Málslig ráðgeving

Nr. 31, apríl 1992, 6. árg.

Nr. 31, apríl 1992, 6. árg.

"STER", STARI - ELLA STAR?
Tungvunið er at koma burtur úr teirri gomlu vanahugsan, at nøvn á ymsum likamslutum og brekum helst eiga at vera óføroysk, tá ið "fínt" skal vera. Hví so er, vita vit væl, men tó at okkara tíð hevur sæð valaverk útint til bata - hugsað verður serstakliga um stóru læknabók Hanusar fyrrverandi landslækna - er ikki at vænta stórbroyting í bræði. Mangt er, ið forðar, eisini av sálarfrøðiligum slag. Vanin krevur sítt, og dirvi skal til at vera "so føroyskur". Nú ein dagin frættist, at vandi var fyri, at mong fóru at fáa "gráster", tyntist osonlagið meira, sum vandi sigst vera fyri. Her anir eftir av ómegdini, sum kemur til sjóndar við at flyta donsk orð óviðgjørd inn í mál okkara. Hetta er danska orðið stær, ið býr undir. Tað er av tilvild, at tað er samnevnt við hin kenda fuglin, og tað hevur helst fingið føroyingar at lata eygnasjúkuna eita "stari"! Sannleikin er heldur tann, at danska orðið "stær" er ikki navnið á fuglinum, men komið av týskum "star", ið merkir 'stívleiki' og er tá skylt við sagnorðið at stara, t.e. 'hyggja stívt, við stívum eygum'. Tað eyðkennir eisini tann, ið er starblindur. Alt hetta mælir við, at vit heldur kalla hesa eygnasjúku star, sterkt bent hvørkikynsorð sum t.d. far, og ikki blanda fuglin staran uppí; hansara navn er av alt aðrari rót, man sipa til ljóðið av láti hansara. Tvinnanda sløg av stari eru til, grátt star ella grástar (katarakt) og grønt star ella grønstar (glaukom).

"STÝRINGSAMBOÐ", STÝRINGARBÓLKUR > STÝRINGAR-
Stýring er kvennkynsorð, og endingin er tí ikki -s men -ar í hvørsfalli. Orðini í yvirskriftini eru tí ímóti føroyskum málreglum. Tað, sum villir, man vera, at í donskum er bert ein hvørsfalsending til, og hon er -s. Tað at Janus skald eina ferð til tess at bjarga ljóðfallinum í eini yrking tók sær tað skaldaloyvi at taka til orðið siglingsferð í staðin fyri siglingarferð, ið er málsliga hitt rætta, hevur av summum verið misnýtt sum próvgrund fyri at bróta føroyska málreglu og hava hvørsfall við endingini -s í tílíkum orðum. Rætt er í slíkum førum at kanna, hvussu er vorðið við upprunaorðum av hesum slag. Dyrgingarbátur, finningarfiskur og bindingarkona eru tílík orð. Tey kennast sjálvsøgd og reglulig, og fáum føroyingi mundi dottið í hug at sagt ella skrivað "dyrgingsbátur", "føringspartur" og "bindingskona". Líka so eyðvitað átti tað at verið hjá stjórnmálamonnum okkara at sagt og skrivað, at fíggjarlógina kunnu teir nýta sum stýringaramboð, og at teir seta ein stýringarbólk at halda skil á fíggjarmálum okkara. Hetta er spurningur bæði um málkenslu og skilaliga hugsan. At enda: Ikki fólki at siga, kallkynsorð við endingini -ingur hava hvørsfalsendingina -s, t.d. studningsskipan, førningstorv.

TANGSPÓGVI
Norðan fyri Skopunarfjørð verður stavasamstøðan -ang- framborin [eng], men undantøk eru í serførum frá hesi meginreglu, t. e. tá ið g tíðliga í tíðini við ljóðlíking er samanrunnið við hjáljóðið aftaná. Soleiðis eitur fuglurin, ið skrivast tangspógvi, ikki [teng]spógvi á hesum leiðum, sum væntandi kundi verið eftir skriftmyndini, men [tan]spógvi. Hjá Svabo eitur hesin fuglur tanspógvi, og hann skrivaði orðini, sum tey vórðu søgd á hansara egna máli, vágamáli. (Gevið gætur, at á hansara døgum varð ó framman fyri gv framborið sum ø norðanfjørðs; seinni fer tað at ljóða sum e í hesi støðu.) Nevnt kann eisini verða, at fyrri liður í orðinum tangbjølla (rótin á tangi) norðanfyri verður sagdur [tam-] og ikki [teng-]. Hetta eru minni úr eini tíð, áðrenn -ang- varð sagt sum [eng]. Í Vágamáli eitur langskel langfiskur, sagt [lan]fiskur.

KYNDLAGONGA
Hetta vakra orð hevur nú verið so leingi at hoyra í máli okkara, at ikki mátti verið neyðugt at lýst við "fakklagongu" í almennum boðmiðli.

FÝLAST Á
"Fýlst hevur verið "at" samráðingarmonnunum" varð onkrum sigandi fyri stuttum. Víst verður til 15. Orðafar, har sum sagt verður frá, at rætta orðingin er at fýlast á eitt. Ivaleyst er hetta árin frá máliskuni at finnast at einum.

GRAVA
At grava er sterkt bent sagnorð: grevur, gróv, gróvu, grivið er bendingin í høvuðsheitum. Eftir útlendskum fyridømi eru summi farin at benda hetta orð veikt: gravar, gravaði. Enn átti henda veika bending at verið so mikið "fesk", at ikki tykir ráðiligt at nýta hana í vandaðum stíli sum t. d. í tíðindasendingum. Hetta helt ikki tann, sum segði, at bjargingarmenn hava "gravað"(!) lík upp, ella hin sum segði, at eitrandi burturkast er "gravað" niður. Her var grivið hitt bæriligara sniðið. "Eystantil undir heyginum, / ið dreingir reika á fold / har gróvu teir tað ljósa lík / niður í døkka mold." Mundi nakar kunnað kvøðið "gravaðu"? Ikki bert ørindislagið mælir ímóti, men innasta stílkensla okkara. Hetta er ikki "fornmál", men livandi nútíðarmál!

SKRÚVA SAMAN
Í máli sum mongum øðrum ger fyribrigdið móti vart við seg. Er eitt orð ella tiltak "slitið", so er at finna okkurt nýtt, sum so verður ligið á, til tað aftur hevur mist megina og aftur okkurt nýtt má verða funnið í staðin. At seta saman er nú vorðið so litleyst, at nú má tað eita at "skrúva saman" í staðin. Hetta er mótaorð í donskum í løtuni (skrue sammen). Nú tykjast royndir verða gjørdar at "ríka" føroyskt mál við tí. Ið hvussu er, var tað ein, sum ein morgunin bar tíðindi um ein mann, sum visti, "hvussu ST og trygdarráðið eru "skrúvað saman"! Kunnu vit ikki lata danir hava okkurt í friði! Kanska teir so smátt eru farnir at keðast av hesum, tí fyri stuttum hoyrdist ein tala um, hvussu ein sjónvarpssending var "strikket sammen"!

STØRSTUR
Tað, sum stóð um hetta aftast í Orðafari 29, hevur ikki rinið við ávísar blaðmenn. Vaknið nú við og skrivið ikki longur "stórstur" men størstur (við ø og ikki við ó)!

GLAÐUR UM
Tað tykist ikki hava gjørt stórvegis mun, sum víst varð á í seinasta Orðafari, at óføroyskt er at siga og skriva at vera "glaður fyri" okkurt. Tá ið rætt skal vera, eitur tað at vera glaður um okkurt.

NIÐAN Í HAGAN
Í barnamáli í miðjum landi bera hesi bæði orðini í yvirskriftini upp á rím. Men nú er markið millum barnamál og vaksnamannamál farið at kámast við lít, so nú ikki er óvanligt at hoyra vaksin fólk, sum eiga hús, bil og bát, royna seg við slíkum "rímorðum". Í sagnorðum sum draga, laða, ræða, tæga og fræa og bendum formum av ymsum navnorðum og lýsingaraorðum o.ø. (t.d. skaða, frægan, uttarlaga) verður fyrra a/æ-ljóðið sagt sum eitt "opið" e. At siga t.d. [dri:a], [li:a], [ri:a] o.s.fr. kann ljóða "fitt" sum barnamál, men tað eigur ikki at hoyrast av vaksnamannamunni og tá síðst av øllum í loftmiðlum okkara. Líkt brek er at lata huga og sáa bera upp á rím, sum sást í eini yrking í einum blaðnum herfyri.

FISKIKLØUR
Klógv eitur kløur í fleirtali, sagt [klø:vur] norðan fyri Suðuroyarfjørð, men í Suðuroy sagt sum tað skrivast. Somuleiðis er fiskiklógv fiskikløur í fleirtali - og ikki "fiskiklógvir", sum onkur vildi vera við í útvarpinum 20. januar.

NJÓTA og NÝTA
Hetta eru tvey ymisk orð, tó at tey eru komin av somu rót. Hitt fyrra er sterkt bent: nýtur neyt nutu notið og hitt er veikt bent: nýtir nýtti nýtt. Njóta merkir nakað sum at 'hava gleði og gagn av' einum. Nýta merkir at 'gera nýtslu úr, brúka'. Fyri eini tíð síðan varð sagt frá manni, ið hevði verið fyri onkrum gleðiligum, at "hann varð sitandi og "nýtti" hesa sælu stund". Eftir øllum at døma meinti maðurin, at hann neyt hesa stund. Latið okkum ikki í gáloysi lóka burtur slíkar týðandi munir í málinum.

AGURKA
Til fyri fáum árum varð navnið á hesum ávøksti veikt bent: ein agurka, tvær agurkur. Á donskum er navnið agurk. Fylgin sum mong okkara eru, er ein fjøld nú farin at nýta stuttformin "agurk" eisini á føroyskum. Stórur partur av eini morgunsending varð vígdur hesum grønmeti, og har æt tað "agurk" og einki annað. Hvat so við fleirtalinum? Sterkt bend kvennkynsorð fáa endingarnar -ir og -ar í fleirtali. Seinni kosturin tykist ótøkur. Hvussu tá við hinum fyrra? "Agurkir" gevur [kj]-ljóð framman fyri endingina, so hetta ber heldur ikki til. Agurkur er tí einasta tøka fleirtalssnið. Skilvís avleiðing er tí eintalssniðið agurka og einki annað.

SAMRÁÐAST
Soleiðis hava vit sagt - ella roynt at siga - og skrivað nú í meir enn ein mansaldur. Tí er tað heldur enn ikki deydligt at hoyra yrkisfelagsfólk tala um at "forhandla". Tílíkt átti langt síðan at verið afturumlagt og helst ikki verið til í nútíðarføroyskum máli.

AT SKYNA Á KLOKKU
Ferð eftir ferð hoyrist sagt, at klokkan er t.d. "eitt korter til tvey", tá ið hon eftir røttum er trý korter til (ávikavist kl. 13.15 og 13.45). Bygdarmaðurin, sum ætlaði sær heim við bátinum og ikki sjálvur er farin av málinum, varð hálvan tíma ov seinur og mátti liggja nátt í Havn!

SIGA FRÁ
"Um koyrilíkindini verður sagt frá". Her loypur av. Ivaleyst er at siga: "Um koyrilíkindini verður sagt." "Jógvan segði frá um eina vandaferð", mundi onkur eisini kunnað sagt. Her er eisini avlop. Nóg mikið og rættari er at siga: "Jógvan segði frá eini vandaferð."