum, men ein oddi er fremri endi á einum liði, torvu ella fylgi. Oddafiskur og oddaseyður eru á odda.
HERÐSLA - ÁHERÐSLA
Herðsla er 'hart frost' ella 'skari' á kava. Tí er ikki beint at siga at "leggja herðslu á" eitthvørt, sum onkur málbar seg í meiningini at 'leggja tyngd ella áherðing á'. Tað, sum ætlað varð at siga, hevur helst verið at leggja áherðslu á, og tað er, sum tað eigur at vera. Eisini ber til at siga at herða á eitthvørt við somu merking.
VEKJA
"Teir máttu "vakja" summar av manningini", segði ein. Hann átti at sagt, at teir máttu vekja summar av manningini. Hitt fyrra er skeivt, hvørki meira ella minni.
TÓPRÍSUR
Onkur vildi vera við, at "tógvprísurin" var nógv lækkaður. Hetta -gv-, ið komið er av "skerpingini", vit kalla, dettur burtur framman fyri hjáljóð (uttan h). Sjógvur eitur tað, men sjórogn t.d. Tógv eitur tað, men (av somu orsøk) tóprísur. Ein handil eitur Tóbúðin, og tað er rætt føroyskt.
LØÐA
Óneyðugt mátti verið longur at tosa um at "lada [la:da] upp", tá ið vit eiga hitt góða og snøgga orðið løða.
TRÚGVA
Summi, ið koma fram fyri tjóðina, gera í meira lagi av at "trúgva" enn at halda ella hugsa. Teimum verður mælt til at lesa henda stubban í Miðvingasøgu Mikkjals á Ryggi bls. 104 (bls. 118 í 2. útg.): "Ein skipsbátur kom inn til Bíggjar at biðja hjálp. Skipið var lamið og lá nú og rakst undir bjørgunum. Bíggjarmenn skundaðu sær av stað, og boð vórðu send til Sørvágs. Nú teir koma út um Dragasund, liggur skipið fyri varpi á Víkini vestan fyri Kvívíksskor. Ruplut var í sjónum. Skiparin spurdi, um teir kundu fáa skipið inn. Tað hildu teir seg til, men so mátti vera skjótt atborið, ella fingu teir ikki kyrrindini innum. Skiparin skilti ikki svarið og sigur: "Hvad tror I?" "Trúgvin er luthersk," svarar Ólavur inni í Búri, hann helt, menninir vistu ikki, hvat land teir vóru komnir til. "Hann spyr, hvat vit halda," sigur ein annar og greiðir tað fyri skipsmonnunum."
SAMSVARSBENDING
"Hetta svarar fyri seg sjálvan", læt í einum fyri stuttum. Nú er hetta hvørkikynsorð, og tí eigur tað av røttum at svara fyri seg sjálvt!
VARIN VIÐ HVØRSFALLINUM!
Ein segði, at París var "býarinnar býur". Har vóru ikki færri enn tríggjar villur í einum orði! Maðurin mundi ætla at siga, at París var býanna býur! Og tað er ein fittur munur!
KYNDILSMENN
Tað er tað vanliga at hoyra, at limir í ítróttafelagnum Kyndli verða nevndir "kyndlamenn", við fyrra liði formliga í hvørsfalli fleirtali. Vakrari og eisini rættari hevði verið at kalla teir kyndilsmenn.
SVANUR
Soleiðis eitur fuglurin á føroyskum og ikki "svani". Tí eiga vit at siga umborð á Svaninum og ikki "Svananum". Í fleirtali svanir og ikki "svanar".