Málslig ráðgeving

Nr. 27, oktober 1991, 5. árg.

Nr. 27, oktober 1991, 5. árg.

FREMMANDAR MÁLISKUR
Tað hevur allar tíðir verið so, at orð og máliskur fara ímillum mála, og so fer eisini at vera, tí einki mál livir sær, avbyrgt frá øðrum málum. Men tann, ið veit til sín málsliga, man royna at hava hógv. Ikki tykir tað góður málsiður at sløða inn fremmant, tá ið ráð eru til at siga tað sama við teimum orðum, sum til eru í málinum frammanundan. Vit føroyingar, sum javnt og samt hava onnur mál fyri eygum og oyrum, eiga serliga at vísa varsemi.

Ein máliska ella málmynd, ið tykir okkum heldur enn ikki fremmand og lítið sigandi, er henda um "gularótina", sum menn í heilum taka til. Einki uttan gott um gularótina at siga, men ivi man vera um, hvørji hugmyndasambond hon knýtir hjá fjøldini av føroyingum, tá ið tikið verður til hennara, og tað hevur ikki verið so sjáldan í seinastuni. Nýliga hevði ein á máli, at prísstudningur kundi vera ein "gularót" til at fáa menn at hagreiða fiskin betur. Hvussu er hetta at skilja? Minnist okkum rætt, er útlendsk søga, sum sigur, at til at fáa ein asna við klyv at ganga villigari, hongdu teir eina gularót á stong fyri eyguni á honum. Asnin mungar eftir gularótini og gongur hugagóður fram, men sum vera man, hevur hon seg undan so hvørt. Er hetta ikki heldur mannminkandi mynd? At meta menn við asna, ið letur seg tøla av gularót, hann aldri fær fatur á! Asnar, ið renna eftir gularótum, skuldu ikki verið okkum serliga heimakunnug sjón.

Men hvat kunnu vit siga í staðin? Okkurt um at "eggja til", "vera tileggjan", "stuðla til" o.s.fr. Gularøtur fara hentari enn at gera okkum stílin í gerandismáli fremmandan og óheimligan!

Annað, ið hoyrist, er at fólk við hvørt verða spurd, um tey hava nakað "at hava eitthvørt í". "Hevur tú nakað at hava hasa vónina í?" varð onkur tingmaður spurdur. Hetta er útlendsk mótamáliska, ið lítið sigur flestum og minni fynd er í. Hetta sigst ivaleyst á føroyskum við einføldum orðum: "Hvat fær teg at vóna hetta?" ella tílíkt.

Onnur óføroysk máliska, sum eingin eftirsjón var í, sluppu vit frá henni, er at "skjóta einum eitthvørt í skógvarnar"! Hon er beinleiðis flutt úr donskum, hagar hon er komin úr týskum. Hvør hugsan, ið undir býr, er okkum ókunnugt, men hvør hon man vera, man hon hava lítið at siga føroyingum. Tó eru ikki so fáir hugtiknir av hesi málisku. Ikki er sørt, at hon stundum hoyrist í politiskum orðaskifti uttan og innan tinggátt!

VEÐURMÁL
Orð og orðasambond um veður eru mong so føst og grógvin í málinum, at frávik frá teimum man kennast mongum sum at fáa skorið í kykt hold. Tann, sum hesar reglur skrivar, hvakk illa við, tá ið hann hoyrdi tíðindalesaran boða frá, at "hann kemur høgur". Hetta ørkymlaði djúpar lindir í málkensluni. Hon segði, at tað fær ikki itið uttan "hann kemur høgt", men "hann er høgur (í ættini)". Men kortini gjørdi ivin vart við seg: Kundi tað vera so, at har, sum tann, ið tíðindini bar, var ættaður, kundi kanska verið sagt soleiðis?!? Men eftir fyrispurningar í ymsar ættir er komið til tað úrslit, at hetta er neyvan annað enn bland av báðum omanfyri nevndu máliskum. Tílíkt er ikki vandaleyst, serliga í eini tíð, tá ið so nógv óvissa ræður um mál og orðafar. Ikki er óhugsandi, at sovorðið kann skapa fyridømi og festa seg hjá teimum, ið lítið hava lært av upprunaligum málburði um veður. Einaferð var hann latin støkka bæði eysturum og suðurum! Men tað sanna er, at hann støkkur ikki uttan vesturum! Hetta hevur ikki bert málsligar, men eisini veðurfrøðiligar grundir, sigst. Tað er enn mongum fast í minni, hvussu norskt veðurmál trokaði seg inn á okkum ta tíð, tá ið "norðmaðurin" var álitið við veðurtíðindum. Hetta var sum blást burtur eftir stuttari tíð, eftir at útvarp okkara fór at bera veðurtíðindi á góðum føroyskum. Hetta er tí arvur, sum úvarpið hevur skyldu til at røkja væl. Sama sigst eyðvitað um sjónvarpið.

REGLA
Reglur eru tey røð av orðum, ið standa tvørtur um síðu ella teig í bók ella blað, og í skrivibókum og -blokkum eisini strikurnar at skriva á. Tann, ið kringur er við penninum, kann skriva reglubeint, tó at ongar reglur eru. Reglubrot er har, ið drigið verður inn fyri reglu í nýggjum tekstluti. Nú eru fleiri farin at kalla hetta "linjur" eftir útlendskari fyrimynd, og tað er spell, tí hitt er gamalt og væl rótfest í máli okkara, tó at tað av fyrstu tíð er komið úr latíni.

Annað er, at tað, sum á donskum eitur 'regel' og 'rule' á enskum, eisini eitur regla á føroyskum (við stuttum opnum e). Summi hava fingið sær fyri at toyggja á e-ið og siga [re:gla]. Hesum er einki høpi í eftir føroyskum ljóðreglum, uttan tað er danska orðið regel, ið dreivast uppí.

RÁN
Soleiðis eitur norrøn sjóvargyðja, men tað frættist, at føroyingar hava kallað upp trolara eftir henni, men í donskum sniði: "Ran" við longum óføroyskum [a:]. Og føroyskir loftmiðlar eru fúsir at styðja hetta málsliga niðurbrótingarverk og siga trúliga [Ra:n]. Hvar flóta vit? Vita hesir menn ikki, at Janus yrkti um "Ránar døtur"? Hetta navn hevur einki samband við orðið rán, tað at ræna. Er tað hetta, ið menn stúra fyri, vóru hyggjuráðini at funnið annað navn. Tað er móti øllum skili at geva føroyskum skipum donsk nøvn í 1991.

SAMSVARSBENDING
Ein óvani í føroyskari málnýtslu er vantandi samsvar, hvussu ið viðsett lýsingarorð verða bend eftir afturbend fornøvn í hvønnfalli. Maður hoyrdist siga í røðu fyri mongum: Teir kenna seg tryggan - eigur sjálvandi at vera: Teir kenna seg tryggar. Ein einstakur maður kann kenna seg tryggan. Sami maður segði í somu røðu: Tey kenna seg veikan, og hann kundi eisini sagt: Hon kennir seg veikan. Tað rætta er, sum øll vita, bert tey hugsa seg eitt lítið sindur um: Tey kenna seg veik. Hon kennir seg veika.

"NØS"
Tað frættist av og á, at hasin ella hesin hevur "fingið eina nøs" fyri óhepnan ella óregluligan atburð. Fyri tað, at tað eitur "at en næse" á donskum, er tað á ongan hátt sjálvsagt, at tað eitur "at fáa eina nøs" á føroyskum. Hetta er tvørturímóti óneyðuga fjákutur og ósjálvstøðugur málburður, ið als ikki sømir seg almennum føroyskum tíðindamiðlum. Sagt við føroyskum orðum kann maður fáa ábreiðslu, átalu, ella eitt neps. So einfalt er tað.

SAMDUR
"Eg eri ikki samdur við honum", læt í manni nú eitt kvøldið. Hetta er ramasta barnamál, linliga sagt. Tað eitur at semjast við ein og ikki einum! Tí er tú samdur við hann og ikki "honum". Somuleiðis fert tú á fund við hann, hevur tú ørindi til hansara, og ikki við "honum", tí tá fylgist tú til fundar við honum!

"TORVIÐ" HJÁ KONGI
Eitt sindur vandasamt kann vera at føroyska útlendskt nøvn. Lætt er, at úrslitið verður heldur enn ikki løgið, um ikki verður farið við ansi. Soleiðis varð fyri stuttum hin kendi staður í Keypmannahavn latin eita "Kongsins nýggja torv" ella var tað "Nýtorv"? Hetta er ikki meir enn hálvtýtt og minnir um gamalt studentaskemt um torvheiðarnar hjá kongi! Her var tað rætta at fulltýtt og sagt Kongsins Nýggjatorg ella Kongsins Nýtorg.

NAVNABENDING
Her stendur ikki betur enn væl til hjá mongum. Tann, sum tað ikki kundi komið til hugs at sagt eitt nú: "Eg síggi ein "bátur" á Glyvursnesi", kann í einum kvøðuljómum við køldum blóði siga: "Henda heilsan er til lítla "Hallur"". Hetta er bert eitt dømi av mongum. Hvat gerst við hetta ólag uttan lærdómur og aftur lærdómur? Tað kann ikki vera, sum tað eigur, at almennir fjølmiðlar ganga á odda at avlaga føroyska navnabending.

RÓMVERJABRÆVIÐ
Hetta er bræv, sum Paulus ápostul (Páll æt hann fyrr, sum orðið pálsmessa sýnir!) skrivaði rómverjum. Rómverjar vóru teir, ið búðu í Róm ella Rómaborg. Fyrri liður í brævnavninum er hetta íbúgvanavn í hvørsfalli fleirtali. Summi eru farin at siga "Rómverjubrævið", sum var fyrri liður "Rómverju-", kvennkynsorðið verja í hvørsfalli! Tí er, sum flestøll vónandi skilja, als einki høpi í. Rómverjabrævið er navnið!

ÁRSDAGUR
Talað varð fyri stuttum um "eitt ára dagin" fyri sameining Týsklands. Rætt er og betur ljóðar at siga ársdagin heldur enn hitt.

ÁHERÐING
Nógv er um vert at herða á rætta orðið í orðasabandi. Tað eitur at beina 'fyri einum (' merkir áherðing). Tí er einki høpi í at siga eitt nú: "Irak hevur 'beint fyri øllum kjarnorkuverkum" - við tyngd á beint og ongari áherðing á fyri. Tað átti at verið øvut.

KERVI - GERVI
Tíðindi vóru um skip, at tað skuldi fáa nýtt "kervi". Tað, sum meint mundi vera við, var gervi. Og í barnasøgu í útvarpinum varð sagt við ein, ið koyrdi bil: "Tú skalt skifta "kervi""!

Hesi upp á seg nýggju orð verða tíðum blandað, tí at tey eru so lík í ljóði. Kervi er tað, sum á útlendskum eitur 'system', gervi er 'gear'.

GYLLIN
Gyllin er kallkynsorð og er lítið bent, endar við -s í hvørsfalli eintali og er óbroytt í fleirtali: tveir gyllin. Tí var tað ikki á leið, tá ið maður segði: Tveir seyðir upp á "gyllina". Hann átti at sagt: …á gyllinin.

RAK
"Skeljarnar eru "rakari" í ár enn í fjør" eru eingi góð tíðindi, heldur ikki málsliga. Við lýsingarorðinum rak (í merkingini 'ikki feitur, soltin') er tað soleiðis vorðið, at tað bendist ikki. Í royndum er tað navnorð, ið hevur fingið lýsingarorðs virði. Hann/hon/tað er rak, teir/tær/tey eru rak. Heldur ikki bendist tað í føllum ella stigum. Tí er tíðindastubbin her frammanfyri ikki lýtaleysur. Hvussu sigst hetta tá? Uppskot: "Skelin er ikki so feit í ár sum í fjør", ella: "Skelin er soltnari í ár enn í fjør."

FÓÐRA
At fóðra eina kúgv er at hava nóg mikið av jørð at kunna føða hana. At fóðra uppií hjá øðrum er at hava t.d. hálva kúgv saman við einum. Ikki siga vit "at fóðra kúnna" um tað at lata hana fáa at eta, men heldur at geva henni ella at leggja fyri hana. Nú hoyrist tíðum, at menn fara út at "fóðra" alifisk. Einki var sjálvsagdari enn at sagt at geva um hetta. Tíðindamaður segði um skilagóðan bygdardrong, ið hann hevði samrøðu við, at hann "fóðraði" seyðin og gæsnar hvønn dag. Drongurin svaraði fyrst, sum rætt var, at hann plagdi at geva seyðinum og gásunum. Men so læt hann sær siga og fór eisini at "fóðra". Hann mundi, sum vera man, halda, at hin lærdi tíðindamaðurin hevði rætt.

Í sending fyri ungdóm var einaferð talað við næmingar á royndarstøðini í Kollafirði. Spurt varð, hvussu dagurin gekk har á støðini. Tað fyrsta, næmingarnir søgdu seg gera á morgni, var at "fóðra" kálvarnar. Teir hava danskan lærimeistara! Á donskum er rætt mál at "fodre kalve". Skal tað eisini vera føroyskt bóndamál?!

LOK
"lønsamur" ® sum loysir seg
"forvirringur"
® fløkja, vas, hurlivasi
"vist nokk"
® óivað, ivaleyst, helst
"gang" (boðsh.)
® gakk!
"sting" (boðsh.)
® stikk!
"heinta ber"
® henta ber
"forvæntningur"
® vónir, vánir
"sloppu"
® sluppu
"í dyrnum"
® í durunum
"forsøk"
® roynd
"vinka"
® veittra
"døgn"
® samdøgur
"marked"
® marknaður
"ífylgi"
® sambært, eftir
"nonna"
® nunna
"veksa"
® vaksa
"stadigvekk"
® enn, framvegis
"forseta"
® halda fram
"eftirlýsa" (ein)
® lýsa eftir (einum)
"sakka afturút"
® dragna afturúr, dragna frá
"forbí"
® framvið
"konan hjá tær"
® kona tín
"hvar ert tú frá"
® hvaðan(i) ert tú
"nærmastur"
® næstur
"banniorð"
® eiður, illbøn, vanbøn
"glaður fyri"
® glaður um
"niðurleggja"
® leggja niður
"hugsa upp á"
® hugsa um
"í alt"
® til samans, samanlagt