Nr. 30, februar 1992, 6. árg.
GORILLAIR - NÝTT FLOGFELAG?
GORILLAIR stendur á sjónvarpsskránni. Hvat flogfelag man hetta vera, ið sjónvarpið fer at hava sending um? Kanska eitt flogfelag onkustaðni í Mið-Afrika? Nei, mín sann, tá ið til sýningar kemur, er hetta sjónvarpsmynd av gorillum, hesum fittu stóru apunum, sum eru ikki ólíkar summum fólki. Men hví hava hetta orð í so misháttum fleirtalssniði? Hava tey, ið gera sjónvarpsskránna ikki lisið stubban við heitinum BALLERINAIN í Orðafari 29? Finnið brævið fram og lesið. Tá síggja tit, at gorilla, sum er veikt bent kvennkynsorð, verður bent sum eitt nú fluga: gorilla, gorillu, gorillu, gorillu, gorillur, gorillur, gorillum, gorilla. Tað fær ikki verið einfaldari. Hví tá bera blak fyri eyguni á teimum neyðar hyggjarum og fáa teir at vænta sær sending um flogfelag í Afrika, tá ið sendingin er um gorillur?
ÚTLENDSK ÆTTARNØVN
Vit skuldu havt nóg mikið við at bent okkara egnu nøvn, og har hava vit nógv eftir at læra. Ikki skuldu verið áneyðir at lagt stein oman á byrði við at fara at benda útlendsk ættarnøvn sum Mozart (hjá "Mozarti"), Golik (frá "Goliki"), at nevna tvey dømi av mongum.
LAG
Lag kann m.a. merkja 'tónalag' - vit tala um kvæðaløg, sálmaløg, songløg, Kingoløg o.s.fr. Hetta fitta orðið, sum Fríðrikur Petersen á sinni "lænti" úr íslendskum, hava summi hug at lata fara út um tað mark, sum tí er sett. Tey eru farin at nýta orðið lag ikki bert um tónalagið sjálvt, men eisini songin ella sálmin, sum sungnir verða við lagnum.
Ein segði eitt kvøldið: "Vit skulu at enda hoyra "lagið" Eg vil mínum Harra prísa" og annar segði eitt annað kvøld: "Vit fara at enda við "lagnum" O, Føroyar, føðilandið mítt". Tað næsta verður kanska: "Nú fara vit upp á gólv. Vit hoyra fyrst NN skipa "lagið" Regin smið!" Onkur segðist eisini at hava umsett(!) eitt lag til føroyskt. Íðuliga verður eisini songteksturin settur aftur um lagið, t.d. Tú alfagra land mítt eftir Petur Alberg og Símun av Skarði. Her er eisini at nevna, at sjáldan hoyrist nú, at nakar hevur yrkt, men heldur hvør hevur "gjørt orðini", "skrivað sangin" o.a.t. Og yrkjarar ella skald eita nú ofta "sangskrivarar". Ája!
SANG
Ein, sum var hálvavegna í uppreistrarhýri, helt ikki, at tað bilaði, um vit við hvørt tóku okkum eitt sindur av løttum málsliga, og so nevndi hann nøkur orð, ið skuldu verið "syndafull" í eygum og oyrum á málsligum rætttrúarmonnum (hann segði ikki so, men mundi meina nakað tann vegin). Eitt av hesum kitlandi orðum var sang við framburðinum [seng], sagnorðið at syngja í tátíð eintali. Men hetta er, sum tað eigur at verða sagt norðan fyri Skopunarfjørð, so tað er púra regluligur framburður, eisini eftir strangastu málreglukrøvum! Tað er regla uttan undantak í upprunaligum føroyskum orðum, at a fyri framman ng og nk verður sagt [e] í nevndu landspørtum, men sunnanfyri ljóðar tað sum [a]. Men hvat villir her? Jú, orðið sangur er ikki upprunaligt í føroyskum máli, men er innkomið úr donskum so mikið seint, at tað er ikki lagað at føroyskum ljóðkervi, men hevur varðveitt sítt danska [a]. Tey eru tískil ikki farin at siga orðið sum [sengur] norðanfjørðs. Upprunaliga føroyska orðið er songur. Tað er ikki farið heilt úr brúki enn.
SVANUR
Soleiðis eitur hesin vakri og prúði fuglur á føroyskum, í fleirtali svanir. "Vit sóu ein svan uppi á Hálsavatni". Men nú benda menn orðið svanur sum eitt nú hani. "Ein "svani" fer flúgvandi". "Eg sá ein "svana" á tjørnini". Ivaleyst er, at henda broyting er komin av árini frá samsvarandi danska orðinum svane. Sama er um at henda við tveimum øðrum orðum, tá ið talað verður um at syngja ein "sálma" (í staðin fyri sálm) og velja ein til "konga" (í staðin fyri kong) (sí Orðafar 2). Men enn man eingin kortini vera farin at siga "sálmi" ella "kongi" í hvørfalli, men tað verður kanska næsta stigið.
SAGA
Nú eru menn frá hond farnir at tala og skriva um at saga hitt ella hetta "upp" í staðin fyri at saga tað sundur. Ein vildi saga frystar fiskablokkar "upp" til "fiskafingrar", teir kalla, og ein annar hevði hug at saga viðarbular "upp". Hetta man vera í skyldskapi við sjúkuna at vilja býta eitthvørt upp heldur enn at býta tað sundur, sum gamalt var. Her man hitt danska opdele troka á í huga manna. Sum fyrr hevur verið víst á í Orðafari, er tað bara í talvi, at vit føroyingar býta upp - tað er at drepa mann fyri mann.
"MISSA" 7-8 KG
At missa okkurt átti at verið lítið at fegnast um, men nú hoyrist fólk í heilum rósa av, hvussu mong pund ella kilo tey hava "mist". Eftir øllum at døma meina tey við, at tey eru afturfarin ella lætnað so og so nógv. Á donskum eitur tað at tabe sig um at 'fara aftur', 'lætna' ella 'slakna'. Danska orðið tabe merkir eisini at 'missa', og meir skal ikki til at taka okkum av fótum, eisini í hesum føri. Skjótt er at missa (!) seg sjálvan burtur, tann ið er ikki varin um seg.
VIRKA
Mangur er enn, ið tosar og skrivar um at "tilvirka" fisk. Hetta man Orðafar eisini hava havt á lofti fyrr. Nakað hevur helst munað, men ikki nóg væl. Tað er nóg mikið at siga og skriva at virka fisk. Ikki skuldi verið at fírt fyri at tikið styttra orðið fram um hitt longra, tá ið tað eisini er betri føroyskt!
"LIÐUGTVØRA"
Hetta orðið, sum nú er farið at síggjast í bløðum, er ikki "eftir bókini". Í tílíkum samansettum orði verður fyrri liður ikki bendur (og tá als ikki í hvørkikyni sum her!), men eigur at standa í stovnsniði, sum er liðug-. Rætt myndað var orðið liðugvøra, men eisini ber til at hava tað í tveimum orðum liðug vøra og tá benda báðar partar (lidna vøru, lidnari vøru). Men "orðið" í yvirskriftini sæst vónandi ikki aftur!
VEIÐA
Onkur bar okkum tey boð, at skip skuldi "veiða eftir" kongafiski, og tað er hann ikki einsamallur um at siga. Her er aftur dømi um hetta algongda fyribrigdi, sum vit kundu nevnt samruna (contamination á útlendskum), tað at ymiss orð ella máliskur renna saman. Ivaleyst man fyrisetingin eftir vera "lænt" frá máliskuni at royna eftir. Orðið at veiða tekur ávirki at sær. Tí fær tað ikki itið annað enn at veiða kongafisk, men sera væl ber til at skifta við at siga at royna eftir kongafiski. Sigið heldur ikki at "fiska eftir" kongafiski ella øðrum fiski!
HANDLA
At handla er 1) at meta um, hvussu feitur seyður er, við at taka í hann ymsastaðni, lyfta honum o.a. 2) at keypa og selja, halda handil. Hetta er alt. Á føroyskum fær ein bók ella filmur ikki "handlað um" nakað. Tí er ikki beint at spyrja eitt barn, sum hevur lisið eina bók ella sæð ein film: "Hvat "handlar" bókin/filmurin um?" Á røttum føroyskum máli sigst hetta so einfalt sum: "Hvat er bókin/filmurin um". Latið flettingarmenn og handilsmenn um at handla!
SJÁLVBOÐIN
Soleiðis nevna vit tað á føroyskum, sum á enskum eitur voluntary og frivillig á donskum. Tí var tað sipligt at hoyra fólk í almennum boðmiðli tala um "frívillig", ið skuldu gera eitthvørt.
GLAÐUR
Á føroyskum eitur tað at vera glaður um okkurt og ikki "glaður fyri" - á donskum eitur tað glad for, og tað man hava vilt tey, sum siga hitt seinna. Fyri stuttum hoyrdist í onkrari tónasending sagt um mann, at "hann er sera glaður fyri mammu sína - hvat vit øll eru", sum hann legði aftrat. Her er aftur onnur merking hjá donsku máliskuni "at være glad for", ið ger vart við seg í "føroyskum" hami. Á føroyskum eitur hetta einfaldliga at vera góður við.
"LETUR TIL"
'Tað letur til" ella "tað letur ikki til" er vanligt at hoyra í talaðum máli, og við hvørt sæst henda máliska í skrift, eitt nú í bløðum. Hetta er komið úr donskum og hevur valla nógv ár á baki í føroyskum. Í donsku orðabókini stendur "det lader til" umsett við 'tað tykist', 'tað sýnist'.
"Í LEYPI AV"
Maður læt herfyri tey orð av munni, at hann vónaði at fáa eitt mál avgreitt "í leypi av" fáum døgum. Rættari og nógv einfaldari varð hetta sagt: eftir fáum døgum. Hitt er bara hitt danska "i løbet af" vánaliga endurgivið á "føroyskum".
SVØVNGÁVUR
Vit plaga at taka til at hava ringar ella góðar svøvngávur; tað hevur aldri verið føroyskt at tala um at hava "sovihjarta", men sovehjerte er gott danskt orð.
FORSÆTISRÁÐHARRI
Hetta er orðið og ikki "forsetisráðharri", sum við hvørt er at hoyra. Kann tað vera árin frá orðinum forseti, ið ger vart við seg? Var tað suðuroyingur, ið so segði, var tað rætt mál.
BENDIÐ LÝSINGARORÐ Í HÁSTIGI!
Hetta ólagið at lata lýsingarorð í hástigi vera óbend, serliga í hvønnfalli, breiðir seg sum lok í veltu. "Vit eiga at leggja størst(!) dent á..." var tað ein, ið segði, og annar: "Tað var tað, sum loypti størst(!) hvøkk á fólk". Í báðum hesum førum áttu teir at sagt størstan. Líka løgið átti hetta at verið sum at sagt t.d.: "Hann fekk ein "stór" fisk" í staðin fyri ein stóran. Aftur eitt tekin um, at mál okkara er á ferð út í bendingar- og endingaloysi!
GISTA, LIGGJA NÁTT
Soleiðis kunnu vit siga á føroyskum og ivaleyst annað við. So tað man ikki vera av orðaneyð, at menn enn siga at "yvirnátta".
LÍTA Á
Talað varð við mann, sum hevði verið á skeiði og lært at "stóla upp á" seg sjálvan. Ikki mundi sjálvsálitið bila, tá ið maðurin longu er komin so langt, at hann hevur lært at siga tað so fínt í staðin fyri hitt meira bygdarliga at líta á seg sjálvan.
VAKSA, VAKSIN
Tað mundi órógva føroyska oyrað á fleiri at hoyra mann tala um, hvussu nógv, ið trø vóru "voksin" eftir ávísari tíð. Her stýrdi hitt danska "vokset" tunguni. Á góðum føroyskum máli eitur tað vaksin.
VEKJA
At 'fáa ein at vakna' eitur at vekja hann (í tátíðini vakti) og ikki at "vakja" hann.
TOLLAKSMESSUDAGUR
Hetta er føroyska navnið á degnum fyri jólaaftan og ikki "lítli jólaaftan", sum enn anir eftir hjá summum hóast allar áminningar frá vælmeintum fólki í mansaldrar. Nú hava vit ellivu mánaðir til at læra tað til næstu ferð!