Málslig ráðgeving

Nr. 26, apríl 1991, 5. árg.

Nr. 26, apríl 1991, 5. árg.

Orðasøga:
BILUR OG BUSSUR
Hesi akfør eru upp á seg nýggj í heiminum og uppaftur nýggjari í Føroyum, og sama er við nøvnunum. Hitt fyrra er komið úr donskum, bil. Hetta er orðið automobil í styttum líki, ið merkir '(far), ið rørist av sær sjálvum'. Tað var danska blaðið Politiken, sum í 1902 skeyt upp hetta stytta heitið á nýggja akfarinum. Á týskum var tað fyrri orðluturin, Auto, ið varð fyri valinum. Orðið bil breiddist skjótt til hini norðurlandamálini, eisini íslendskt og føroyskt. Í fyrstuni var tað kvennkynsorð, ein bil, hjá teimum flestu, og nøkur munnu enn vera, ið kenna tað soleiðis. Men brátt varð kallkynsformurin bilur við yvirlutan - ein orsøkin kann vera árin frá orðinum vognur (vagnur). Eingin ivi er um, at kallkynsorðið eigur framtíðina fyri sær. Líkt dømi um ymist kyn á tøkuorðum er køk og køkur - hitt fyrra eru tað ikki so fá, ið siga enn, serliga í Suðuroy og Vágum.

Bussur er eisini komið uttaneftir um danskt, har tað eitur bus. Sama eitur tað á enskum. Hetta er somuleiðis styttingarorð, endin á orðinum omnibus, sum er latínska orðið omnis 'allur' í hvørjumfalli í fleirtali, ið samsvarar við føroyskt øllum, t.e. '(far) ætlað øllum'. Tá var bilur ikki í hvørjum húsi. Í fyrstuni var óvissa um sniðið, ið orðið skuldi hava á føroyskum. Eina tíð varð roynt at lata tað vera veikt bent kvennkynsorð, bussa. "Bussurnar koyra niðan í Hoydalar", stóð á skelti í Havn um miðja øldina. Nú ræður kallkynsformurin bussur einsamallur - kallkynsorðið bilur man styðja uppundir. Bilur og bussur eru snøgg og fittlig orð, ið eingin meinskast við. Tó at tey eru uttaneftir komin, hevur føroyskt mál sett sítt merki á tey, so at tey falla væl at øðrum føroyskum orðum í ljóði, sniði og bending. Tí tykir tað meir enn løgið, at á básum í Føroyum ætlaðum bussum at steðga á stendur BUS! Hví? Eru tað kanska útlendingar, ið hava til arbeiðis at mála orðið á túnini? Nú hetta er fyri, kann verða nevnt, at á sandkøssum, ið standa ymsastaðni í høvuðsstaði okkara, stendur SAND. Ivaleyst eru kassarnir keyptir í útlondum, men ikki skuldi tað verið so dýrt at skoytt endingina -UR uppí. Hetta man vera sama brekið, sum við skeltunum umborð á strandfaraskipunum - dólgaskapur og lítil stoltleiki.

HÚGVUTOS
Vit vilja vera sum hini og royna at finna upp meinaleys tiltøk, ið vekja ans eina løtu, til onkur annar finnur upp á okkurt annað og so framvegis. Í løtuni er tað ein húgva, sum eigur myndina. Hon ber navn eftir honum, ið gjørdi hana heimskenda. Eins og hugskotið er útlendskt, er navnið óføroyskt í sniði. Á enskum ber til at seta fólkanøvn sum lýsingarorð framman fyri orð, t.d. the Thatcher Government, the London Symphony Orchestra. Hesin stílur smittar upp á onnur mál, tí enskt er vituliga hin stóra fyrimyndin nú á døgum. Vit frætta eisini um Saddam Hussain trúgvar hermenn! Mundi tað borið til at sagt Jógvan Sundstein trúgvir føroyingar? Eftir hesum fyridømi eitur húgvan "Jens Martin húgvan". Á føroyskum høvdu vit væntað hvørsfall í tílíkum føri, t.d. Jógvansstova, Eirikshús, Ólavskirkja o.s.fr. Tí átti húgvan at itið Jens-Martinshúgvan - "Jens Martin húgvan" átti at skurra í øllum óspiltum føroyskum oyrum.

TAÐ HEVUR EYDNAST
"Tað er ikki eydnast okkum," var tað ein, ið hevði á orði. Hetta er tikið beint eftir donskum: "Det er ikke lykkedes." Á røttum føroyskum eigur tað at vera: "Tað hevur ikki eydnast okkum."

"UPPSÓKN" - UPPSØGN
Eitt blað skrivaði, at allir lærarar á einum skúla høvdu fingið "uppsókn". Hetta mundi vera ein av prentvillunum, bløðini yðja í. Nei, longri niðri í greinini var sama orðið uppafturtikið. Eftir øllum at døma hevur greinskrivarin ætlað at skriva uppsøgn, sum eisini skilst av samanheinginum - lærarar vóru uppsagdir. Uppsókn er til sum orð og merkir rannsókn, gransking - gera uppsókn um nakað. Sókn kemur av at søkja, men søgn av at siga. Tað átti at verið væntandi, at blaðfólk dugdu at síggja mun á hesum orðum.

BYRUR
Ofta verður farið langvegis eftir málmyndunum, tó at vit hava tær tøkar í nánd, sum t.d. at "fáa vind í seglini", sum onkur tók til, í staðin fyri at siga stutt og greitt at fáa byr.

SÁLMUR
Tað eru fleiri enn færri, ið hava hetta orð veikt bent og siga t.d. "tað stendur í sálma 9". Sálmur hevur frá fyrndini verið sterkt bent orð í okkara máli, og tí eiga vit at siga, at "tað stendur í 9. sálmi".

Heldur ikki er fynd í at siga, at tey ætlaðu at gera hann "konga" - kong eigur tað at vera, tí kongur er eisini sterkt bent orð.

AVFALL
"Allar støðirnar høvdu einki avfall". Hetta hevur nú ljóðað í oyrunum á tjóðini so mong ár, at fleiri munnu vera farin at halda, at einki løgið er í at siga so. Men sannleikin er, at hesin setningur er alvegis "ómálsligur". Tað er eins vitleyst og at siga eitt nú "Allir bátarnir fingu ongan fisk"! Í sonnum føroyskum setningi verður noktanin sett á odda, og tí kundi verið sagt t.d. "Eingin støð sigur frá avfalli" ella "Av ongari støð frættist frá avfalli". Ella ber til at orða hetta á heilt annan hátt: "Allar støðir siga: Einki avfall". Ella: "Allar støðir siga, at tað er turt". Hitt er og verður málbrongl.

"BURDI"
Hetta er orð, sum als ikki átti at hoyrst á manna munni, tíansheldur í almennum boðberum sum útvarpi og sjónvarpi. Óvist, um tað ikki eisini sæst á prenti við hvørt. Tað er bæði mishátt og óneyðugt í føroyskum máli.

"STADIGVEKK"
Hvat er sermerkt við hesum orði, tá ið so mong hava hug at prýða sær stílin við tí? Eru tey føroysku orðini enn, alsamt, við sama lag ella framvegis ikki nóg litrík?

"SLIT"
Tá ið orð ella máliska verður nýtt altíð og stund, er skjótt at slit sæst og hoyrist á, og tey, ið lurta, fáa lættliga stykni til teirra. Tílík máliska er eitt nú: "Eg skilji á lagnum, at ..." sum hvør útvarpsmaður sigur upp í fleiri ferðir í samrøðum. Hetta er vist bæði gott og rætt mál, men mál eins og annað slítst av ovurnýtslu. Tað er umráðandi at hava skiftandi og liðiligt orðaval og ikki alla tíðina liggja á tí sama. "Eg skilji á lagnum", tykir Orðafari sagt oftari, enn tað tolir.

MEININGAKANNING
Av og á frættist um "meiningskanningar", ið gjørdar hava verið. Hetta gevur ikki góða meining, tí meining er kvennkynsorð og átti ikki at fingið -s í hvørsfalli (men tað eitur meiningsleysur, kann onkur svara - okkara svar er afturímóti, at hetta er ikki føroyskt orð, men danska orðið meningsløs hálvføroyskt). Í tílíkari kanning eru fleiri meiningar og tí betri skil í at tala um meiningakanning. Tað ber eisini til at nevna tað skoðanakanning.

HALDA Í
"Eg mátti halda mær í einari stálstong," varð sagt í barnaútvarpinum herfyri. Hetta er at hoyra javnt og samt og tykist ikki longur at vera barnamál. Stýringin eigur at standa í hvønnfalli og ikki í hvørjumfalli sum her. Tann, ið søguna segði, átti tí at sagt: "Eg mátti halda mær í eina stálstong." Vert er at vanda sær serliga væl, tá ið børn lurta. Tað, ungur nemur ...

INNIVERANDI
Takið í føroyskari málrøkt er ofta at duga at skilja millum føroyskt og útlendsk, t.e. aloftast danskt. Hjá teimum, ið von eru at lesa danskar lógir og reglugerðir, sníkir orðið her omanfyri seg lættliga inn í føroyskt mál, annaðhvørt tað er talað ella skrivað. "Í "inniverandi" ári" í staðin fyri í ár, ella hetta árið. Men í øðrum sambandi er tað fullgott føroyskt orð, eitt nú í setninginum: "Her er ikki inniverandi fyri royki ella óljóði".

ÚTKOYRDUR
Í eini lýsing um ferðslutrygd varð soleiðis til orða tikið: "Útkoyrdur? Set bilin." Var hesin maðurin útkoyrdur, tí at hann var ikki innihavandi, av tí at hann var drukkin, so var skil í at biðja hann seta bilin. Men tann, sum kønur er í donskum, sær, at her hevur lýsingarsmiðurin hugsað á tí málinum heldur enn á móðurmáli sínum. "Udkørt" á donskum er at vera móður, lúgvaður, fyrilagstur, pøstur (nóg mikið er av at taka á føroyskum!), men útkoyrdur á føroyskum er alt annað: 'koyrdur á dyr', - og tað sigst eisini á annan hátt!

MALIÐ KJØT
Lesari sigur seg hava hoyrt gest í útvarpinum talað um "malt" kjøt, men tað var malið kjøt, ið hann átti at sagt, og hann leggur afturat, at "malt" fyri malið er vanligt at hoyra millum ungdóm. Eisini hoyrist tátíðarformurin "maldi" - t.d.: "Hann gekk og maldi." At mala er sterkt bent sagnorð (melur - mól - mólu - malin), og tað má tað sleppa at vera. Tí er at byrgja fyri sovorðnum broytingarroyndum, meðan tíð er.