Nr. 28, november 1991, 5. árg.
Nr. 28, november 1991, 5. árg.
HESIN - HASIN
Føroyskt mál er í hesum føri betur fyri enn hini norðurlandamálini, tí at við hesum báðum fornøvnum kunnu vit siga tað við einum orði sum hini við tveimum. Tað hevur somu møguleikar sum enskt við sínum this og that. Danskt t.d. orðar hetta við "den her" og "den der". Hetta liggur í føroysku orðunum hesin og hasin. Tí átti at verið óneyðugt í heilum at sagt "hesin her" og "hasin har" o.s.fr., sum summi hava fyri. Nóg mikið er at siga hesin og hasin, henda og handa, hetta og hatta. Lítið veiggj er í at siga eitt nú: "Í hesum her bátinum her"!
Skoytt kann verða uppí, at "hettar" og "hattar", ið vanligt er at hoyra í talaðum máli, hevur ikki verið siður at nýta í skrift og vandaðum stíli.
ÍSRAELSKUR
Hetta lýsingarorð er bæði sjálvandi og rætt at siga við herðingini fremst sum í øllum vanligum føroyskum orðum.
Óneyðugt og hartil mishátt er at herða og toyggja á e í triðja stavilsi, sum enn hoyrist við hvørt.
Í OYGGJUM
Góður føroyskur málsiður er at hava fyrisetingina í framman fyri oyggjarnøvn og oyggjalandanøvn: Í Føroyum, í Hetlandi, í Orknoyggjum o.s.fr. Hetta er so sjálvsagt, at fáur hugsar um tað. Danskt og onnur skandinavisk mál nýta harafturímóti fyrisetingina på í tílíkum føri sum t.d. "på Færøerne, på Shetlandsøerne". Tá ið tað kemur til fjarari lond, hava vit lyndi til at skifta lag og "læna" fremmanda háttin og nýta á fyri í: "á Álandi, á Filipsoyggjum" o.s.fr. Fóru vit eftir føroyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit heldur í Álandi, í Filipsoyggjum o.s.fr. Hetta er sum so ofta spurningur um at hugsa á útlendskum ella á føroyskum!
ELDKAST
Tá ið vit eiga hetta vakra og sigandi orð, skuldu ikki verið áneyðir at nýtt so ógvisligt navn sum "helvitiseldur" um hesa húðsjúku.
BENDIÐ NØVN!
Fyritøka í Fuglafirði eitur Brøður Petersen, kanska ikki av smidligastu nøvnum, men fyri tað átti ongum at komið um varrarnar setningur sum "hjá Brøður Petersen". Tað fær ikki annað verið enn "hjá Brøðrum Petersen"!
KEYPMANNAHAVN
Soleiðis hava vit leingi nevnt høvuðsstað Danmarkar og tað við herðing fremst á navninum, sum seg sømir føroyskum orðum. Sum kunnugt herða danir á seinasta partin í navninum København. So lítlan málsligan stirðil hava summir føroyingar, at teir eisini leggja herðing á seinasta partin (havn) í Keypmannahavn! Tað eigur ikki at vera!
FJÓRÐA HVØRT ÁR
Soleiðis eitur tað á føroyskum og ikki "hvørt fjórða ár"!
AV RØTTUM
Soleiðis eitur tað av røttum og ikki "eftir røttum"!
TIL STUTTLEIKA
Soleiðis eitur tað á føroyskum og ikki "fyri stuttleika"! Mundi hann, ið hetta segði, ikki hava "for sjov" í huga?!
"RÆSTKJØTAVEITSLA"?
Ikki er hetta serliga prýðiligt føroyskt orð. Kjøt er altíð eintalsorð. Tí er ódømi at lata tað standa í hvørsfalli í fleirtali ("-kjøta-"). Ræst kjøt eru tvey orð, og tí ber ikki til at lata tey renna saman í eitt ("ræstkjøt-"). Tí duga vit ikki annað at síggja, enn at orðið í yvirskriftini "er ikki til", tó at tað kemur íðuliga fyri í lýsingum hesa árstíðina. Annar kostur: Veitsla við røstum kjøti - ella: Veitsla í X-felagnum. Borðreitt verður við røstum kjøti.
KLOMBUR
Klombur er m.a. amboð hjá bátasmiði; men betur kend nú á døgum man vera nýmerkingin 'annar bugurin settur um innskot í setningi', á fremmandum máli "parentes". Tað er hvørkikynsorð, og tí eita tvey klombur, ið hoyra saman, eini klombur. Vit seta orð í klombur, og tey standa tá í klombrum. Í bundnum líki í fleirtali eitur tað klombrini. Tann ósiður hevur tikið seg upp at hava tað sum kvennkynsorð: ein "klombra". Hetta er skeivt og eigur at verða avlagt. Til er kvennkynsorðið klombra 'lítil gjógv, gjóta', men tað er annað mál.
Fýra eru sløgini av klombrum: hornklombur [ ], oddklombur < >, klovaklombur { } og bugklombur ( ), vanliga nevnd bara klombur.
ÁIR RENNA
"Her "gongur" ein á gjøgnum bygdina", segði ein fyri børnunum í øðrum loftmiðlinum. Betur hóskaði at siga: "Ein á rennur gjøgnum bygdina".
ÓVANDAMÁL
Er einki hampiligari orðalag at finna enn at ala "eftir reyv", tá ið vandamálini hjá alivinnuni verða umrødd?
Og skulu vit tala um lort í fjølmiðlunum, eigur hann at verða viðfarin sum tað kallkynshugtak, hann er. Tí er tað burtur úr vón og viti at siga at taka "lortið" upp aftur!
HINIR RÁDNU!
Tað mundi vónandi ørkymla mangt eyga at síggja við grovum støvum fremst og ovast á einum av bløðunum: "Frálíkt, hinir "rodnu"!" Tílík yvirskrift hevur størri árin til hitt verra enn mangur skúlatímin í føroyskum til hitt betra, og mong ófest sálin man nú halda, at soleiðis eigur hetta orð at verða stavsett. Men so er ikki. Var rætt skrivað, stóð har: FRÁLÍKT, HINIR RÁDNU! Hetta er lýsingarorðið ráðin 'ráðaklókur, vísur, royndur' veikt bent.
KANADAMAÐUR
Eitt av bløðunum skrivaði herfyri um ein "kanadiumann", sum var staddur her á landi. Einki land eitur "Kanadia", men tað skiltist, at maðurin var úr Kanada. Tí var hann kanadamaður!
MUNNLIGUR
Óføroyskt er at siga at gera eina "muntliga" avtalu - munnlig átti hon at verið!
"YVIRLIVA"
Ein var, ið spurdi, um NATO fer at "yvirliva" hálvfemsini. Mundi ikki verið málsliga betur á leið at spurt, um NATO fór at liva nítiárini av!
VÍV
Vív er hvørkikynsorð. "Sum maður røkir knívin, so røkir hann vívið", tóku teir til. Hetta hevur skaldið, sum yrkti: "Eg havi einki heim, / eg havi "onga vív", ikki havt í huga. Vónandi verður tað rættað í næstu útgávu!
TYKNI
"At taka sær tykni av einum" er 'at gerast firtin av einum' ella tílíkt. Nú hoyrist henda máliska nýtt við aðrari og galnari merking. "Teir tóku sær ikki tykni av tí", segði onkur og meinti eygsýniliga 'teir lótu ikki við seg koma, lótust ikki um vón'. Tað hjálpir kanska at hava í huga, at navnorðið tykni er skylt við lýsingarorðið tykkin!
JARÐFRØÐILIGUR
Jarðfrøði er kvennkynsorð sum øll onnur orð, ið enda við -frøði, og fær tí ikki s-ending í hvørsfalli. Sum fyrri liður í samansettum orðum ella framman fyri avleiðsluendingina -ligur fær tað heldur einki -s aftur at sær. Tí er orðið "jarðfrøðisligur", sum sást á sjónvarpsskíggjanum, ikki stavsett eftir reglunum. Omanfyri stendur orðið regluliga stavað.
FARSTØÐ
Gleðiligt er, at sjónvarpið segði hetta nýggja orðið, sum tað átti, (t.e. við stutturn a), tá ið tað herfyri bar tíðindini um, at farstøðin hjá Tórshavnar havn varð hátíðarliga upplatin. Men vónandi var tað skemt, at tað var stavsett "farsstøð" í tíðindayvirlitinum!
REKA
Sagnorðið reka bendist soleiðis í høvuðsheitum: rekur, rak, róku, rikin. Tað var ætlandi mismæli, tá ið sagt varð í tíðindum, at trø "ruku" á land. Ruku er tátíð í fleirtali av at rúka.
"STAND-BY"
Vit verða at royna at finna snotiligari orð enn "stand-by-skip" um tey skip, ið eru oljuvinnuni til "hjálpar". Hevur nakar uppskot?
"MINSTAPRÍSUR" - LÁGMARKSPRÍSUR
Hetta orð, sum íðuliga hoyrist og sæst í tíðindum, er ikki lýtaleyst. Kallkynsorð er, og tí átti tað formliga at verið "minstiprísur" í hvørfalli. Nú siga vit ikki av røttum, at prísur er "stórur" ella "lítil", men høgur ella lágur. Tí var "lægstiprísur" frægari orð. Men hámarksprísur er orð, sum hevur nógv ár á baki í føroyskum. Tí átti "andheitið" lágmarksprísur at komið av sær sjálvum.
"HOSPITALIR"
Vit eiga at kunna seta almennum føroyskum sjónvarpi tað krav, at tílíkt, sum omanfyri stendur, ikki má koma fyri í sjónvarpsteksti. Hvørkikynsorð av hesum slag fáa als onga ending í hvør- og hvønnfalli í fleirtali. Eitt hospital, tvey hospital.
EIRA
stýrir hvørjumfalli. Tí var tað skeivt, tá ið maðurin segði: "Enn kunnu vit eira nógv mannalív." Av røttum átti hann at sagt "…eira nógvum mannalívum"!
BÚR
Soleiðis hevur hetta itið frá fyrndini, annaðhvørt tað hevur verið búr í merkingini 'matgoymsluhús' ella 'pisubúr'. Nær ið tað er íkomið at nevna hetta "búur", er ikki gott at siga, men ikki man tað vera langt síðan. Helst er hetta úr barnamáli og er sum so mangt annað av tí slagnum ótarnað sloppið upp í vaksnamannamál. Sama er at siga "leiur" fyri leir.
LOK
"grensa" ® mark
"óbegrensaður" ® óavmarkaður
"belasta" ® tyngja
"yvirbevístur" ® sannførdur
"forbereiddur" ® fyrireikaður
"brøkpartur" ® brotpartur
"í útlandinum" ® í útlondum
"vist nokk" ® helst, ivaleyst, óivað
"útsalg" ® útsøla
"siga nei fyri" ® nokta / sýta fyri, synja
"siga ja fyri" ® játta fyri
"betýðiligt" ® munandi
"tross alt" ® hóast alt
"yvirraskaður" ® ovfarin