Málslig ráðgeving

Nr. 29, desember 1991, 5. árg.

Nr. 29, desember 1991, 5. árg.

KONA MÍN
Hvørsfallið hevur verið dvínandi í nýføroyskum, tó at roynt hevur verið at geva tí nakað av sínum mista virki aftur í skrift. Hent er tað til ávísan stíl, sum skal vera neyvur og virðiligur sum í lógarmáli til dømis at taka. Men tann, ið vandar sær stílin, hevur tó hógv og ger ikki ov mikið av hvørsfallinum. Tá eru ráðini at nýta fyrisetingar sum eitt nú hjá, t.d. "báturin hjá Jógvani" í staðin fyri "bátur Jógvans", men sum nevt, tað valdast stílin. Tó hevur hvørsfallið staðið seg væl higartil í persónsfornøvnum saman við orðum, sum umboða skyldskap. Soleiðis hevur tað higartil - og er vónandi enn hjá mongum - fast at siga "kona mín", "maður mín", "sonur mín", "dóttir mín" o.s.fr. (í staðin fyri mín kunnu vit seta eftir tørvi og hóski t.d. tín, hansara, hennara, okkara). Men nú er hjá í stórum um at hótta ta gomlu og snøggu hvørsfalsnýtsluna á hesum øki, og vanligt er nú at hoyra fólk siga t.d. "konan hjá mær", "maðurin hjá mær" og annað tílíkt. Hetta er missur fyri málið. Fyrr varð sagt, og hoyrist enn í støðum, t.d. "Er hetta knívur mín?" "Hetta eru hús okkara" og tílíkt. Tað skuldi borið væl til at hildið fast við tað.

RÍKJASAMBAND
Tað frættist, at trý ríki í Sovjetsamveldinum, ið var, eru gingin saman í felag, sum í tíðindum eitur "ríkissamband". Hetta fær ikki verið beint. Fyrri liður í orðinum verður at standa í hvørsfalli í fleirtali, og tí er rætta orðið ríkjasamband. Eisini bar til at nevna tað t.d. samveldi.

DÓTTIR
Hetta er eitt av skyldskaparorðunum, vit kalla, og tí er at vera varin við bendingini, tí at hon er serstøk. Dóttir eitur tað í hvørfallinum og ongum øðrum. Í øllum hinum føllunum í eintali er tað dóttur. Tí eitur tað t.d. "Anna og Jákup hava fingið eina dóttur" - ikki "eina dóttir", sum fleiri skriva. Verður uppskotið um føroyska navnalóg samtykt á tingi, verður loyvt at taka upp aftur gamla føroyska lagið at nevnast -son og -dóttir faðirs ella móður. Tá ræður um at duga at benda, tí at -dóttir í slíkum nøvnum bendist sum omanfyri nevnt.

GOYMA
Tann misfatan er ikki óvanlig, at goyma merkir at 'fjala, krógva', men so er ikki. Av røttum týðir goyma at 'varðveita, ansa eftir, gæta' o.a.tíl. Vælkent er skjaldrið, ið byrjar soleiðis: "Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma." Tí er einki løgið í tí, at fyrsti "barnagarður" í Føroyum varð nevndur barnagoymsla!

AT DRAGA EINA LÍNU
Í einum blað stóð um tveir, sum illsamdust, at teir "drógu ikki somu línu". Ikki eina ferð, at orðafelli verða skeivt viðfarin. Av røttum átti at staðið, at teir "drógu ikki eina línu".

SAMRUNI
Algongt málbrek er hetta, at máliskur ella orðafelli fløkjast saman, sum eitt nú tá ið maðurin segði: "Nú fer tíðin at renna undan okkum". Hetta er setningur, sum lítið skil er í. Tað, sum órógvar, er helst, at maðurin hevur havt í huga setning sum: "Nú fer tíðin at ganga undan" saman við vanligu máliskuni "tíðin rennur". Tílíkt kemur ofta undir tað, vit nevna mismæli, og er oftast meinaleyst, men sagt øllum landsins fólki gjøgnum útvarp kann tað hava tey av fótum, ið ótrygg eru í málburði.

ATLIT
Atlit er nýtt orð í máli okkara. Tað er hent at hava í formligum máli. Men tað er komið eitt sindur skeivt fyri í nýtslu. Flest siga og skriva "við atliti til", men við fyrra liði í orðinum í huga er sjálvsagt, at tað eitur við atliti at (einum).

SAMDØGUR
Hetta góða gamla føroyska orð hevur ikki havt góða fólkaeydnu. Leingi hevur tað noyðst at kappast við hitt útlendska "døgn", og so er enn. Men hálvilla hevur gingist at fara við hesum føroyska orði, sum seg sømir. At siga t.d. "tvær ferðir um samdøgrið" er rætt føroyskt mál, men nú ein morgunin varð einum á at siga "um samdøgurtíð". Hvaðan hetta undarliga orðsnið er komið, man fleiri enn Orðafari vera ein gáta.

AT SPÁA
"Tað er torført at spáa um framtíðina", hoyrist javnan sagt, sum um spáandi skuldi verið um annað enn framtíðina! Hinum fyndna dananum Storm-P. varð einaferð sigandi, at ilt var at spáa, serliga um framtíðina! Tílíkt er stuttligt, fyrst tað verður sagt og nakrar ferðir afturat, men tað slítst sum alt annað, ið jabbað verður seint og tíðliga. Væl hevði hetta tolað at verið burturlagt úr viðmerkingum hjá stjórnmálamonnum eina tíð.

"t.v.s" - t.e.
Styttingin "t.v.s" er sera vanlig at síggja í bløðum og bókum. Óstyttur er setningurin "tað vil siga", sum eisini hoyrist í talu. Hetta gevur ikki góða meining á føroyskum, tí "tað" kann ongan vilja hava til at siga nakað! At vilja er dýrari orð enn so, at tað tolir slíka virðislækkan. Sámiligari og betri føroyskt er heldur at siga og skriva tað er, stytt t.e.

"TAÐ HEILA" - ALT
"Tað er neyðugt at vita, hvat "tað heila" snýr seg um", helt onkur fyri. Nóg so danskligt, hetta "tað heila". Segði hann alt í staðin, var tað føroyskt.

FALLKOMIN FØLL
Okkurt man bila fallkensluni hjá teimum, ið kunnu siga tílíkt sum "Tað er hart at standa í mál" og "Meistaraheitið er í hús". Hetta seinna hevði kortini ikki verið betri føroyskt, um tað var rætt bent, tí máliskan er donsk ("i hus").

NÆRINDIS STÝRIR HVØRJUMFALLI!
Í eini tíðindasending herfyri varð tvær ferðir sagt "nærindis markið". Eftir regluni í yvirskriftini er hetta skeivt. Tað rætta er "nærindis markinum". Eisini ber til at siga t.d. "Tætt við markið" ella "stutt frá markinum".

"BALLERINAIN"
var heiti á sjónvarpssending einaferð í heyst. Tílík kvennkynsfremmandaorð er ruddiligari at fara við sum vanligum veikt bendum føroyskum kvennkynsorðum. Leingi høvdu menn fyri at benda orðið opera á nakað sama hátt sum í donskum: t.d. "hon sang í eini opera", "operair", "operain". Men nú verður orðið - eins og t.d. kvota - yvirhøvur bent sum kona: operu, operur. Átti ballerinan ikki eisini at sloppið upp í part her!

AV SÆR SJÁLVARI
"Lúkan fór upp av sær sjálvum" hoyrdist maður siga nú ein morgunin fyri Føroya børnum. Nú var tað ein lúka, og lúka er sum kunnugt kvennkynsorð. Tí átti hon at farið upp av sær sjálvari. Var tað eitt portur til dømis, fór tað upp av sær sjálvum!

AT BEINA FYRI
Ikki er tað rætt føroyskt mál at siga, at teir ætla at "fyribeina øll atomvápn". Heldur átti maðurin at sagt, at teir ætla at beina fyri øllum atomvápnum. Eisini er at minnast til, at áherðingin skal vera á seinna orðinum (fyri).

VAL
Nú tykist, sum orðið val so smátt er farið at vera við yvirlutan í teirri longu og seigu kappingini við óføroyska orðið "valg". Tí var hugstoytt at síggja skelti við orðunum "Frítt valg" við ein handil í høvuðsstaðnum.

STØRSTUR
Lýsingarorðið stórur verður stigbent størri, størstur. Gevið gætur, at sjálvljóðið er ø! Henda regla verður íðuliga brotin av summum blaðmonnum, sum trúliga skriva "stórstur". Hjá teimum hevði rættstavarin hjá Teldudeildini verið hentur!