Nr. 32, oktober 1992, 6. árg.
VÁTLIGUR
Í einum einstøkum orði í eini forsíðuyvirskrift vóru tvær leiðiligar málvillur. Har stóð ovast á breddanum við stórum kleppastøvum: MENN ERU VÁTTLIGASTIR. Í orðum við eftirskoytinum -ligur skal fyrri liður vera í stovnsniði. Stovnurin í lýsingarorðinum vátur er vát- og ikki "vátt-". Tí eigur orðið at verða stavsett vátligur, tá ið rætt skal vera. Annað er um orð sum t.d. munnligur og stuttligur. Í teimum eru fyrru liðirnir í stovnsniði munn- og stutt-. Tí hava tey tvey hjáljóð framman fyri eftirskoytið -ligur. Men tað hevur ikki eitt nú orðið dámligur, tí at har er stovnurin dám-, sbr. orðini dámur og dáma. Hvør er so hin villan? Tá ið lýsingarorð stendur í hástigi sum her, verður meint við minst trý, men sløgini ella kynini eru sum kunnugt ikki fleiri enn tvey - mannfólk og konufólk. Tá ið tað ræður um samanburð millum tvey, eigur at verða tikið til miðstigið. Tí eigur yvirskriftin av røttum at ljóða: MENN ERU VÁTLIGARI (t.e. enn konur). Danskt og enskt hava mist ráðini at gera henda fína mun og nýta bert hástig í tílíkum førum. Men føroyskt eigur enn henda møguleika, og vit eiga ikki at lóka hann burtur í óráðtøknari eftirapan eftir fremmandum fyrimyndum.
BLÁSA
Í einum tíðindum ljóðaði, at í umbúna var at "blæsa" lív í aftur eina fyritøku, sum var farin á húsagang. Vónandi var hetta mismæli, men í seinastuni hevur hetta skeiva navnháttarsnið tíðum verið at síggja og hoyra, so vert er at siga til, áðrenn tað festist. Í donskum eitur tað at blæse í navnhátti, men í føroyskum er navnhátturin at blása. Í nútíð er bendingin: eg blási, tú/hann blæsur (eldri: blæs), vit/tit/tey blása, í tátíð: blásti (eldri: blæs), í tátíðar lýsingarhátti blástur/blást (eldri: blásin/blásið). Enn er blásin til sum lýsingarorð við merkingini 'trútnaður, hovnaður'. Tað er at vóna, at hesar reglur kunnu gera sítt til, at navnháttarsniðið "blæsa" verður avlagt aftur. "Blás í hornið Ólivant", kvøða vit. Vóru vit betur at okkum í kvæðunum, mundu vit verið væl betur fyri í móðurmálinum.
ANNAR - HIN
Talað varð um tveir skúlar í eini oyggj. Okkum varð sagt at 'tann eini" skúlin var í bygdini S. Hetta er so óføroyskt, sum tað fær verið. Tá ið danir tala um tvinnanda lutir hvønn eftir annan, siga teir "den ene" og "den anden". Vit siga á føroyskum annar og hin: Annar skúlin er í S. og hin í H. Eisini sigst, at annar skúlin er í S. og annar í H., men tað er helst óvanligari nú á døgum. Eisini tá ið ein verður nevndur burtur úr fleiri, hoyrist ofta sagt "tann eini" um henda, men tað er ikki beint. Tá eigur at verða sagt ein ella ein teirra. Tá ið vit siga tann eini, eru ikki fleiri enn ein!
ANDLIT
Væl er, at hetta orðið aftur hevur fingið innivist í málinum og er so smátt farið at ota hitt óføroyska orðið "ansikt" burtur. Men vandi er í hvørjari vælferð. Máliska kann á skræðuni vísa seg at vera føroysk, men innanundir er hon fremmand. Drongur í eini sending las upp úr teksti, har ið stóð: "Mamma hevur vaskað mær um andlitið". Hetta hevur leingi itið á vanligum føroyskum at vaska sær um eyguni, og lappin, ið vaskað verður við, eitur eygnalappi. Lítið er vunnið við at nýta góð føroysk orð, tá ið orðalagið er óføroyskt. Skoytt kann verða uppí, at nú verður vanliga sagt at "vaska hendur" í staðin fyri at vaska sær um hendurnar. Eisini at "vaska hár" í staðin fyri at vaska sær í høvdinum. Vendist aftur her?
ETA - SÚPA
Á føroyskum verður skilt ímillum at eta og súpa, hitt fyrra um átumat og hitt seinna um spónamat. Danskt og enskt hava eittans orð um hesi bæði, spise/eat. Hetta hevur kanska fingið summar føroyingar at tala um at "eta" súpan, greyt og annan slíkan mat. Hetta er spell og ger málið tað fátækari!
Í ANDALEYPI
Onkur vildi vera við, at alivinnan "stóð í andaleypi". Vanligt hevur verið at siga at liggja í andaleypi.
MEIRVIRÐISGJALD
Soleiðis eitur nýggja skattaskipanin, sum brátt kemur í gildi. Hetta orð er beinleiðis týtt eftir donskum merværdiafgift og lýsir helst væl tað fyribrigdi, sum tað skal vera heiti á. Í donskum er eisini ein stuttformur moms, og fylgnir, sum vit føroyingar eru, hevur tað fest rættiliga djúpar røtur í talaðum máli sum kallkynsorðið "momsur", men hetta er sjálvandi ónýtt orð hjá hinum almenna í Føroyum. Nýggja føroyska heitið varð beinan vegin stytt til MVG, helst eftir fremmandari fyrimynd - á enskum eitur tað VAT: value-added tax og á donskum sum nevnt moms. Men føroyska styttingin sigst ikki sum eitt orð, men hvør bókstavur ljóðar sær í framburði. Men tíðindalesarar og onnur eiga at hugsa um, at alt orðið meirvirðisgjald er at kalla einki drúgvari at siga enn styttingin MVG (fýra stavilsi móti trimum). Annað er, at tað kann vera leiðiligt at skriva orðið í heild, tá ið tað kemur ofta fyri í eini grein ella vøruyvirliti. Hevði tað ikki verið minni áleypandi, um tað í staðin varð skrivað við smáum bókstøvum (mvg)?! Lítið skil er í at skriva "MVG-gjald", sum stundum sæst - síðsti stavurin G stendur fyri gjald! Hetta er av sama slag sum EDV-viðgerð, sum við hvørt er at síggja! Orðafar mælir loftmiðlingum til í sendingum at siga alt orðið og ikki styttingina MVG/mvg. Styttingafrumskógurin er nóg villingarsamur, sum er!
SERBAR OG KROATAR
Reglan er tann, at tjóðarheiti á føroyskum yvirhøvur eru í óbundnum sniði, tá ið ikki er um ávísar persónar at røða, t.d. føroyingar, bretar, hetlendingar, men vanliga bundin á donskum: færingerne, britterne, shetlænderne. Munnu tað vera donsku tíðindatekstirnir, sum loftmiðlar okkara fáa um fjarskrivararnar, gera tað, at teir so ofta siga "serbarnir" og "kroatarnir" í staðin fyri serbar og kroatar, ið betur mundi ljóðað í føroyskum oyrum.
FRAKLAND
Soleiðis hevur hetta land itið í øldir á føroyskum máli. Á fornum norrønum eins og nútíðaríslendskum er navnið Frakkland, men av einihvørji orsøk styttist langa ella tvífalda k'ið eins og t.d. fornnørrønt okklar (fleirtal av okkli ) verður til øklar. Framman fyri kl leingist sjálvljóð norðanfjørðs, t.d. í orði sum kvaklast. (Sunnanfjørðs er sjálvljóðið stutt og kl sagt [gl]: [kvaglast]. Rætt er at virða hesa søguligu málbroyting í føroyskum og siga Frakland [freak-] í staðin fyri "Frakkland", sum leingi hevur ljóðað. Heldur er einki, ið mælir við fremmanda navnsniðinum "Frankaríki", sum onnur hava tikið upp í seinastuni. Eftir gomlum hoyrir framburðurin [freak-/freagland] til norðan fyri Skopunarfjørð og [fragland] sunnanfyri. Tó man nú hin fyrri framburðurin við [ea] vera við yvirvánan yvirhøvur.
Í HOYNA
er tíðin, tá ið hoyggjað verður, í august-septembermánaði. Tað er eisini navn á mánamánaði um tað leitið - í ár 28. august til 25. september. Nú er tann misfatan íkomin hjá summum, at hetta er navn á sjálvum hoyggjarbeiðinum. Undir mynd av fólki, ið hoyggjar, kann standa eitt nú "Fólk í hoyna"! Heldur átti at staðið: "Fólk í hoyggj". Í hoyna kann ymist annað vera enn bara hoygging - ikki er sjáldan, at grind kemur í hoyna.
KLØUR OG NEGL
Sagt varð frá fólki, ið kom við hundi sínum til djóralækna at fáa honum "neglinar" kliptar. Ikki vistu vit annað, enn at hundur hevur kløur, í eintali klógv.
"KOMA TIL SKAÐA"
Í tíðindum um vanlukkur, sum ikki eru sjáldsom, tíverri, verður ofta sagt frá fólki, ið "kemur til skaða". Hetta ljóðar rangvørgt og óføroyskt. Nóg mikið mátti verið at sagt at "fáa skaða".
BESTUR PRÍSUR
Í tíðindum varð sagt, at Strembingur fór at selja, har sum "best" prísur fekst fyri fiskin. Aftur eitt skelkandi dømi um, at mál okkara er á skjótari ferð út í endinga- og bendingarloysi! Væntandi fer hann at selja fiskin, har sum bestur prísur fæst fyri hann!