Málslig ráðgeving

Nr. 33, november 1992, 6. árg.

Nr. 33, november 1992, 6. árg.

UPPVØRPA OG GLÆRA
Nýggj tøkni krevur nýggj orð. Hetta henta tólið, ið nýtt verður í skúlum og við fyrilestrahald at varpa upp tekst og myndir á hvítt tjald uppi á bróstinum eitur á enskum máli overhead projector, og soleiðis eitur tað enn á skandinaviskum málum. Eftir uppskoti frá málnevndini eitur tað uppvørpa á føroyskum. Tunna klára blaðið til tekst og myndir nevnist glæra eftir íslendskum, men eisini við rót í føroyska lýsingarorðinum glærur, ið merkir 'klárur, gjøgnumskygdur', sum eisini er fyrri liður í orðinum glærfiti 'klár fiti', mótsett tálgarfiti. Orðini uppvørpa og glæra - bæði kvennkynsorð - hava fingið góða undirtøku í skúlum og aðrastaðni. Sagt verður við hesum øðrum áhugaðum frá orðunum. Nýliga varð spurt um, hvussu orðið glæra verður stavsett. Tann, ið spurdi, hevði skrivað tað við a, setti tað í samband við orðið glar, men so er ikki. Rætta stavsetingin er sum her frammanfyri ávíst.

KLÚGVA - KLÍVA
- Eingin "kleiv" í tvey á fundinum við løgmann, varð sagt okkum bæði í útvarpi og sjónvarpi herfyri. Tað eitur at klúgva í tvey, og tátíðin í eintali er tí kleyv (sbr. t.d. lúgva:leyg, súgva:seyg, súpa:seyp). Kleiv er tátíð í eintali av klíva, ið merkir at 'klintra', sum bendist soleiðis í høvuðsheitum: klívur, kleiv, klivu, klivið. Hetta sagnorðið er sjáldsamt vorðið, "gloypt" at kalla av orðinum klúgva. "Hann er argur at klíva", sigst enn eitt nú í Fugloy, men annars verður roynt at halda lív í orðinum í skrift. Óvist er, um tað aftur fær fest røtur í talaðum máli. Við orðið at klúgva er skylt navnorðið kleyv (t.e. eitt, ið klovið er), og við klíva navnorðið kleiv (t.e. uppgongd í brattlendi).

"AVLEVERA" > SENDA
Føroyskt ítróttamál er nógv framfarið seinastu árini. Eitt føroyskt valaorð fyri og annað eftir er komið í staðin fyri útlendsk orð, sum lítið prýði hevur verið í. Sumt anir tó eftir, sum gott hevði verið at fingið skift um við snøgg føroysk orð. Her verður serliga hugsað um sagnorðið "avlevera" og samsvarandi navnorð "avlevering" um tað at senda partamanni bóltin á ávísan hátt. Ja, nú kom orðið mestsum av sær sjálvum: at senda bóltin. Hetta einfalda og lætta orð hevur Orðafar funnið í íslendskum, haðan mangt gott orðið ella hugskotið til orð er komið bæði fyrr og seinni. Navnorðið gevur seg sjálvt, tað er sending fyri "avlevering". Eins einføld orð eru í enskum, málinum, sum ljóðaði yvir vøggu fótbóltsins: pass og pass(ing). Dømi: "Ari sendir Torkili bóltin". "Hatta var ein rimmarsending hjá Ara."

GRAVA
Hetta er av røttum sterkt bent sagnorð, í høvuðsheitum grevur, gróv, gróvu, grivið. Henda bending hevur í nýggjari tíð fingið kapping frá veikari bending: gravar, gravaði, sum rættiliga vanligt er, sbr. t.d. bjóðaði, sum nú er kanska vanligari enn beyð, tátíð í eintali av bjóða. Enn er veika bendingin av grava helst ikki so fastgrógvin, at hon átti at sloppið at beint heilt fyri hini sterku, sum kennist bæði bæriligari og rættari enn hin veika.

"INNIBERA"
Nú eru menn farnir at stúra fyri, at norskt sjónvarp kann "spilla" tað danska hjá okkum, men hvør hugsar um tað stóra trýst sum móðurmál okkara javnt og samt liggur undir av donskum! Bara at lurta eftir ávísum monnum eina lítla løtu gevur dømi í hópatali. Eitt, sum teir tveita við í tíð og ótíð, er orðið "innibera". - Hvat "inniber" tað? spyrja teir. Føroyskt er tað ið hvussu er ikki. Tað mátti borið til at orðað tað øðrvísi, t.d. - Hvat hevur tað við sær? Hvat stendst av tí? Hvat liggur í tí? Hvat býr undir?
o.m.a.

''INNGANGA'' AVTALU
Somuleiðis hava summir tikið sær fyri at siga at "innganga" eina avtalu í staðin fyri rætt og slætt at gera avtalu ella at avtala. At innganga (og íganga) er longu til í málinum í merkingini 'viðganga'.

"VÍÐARI"
Tað hevur leingi verið vani - ella óvani! - hjá summum at tala um at fara "víðari", tá ið meint hevur verið við at fara longri fram, at halda fram el. tíl. Tá ið vit á føroyskum siga at fara víða, liggur í tí, at farið verður í ymsar ættir, higar og hagar um eitt stórt øki, men ikki at fara fram eftir beinari gøtu. Nú ið nýggj bindingarbók kom út, skrivaði blað í yvirskrift: "Vit binda víðari". Fyrsta, ið kom til hugs, var at nú skuldu bundin pløgg vera víðari, kanska tí at nýggjasti mótin kravdi tað, men av tekstinum skiltist, at tað meintist við, at nú var at halda fram at binda, at binda meira.

"FORHANDLA"
Nú var komið so væl áleiðis við at siga og skriva at samráðast um sáttmála, men nú eru tað tey, ið eru dottin niður á aftur at "forhandla" sáttmálar.

"UPPSIGA" OG "NIÐURLEGGJA" O.TÍL.
Hetta eru orð, sum tí verri eru ofta at hoyra og síggja hesa trongdartíð, vit nú liva. Tað kann tykjast smávandið at vísa á, at ikki er rætt farið við orðunum, sum tey standa her omanfyri. Tað rætta er, at tey eru leyst samansett og ikki fast sum her. Tí eitur tað at siga upp og leggja niður, men í tátíðar lýsingarhátti rennur saman, og verða tá sniðini uppsagdur og niðurlagdur.

"Í LEYPI AV"
Tað er lítið prýði í at hoyra menn framman fyri allari tjóðini siga eitt nú "í leypi av vikuni". Hetta er óføroyskt, hitt danska i løbet af rátýtt. Í staðin kundu vit sagt í vikuni.

''LÁGALDUR"
Við hvørt hoyrist um "lágaldur" um aldursmark niðureftir í sambandi við revsing. Tað er misfatað at nevna hetta soleiðis á føroyskum. Á donskum eitur tað lavalder, men fyrri liður í hesum orði er ikki lýsingarorðið lav 'lágur', men tilbrigdi av navnorðinum lov 'lóg'. Orðið merkir so statt 'aldursmark ásett við lóg', og í føroyskum løgfrøðimáli eitur tað lógaldur.

"DAGEN DERPÅ"
Vit føroyingar hava mangir ein merkiligan hug til at taka til á útlendskum máli, tá ið okkurt er um at vera. Soleiðis segði ein herfyri, at ávísur dagur mundi vera "dagen derpå" hjá mongum føroyingi. So segði maðurin: "Tað er seinnidagur hjá mær".

"SETA HOL Á"
Tað er ikki sjáldan at hoyra fólk tala um at "seta hol á" eitthvørt, tá ið tey fara í holt við okkurt nýtt. Aftur læntar fjaðrar, tí aftanfyri hómast danska orðafellið at tage hul . Myndin man vera tikin frá t.d. tí, at seta á eina fløsku (at tage hul en flaske). Tað er so galið, at onkur hevur sagt nakað sum at "seta hol á" eitt nýtt ár!

HON LIVDI "SKJÓTT"
Hetta segði onkur um filmstjørnu, ið doyði ung. Mundi tað ikki vera hitt enska to live fast, ið stýrdi tunguni. Betur var tað ósagt.

"SJÚGVA" TIL VIKS
Til ber at sjúgva ein hund burtur, men at skúgva okkurt til viks. Tað mundi vera hetta seinna, ið høvundurin ætlaði at skriva.

SKAL KEKKOSLOVAKIA FRAMVEGIS VERA EIN "TJÓÐ"?
Hesin spurningur ljóðaði í oyrunum fyri stuttum. Eitt land ella ríki fær aldri verið ein tjóð, men fólkið í landinum er tjóð. Í Kekkoslovakia eru tvær tjóðir, kekkar og slovakar. Á enskum verður eitt land ella ríki stundum nevnt nation. Okkurt tíðindafjarritið man tað vera, ið hevur birt upp undir henda óføroyska spurning.

"HUGSA UPP Á"
Tað eru fleiri føroyingar enn færri, ið nú "hugsa upp á" hitt ella hetta. Man tað ikki vera danskt at tænke , ið hómast aftanfyri. Betur ljóðar at siga at hugsa um eitthvørt.

STANDA Á JØVNUM
Ikki ljóðar so væl, at "Bush og Clinton standa á jøvnum", men betur mundi ljóðað, at tað stendur á jøvnum hjá Bush og Clinton.

HEIMKOMA!
- Vit skulu heim aftur á klettarnar og hoyra "Simma og tey" syngja "We are sailing along"!

YTRIBANKI OG YTSTIBANKI
Landsstýrið hevur saman við Føroya Skúlabókagrunni givið út kort av landleið okkara og havinum uttanum. Nýtt er, at føroysk nøvn eru komin í staðin fyri útlendsk innan fyri sjómarkið. Bill Bailey's Bank eitur nú Ytribanki og Lousy Bank eitur Ytstibanki. Tað er at vóna, at nýggju nøvnini fáa góða móttøku, eitt nú hjá veðurtænastuni, so at navnið Ytribanki kemur í staðin fyri Bailey í veðurtíðindum.

UMLOYSUR
Í einum av bløðunum stóðu hesi orð yvir eini grein "Frynsurnar detta burtur" og niðri í greinini " ... fyrimunirnir og frynsurnar frá 80-árunum detta burtur". Við skomm at siga frá er gloymt at fáa orðið við í føroysku-donsku orðabókina og eykabind hennara, men Jóhannes av Skarði hevur verið heppin at fáa tað við í donsku-føroysku orðabókina og somuleiðis Annfinnur í Skála og teir í ensku-føroysku orðabókina. Í báðum bókum er frynsur sterkt bent kallkynsorð og ikki veikt bent kvennkynsorð sum í blaðnum. Tað er eisini tað snið, sum man vera tað vanliga. Tí átti at staðið: "Frynsarnir detta burtur". Men hvat frynsar eru hetta? Her man vera hugsað um tað, sum á donskum eitur frynsegoder eftir enskum fringe benefits. Í ensku orðabókini er tað týtt 'óbeinleiðis lønargóði, snøklar; T bein'. Hetta er vist beinrakið, men Orðafar fer at loyva sær at vísa á eitt annað orð, sum hevur nógv av tí merkingarinnihaldi, sum fringe benefits hevur í sær. Orðið er umloysur, kvennkynsorð í fleirtali, og til upplýsingar verður endurgivin orðabókargreinin um orðið:

 

umloysur f pl små, spredte (og mere tilfældige) ekstrabidrag el. -ydelser; hvad der (stykkevis, mere tilfældigt) føjes til ens hovedarbejde el. -indtægt, biindtægt (ekstra-), ben, accidenser, emolumenter, sportler; ekstrafoder (græs fra spredte småstykker o.lign.), også: småpartier i indmarken, hvor høslæt er besværlig (ótøki el.lign.); om en, der altid har mange ting at tage vare , har travlt, kan siges: hann hevur so nógvar -l. at gera

VÍSINDI
Sum "spyril" rætt vísir á í málteigi í Sosialinum (nr. 213, 7.11.92) er orðið, sum her stendur omanfyri, fleirtalsorð í hvørkikyni, eins og t.d. tíðindi. Orðafar hevur havt hetta frammi fyrr, men tað er eyðsæð neyðugt at minna á tað aftur. "Vísind" og "vísund" sum kvennkynsorð eru og verða skeiv. Dømi um rætta nýtslu: Læknavísindini eru nógv framfarin seinastu árini.