Málslig ráðgeving

Nr. 34, desember 1992, 6. árg.

Nr. 34, desember 1992, 6. árg.

MANGLA
Tann, ið skrivar málteigin í Sosialinum 28. nov. fegnast um at hava sæð onkun skriva í einum blað um "manglandi ábyrgdarkenslu", og so barmar hann seg um ta ringu lagnu, hetta "fitta" orðið hevur havt í skrift, hóast tað í mong mannaminni hevur verið til í talaðum máli, og sjálvur Svabo hevur tað í einum orðabókarhandriti sínum. So skal onkur hava eitt prik fyri tjóðskaparligt erkvisni fyri ikki at "tola" hetta orðið. Nú eina tíð hava nøkur dulnevnd nýtt henda málteig til álop á ta málstevnu, sum løgd varð fyri rúmari øld síðan av hugsjónarmonnum, ið sóu og skiltu, at skuldi føroyskt mál reisast aftur og mennast sum sjálvstøðugt mál, var neyðugt at draga mark so neyvt, sum gerandi var, millum danskt og føroyskt. Onkustaðni var at skera burtur, og aðrastaðni var at leggja afturat. Einki man vera at ivast í, at í summum er ov harðtøkið borið at, men har sum nakað verður gjørt, umberst ikki, at okkurt fer fyri skeytið, sum ikki átti.

Hin kosturin var einki at gera og lata fara, sum fór: Sama gjørdi, hvat og hvussu sagt og skrivað varð, bara "móttakarin" fataði tað, sum "sendarin" meinti, so vertin á, hvørjum líki tað var í; um annaðhvørt orðið var danskt ella útlendskt, bilti einki. Føroyska málstevnan hevur aldri verið framd við harðari hond ella einræðisskapi, men heldur hevur rátt "tigandi samtykt" um, hvat var gott føroyskt mál og hvat ikki. Skrivandi fólk gekk yvirhøvur á odda og slóðaði fyri, og hetta vaks alt so líðandi og hóvliga fram, og vit hildu okkum hava fingið rættiliga trygt og haldgott støði at gera omaná. Alt hevur hetta verið gjørt í sama anda, sum Jákup Jakobsen doktari skrivar í hinum gitna brotinum "Lidt om sproget og retskrivningen" bls. XLI-XLVI í innganginum at "Færøske folkesagn og æventyr" 1898-1901, har sum hann gevur dømi um, hvussu góð føroysk orð hava verið burturotað av sammerktum donskum orðum, og hvussu roynt verður og eigur at verða at fáa teimum innivist í málinum aftur, fyrst gjøgnum skrift. Tann, ið skrivar málteigin, sigur, at orðið at "mangla" hevur nógv víðari merkingarøki enn onnur orð við somu ella líkari merking. Er ikki orsøkin heldur tann, at tað hevur skotrað hini meira og minni til viks og hevur sloppið at breiða seg meir enn gott er? Er nøkur onnur leið gongd, enn at geva hinum orðunum ein møguleika aftur við at nýta tey í skrift og talu og gera minni av at nýta hetta óføroyska orðið "mangla"! Framburðurin norðanfjørðs – [mangla] – vísir, at tað hevur ikki gamlar røtur í máli okkara.

LATA UPP
Á donskum ber til at siga t.d. "forretningen åbner", men tað ljóðar skeivt at siga á føroyskum, at handilin "letur upp". Vit hugsa okkum heldur, at onkur letur handilin upp, og tí sigst hetta betur í tolsøgn: "Handilin verður upplatin". Somuleiðis skurraði tað í oyrum at hoyra sagt: "Nú áðrenn valhølini "lata upp"!"

VAL, "VALG"
Føroysk málrøkt hevur javnan roynt at lívga heimligt orð fyri fremmant, hevur tað verið til taks. Tá ið føroyingar fóru at velja menn á ting, var tað eftir skrivaðum donskum reglum. Gerðin at velja æt á donskum valg, og tað var ikki annað at vænta, enn at fólk fór at nýta hetta orð við "hørðum" g'i í framburði. Tá ið vit vitkaðust betur um okkara egið mál, sóu vit, at vit áttu rætta orðið bæði í kvæðum og livandi talaðum máli - "hvønn vildi tú kong tær kosið, átti tú valið á"; "hava eitt í vali"; "tað er tal og lítið val" o.s.fr. Navnorðið val stendur eisini í eyðsæddum sambandi við sagnorðið velja líkasum eitt nú tal við telja. Í langa tíð hevur val soleiðis verið almenna orðið um tað at velja á ting, til bygdarráð, í nevndir o.m.a. Orðið er eisini væl á veg komið at gerast natúrligt í talaðum máli. Men ilt er barndømi at kasta, og treyðugt so tekur onkur framkomin helst orðið "valg" í sín munn, og fáur meinskast við tað. Men í eini fyrireikaðari útvarpssending herfyri komu bæði orðini fyri hvørt um annað í einum syndarligum søpli. Her eru nøkur dømi í tí rað, sum tey komu fyri: valg, valskeið, kommunuvalg, løgtingsval, valgúrslit, bygdarráðsvalg. Her hómast hvørki skil ella regla. Tað liggur nær at hugsa, at teksthøvundurin hevur við vilja roynt at gera tey, ið lurtaðu, meira ørkymlað og ivandi, enn tey vóru frammanundan.

HURÐ, DYR
"Ein riðil av fólki kemur inn ígjøgnum hurðina", segði ein maður herfyri. Tað er hann ikki einsamallur um. Tað tykir, sum ein fjøld dugir ikki at fara um orðini hurð og dyr, sum eigur. Hurð er tann "plátan", ið gongur á hongslum í durunum (ikki "dyrnum"!). "Dartar út, dartar inn, dartar aftur í rassin sín", er gomul gáta um hurðina. At fara ígjøgnum hurðina ger eingin lættliga, uttan at tað skuldi verið av misgáum, um hurðin skuldi verið av serliga brotillum tilfari, eitt nú glasi! Ella tað skuldi verið ein fluga, ið kreyp gjøgnum eitt lyklarhol! Heldur ikki gerst at "standa í hurðini", sum mong siga. Rætt er at siga at standa í durunum. Til ber at ganga um hurðina, um dyrnar ella eisini gjøgnum dyrnar. Vit siga vanliga um bil, at hann hevur t.d. fimm hurðar, men betur umhugsað áttu vit heldur at sagt, at hann hevur fimm dyr, tí lítið man vera at rósa av, at bilur hevur hurðar. Fáur mundi viljað átt hurðaleysan bil í landi við veðurlagi sum okkara!

m.a., m.o.
Styttingar kunnu vera lúnskar hjá upplesara, ið ikki er varin um seg. Tí er tryggari at skriva orðini í fullari longd í handritinum. Maður, ið boðaði frá kykmynd, segði: "Leikarar eru "millum annað"... (og so nevndi hann leikararnar, bæði kall og konu). Hetta ljóðaði heldur enn ikki vanvirðisliga sagt um hesar góðu leikarar. Vóru tað annaðhvørt ber mannfólk ella ber konufólk við, var í lagi at siga: "Leikarar eru millum aðrar (og síðan nøvnini), vóru leikararnir av báðum sløgum, átti at verið sagt: "Leikarar eru millum onnur...". Tað er ikki sjáldan at hoyra styttingina m.a. lisna "millum annað", tá ið tað eigur at vera millum aðrar.

BONKUR, VONGUR Í FLEIRTALI
Sagt varð frá unglingum, sum høvdu flutt "benkur" í miðbýnum, og onkur tosaði um "vengur" á fugli. Hetta eru óreglulig fleirtalssnið av hesum orðum. Av røttum eita tey í fleirtali ávikavist beinkir og veingir, í hvørjumfalli beinkjum og veingjum, framburður [-ankj-] ella [-onkj-], [-angj-] ella [-ongj-] eftir bygdamálum. - Enn er eingin tíbetur farin at siga "drengur" og "strengur" fyri dreingir og streingir!

HALDA Í + hvønnfall
"Hon skal halda í "hondini" á honum" varð sagt um konu. Hetta er vanligt mistak. Sum longu ávist í 6. Orðafari stýrir halda í ikki hvørjumfalli, men hvønnfalli. Tískil átti henda kona at halda í hondina á honum.

"SAGA" EITUR SØGA Á FØROYSKUM
Norrøna (og íslendska) orðið saga verður víða um lond nýtt sum bókmentafrøðiligt heiti á fornum norrønum og íslendskum søgum. Hetta hoyrist eisini tíðum á føroyskari tungu, sagt við longum óføroyskum a [a:] og hørðum g, í fleirtali við tí mishátta sniðinum "sagair" [sa:gajir]. Hetta hóskar als ikki í føroyskum. Tað rætta er heldur at nýta samsvarandi føroyska orðið søga um hesa bókmentagrein og í hvørjum føri sær skila til, hvat slag av søgu hugsað verður um, t.d. íslendingasøgur, kongasøgur, fornaldarsøgur, riddarasøgur o.s.fr. Føroyingasøga er kvistur á hesi grein - og kundi nakar hugsað sær at nevna hana annað!
(Endurprentað úr 4. Orðafari, juni 1987)

MOSK ELLA MOSKA?
Í tíðindum hevur nýliga verið at frætta um yvirgangsgerð móti islamskum halgidómi í India. Í onkrum føri var hann nevndur moské eftir donskum, í øðrum føri bønhús, sum kortini tykir óheppið, tá ið vit hugsa um, hvussu smá og lítillátin bønhús vóru her fyrr á døgum eftir toftunum av teimum at døma. Er ikki onkur leið at "fríðka" fremmanda orðið, so at tað hóskar betur í føroyskum bendingar- og ljóðlag? Danska orðið moské, við herðing á seinna stavilsínum, hevur helst fyrimynd í franska orðinum mosquée. Á arábiskum eitur tað masdjid við herðing fremst á orðinum. Merkingin er 'staður, har ið tilbiðið verður'. Enska orðið er mosque, framborið [mosk]. Ein gongd leið var eftir enskum at latið tað verið mosk, sterkt bent kvennkynsorð, bundið moskin, í fleirtali moskir, men kj-ljóðið órógvar kanska oyrað á summum! Onnur leið var at gjørt sum íslendingar og havt tað sum veikt bent kvennkynsorð moska, flt. moskur. Hetta verður latið tíðindafólki og øðrum til vinaliga umhugsan!

HVØRT AV SÍNUM
Soleiðis siga vit á føroyskum og ikki "eitt sindur av hvørjum" ("lidt af hvert"!)

SAMDUR VIÐ EIN
Á sama hátt, sum vit siga at semjast við ein, eiga vit at siga t.d., at hann er samdur við hann/hana (hvønnfall). Tað tykist næstan vera vorðið "reglan" hjá summum at vera samdur ella ósamdur við "einum", sum konan segði nú ein dagin: "Eg eri ikki ósamd við "tær"(!)". Hon átti heldur at sagt: "Eg eri ikki ósamd við teg". Hetta lærist sum alt annað, eru hugur og vilji til.

FJÓRÐI HVØR
Soleiðis er orðaraðið í føroyskum, tá ið rætt skal vera. Tað ljóðar bæði rangvørgt og óføroyskt, tá ið sagt verður t.d. "hvørt fjórða barn".

"MINSTIPRÍSUR"
Hetta er ikki skilvíst orð. Prísur fær ikki verið "stórur" ella "lítil", men heldur høgur ella lágur. Tí var skilabetri, um tað heldur varð nevnt lægstiprísur ella uppaftur betur lágmarksprísur, ið hevði hóvað væl saman við orðið hámarksprísur, sum longu er gamalt í málinum.

ADVENT, ATVENT [ad-/ead-/eatvent]
Soleiðis eita tær fýra vikurnar fyri jól. Orðið er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av adventus Domini 'koma Harrans', av fyrisetingini ad 'at, til' og sagnorðinum venire 'koma'. Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var jólafasta ('jólaføsta'). Tá hevði fólk - sum føroyingar eisini til fyri stuttum - bindindi at bíða við jólahaldinum, til jólini komu. Tað var eisini, áðrenn handilsskapur og "frælsur" marknaður tóku upp á seg at røkja fólksins tímiliga og andliga lív. Orðið advent (eisini stavsett atvent) hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt [advent] við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella [ead-/eatvent] við tvíljóðandi a sum í orðinum at. At siga [a:dvent] við longum óføroyskum [a:], sum nú hoyrist av øðrumhvørjum munni í útvarpi og sjónvarpi, er spildurnýtt og man vera nýkomið úr donskum. Ikki man heldur vera sørt, at prestar og deknar eru farnir at taka eftir hesum nýggja máta at siga hetta orð.

MANDLUGÁVA
Hetta er hugtak, sum eisini er farið at hoyra føroyskum jólum til, men ikki verður tað altíð beint orðborið, hevur hoyrst og sæst nakrar ferðir í fjølmiðlunum hesar dagarnar. "Mandilgáva" hevur tað verið nevnt av summum. Hetta er danska orðið mandelgave illa flutt yvir í føroyskt. Tann, ið er so heppin at finna heila mandlu í rísgreyti ella mandlurísi, fær hesa góðu gávu, skilst. Henda frukt eitur á føroyskum máli mandla, sagt [manla], og er kvennkynsorð. Tí fær henda gáva ikki itið annað enn mandlugáva á røttum føroyskum - og minnist til: Latið ikki d'ið ljóða!