Málslig ráðgeving

Nr. 25, mars 1991, 5. árg.

Nr. 25, mars 1991, 5. árg.

FØROYAR ERU FLEIRI
Orðafar hevur fyrr víst á, at navnið á landi okkara er fleirtalsorð, og tí skulu sagnorð, lýsingarorð og fornøvn knýtt at hesum navni vera í fleirtali. Men enn er onkur, ið hetta ikki hevur rinið við. Fyri stuttum hava ljóðað um allar Føroyar setningar sum "…eigur(!) Føroyar at fara upp í EFTA?". "Føroyar hevur(!) verið limur í EFTA". "Føroyar fór(!) úr hesi handilssamgongu…" "Verður(!) Føroyar ferðamannaland?". - Í staðin fyri orðini við (!) skulu koma eiga - hava - fóru - verða, so er beint.

Vónandi munar henda áminning. Um ikki, verður komið aftur um aftur ferð eftir ferð, til tað einaferð er "seyrað inn".

HVAÐAN ERT TÚ
"Hvar kemur tú frá?" er eitt hitt ringasta, ið barn kann verða spurt. Við hesum spurningi hevur barnið fingið lagt á tungu at svara skeivt, tí tað tekur upp aftur, óbúgvið sum tað er, í svari sínum seinasta orðið í spurninginum, fyrisetingina frá. Tað kann tá siga t.d. "Eg eri frá Klaksvík". Spell. Eingin er frá nakrari bygd uttan teimum, ið hava fyrisetingina við frammanfyri, t.d. frá Gjógv og frá Norðskála. Tá ið barnið fær spurningin "Hvaðan ert tú?" er lættari hjá tí at svara rætt, t.d. úr Havn, av Strondum o.s.fr. Spurningurin "Hvar ert tú frá?" er óføroyskur og býður til óføroyskt svar. Hugsið um hetta, tit, ið skipa fyri barnasendingum!

SKEIVT FALL GER STÓRAN MUN
Ein kunningi segði Orðafari frá, at fólk í almennum orðaskifti hevði sagt: "Latið okkum feia fyri egnar dyr". Verður ov nógv gjørt við tað, kann at enda gerast heldur illgongt um dyrnar, um hurðin annars fæst upp! Nei, tá er betri skil í at sópa fyri sínum durum.

Hetta minnir aftur á mannin, sum gramdi seg um øll lýsingabløðini, ið hann fekk "inn at hurðini". "So hevur tú ikki postlúku í hurðini, meðni," fekk hann til svar, "tá ið posturin ikki kemur longri enn inn at hurðini!" Tann, sum svaraði, visti so frægt, at "ind ad døren" á donskum eitur inn um dyrnar.

HERÐING
Herðing á skeivt orð í orðasambandi kann fáa alt at detta sundur í ómegd. Í máliskuni gera seg inn á eigur høvuðsherðingin at vera á á við n drignum við yvir á á-ið. Nú hoyrist íðuliga, at menn leggja herðingina á inn. Tað broytir helst ikki merking, men mannargiligt er at hoyra. At siga t.d. "Teir gjørdu seg 'inn á løgregluna", tað er hvørki vakurt ella rætt! (hitt lítla / ' / er herðingarmerki, vit kalla, og vísir, hvar herðing ella tyngd er á orði).

HARKALIÐIÐ
Tað er ein aðalregla við fáum (regluligum) undantøkum, at høvuðsherðingin liggur fremst í føroyskum orðum. Men fleiri hava fingið sær fyri at bróta hesa reglu, tá ið tey siga navnið á hesum viðgitna songbólki, at herða á triðju staving og siga Harka'liðið í staðin fyri 'Harkaliðið, ið er einasti rætti framburðarháttur.

LJÓÐ, LJÓS OG LJÓTUR
Summi hava fyri at lata l í hesum orðum verða ljóðleyst og siga "jóð", "jós" og "jótur". Við einum sindri av umhugsni og tungufimleiki skuldi borið til at bøtt um hetta smálýtið. Men hetta ljóðasambandið er ikki so at flætta við. Tað munnu hava verið fleiri enn færri, ið hava verið fyri óhappinum at siga "ljólajós" fyri jólaljós.

BLENDINGSMÁL
"Tað er upp til tín" hevur nú leingi verið at hoyra, og ikki sørt, at tað eisini hevur sæst á prenti. Hetta er tikið eftir donskum "Det er op til dig", sum er komið úr enskum, "It's up to you". Roynt hevur verið at vísa á, at vit eiga frálíka málisku við somu merking: "Tað stendur til tín". Men nú er so bland komið av hesum báðum, og úrslitið er: "Tað stendur upp til tín". Skal hetta verða úrslitið, er lítið vunnið. Latum okkum gera eina roynd aftrat, tí tað stendur til okkara at røkja málið!

FÝRSMÆRA
Hetta man vera upp á seg nýtt navn á smæru við fýra bløðum, helst javngamalt við ta innfluttu trúgv, at lukka fylgir tí at finna so sjáldsama smæru - onkur hevur kallað hana smæru við fýra (sbr. do.-før. orðabókina). Á donskum eitur henda eydnusmæra firkløver, og donsk fýrflokkastjórn hevur skemtandi verið kallað firkløverregering. Men fyri tað átti føroyskur tíðindamaður ikki at borið okkum tíðindi um "fýrkleyvarstjórn" har á landi.

HINUMEGIN ÁNNA
Hinumegin er, eins og øll onnur orð við sama seinna liði, fyriseting, ið stýrir hvønnfalli. Tí mundi mangur stúrsa við í trimum tíðindasendingum á rað at hoyra sagt "hinumegin ánni". Hinumegin ánna eitur tað, og einki annað.

LEYSIR HUNDAR
Soleiðis varð sagt fyrr um hundar, ið ikki vóru í bandi ella havdir inni. Tað tykir ikki nóg fínt longur. Nú hoyra vit um "leysgangandi" hundar. Okkara skjótføra tíð plagar at stytta orðini niður í lítið og einki, men her gongur tað hin vegin. Hví? Man tað vera tí, at í boðunum frá løgregluni hevur staðið okkurt um "løsgående hunde", og hugflogið hevur ikki megnað at finna á einfalda og sjálvsagda føroyska orðið, men hevur verið darvað av hinum útlendska? Á bls. 234 í donsku-føroysku orðabókini eftir Jóhannes av Skarði stendur: løsgående hunde: leysir hundar. So ikki kravdist hægri hugflog enn at rætta seg eftir hesi hentu brúnu bókini.

"UPSAKJØT"
Maður ringdi av skipi á Munkagrunninum fyri stuttum. Veðrið var av tí besta, og hann sat og stýrdi upp og fekk hug at práta um mál og málbrúk. Hann stúrsaði við at frætta í einum av fjølmiðlunum, at nú hevur upsi fingið kjøt! Onkur hevði greitt frá, hvussu fast "kjøtið" í upsanum var. Varð rætt sagt, átti tað at verið, at upsin er fastur í fiskinum.

"MÍTT BORÐ"
Óvandað danskt tænaratos er farið at gera um seg í fjølmiðlum okkara. Fyrstu ferð tað hoyrdist um fjøll og firðir okkara var nú eitt árið, ið danski uttanríkisráðharrin varð spurdur í útvarpinum um herstøðina í Mjørkadali. "Det er ikke mit bord", var hann skjótur at svara - støðin hoyrdi undir hermálaráðharran. Ikki skuldi meira til, so var hetta brátt at hoyra í føroyskum hami. Nú ein morgunin fekk løgreglan henda spurning settan í fullum álvara: "Er hetta tykkara borð?"

VEÐURMÁL
Orðalagið um veður eiga vit ríkt, og nógv er av at taka hjá teimum, ið bera veðurtíðindi. Men tað er at ansa sær, tí nógvar máliskur liggja frá gamlari tíð fastar. T.d. støkkur hann aldri uttan vesturum, hví tað so er. Ikki er siður at lata hann "støkka" í aðrar ættir. Men í skaldsøgu lisnari í útvarpinum herfyri "støkk hann suðurum", og ein útvarpsmaður læt hann "støkka norðurum" nú ein dagin. Her hava vit tær frálíku orðingarnar: Hann kemur lágt og hann kemur høgt, hann lækkar og hann hækkar, hann gongur upp í norðan.

"ÚTATTIL" ® ÚTEFTIR
Vit fingu øll at vita um ein stjóra, ið umboðaði ein banka "útattil". Ein, ið hoyrdi hetta, helt við sær sjálvum: "Hvussu man eitt sovorðið orð bjóða sær út á pappírinum?" Hann skrivaði tað - og ógvaðist. Men tað mundi ein blaðmaður ikki, tí dagin eftir stóð tað svart á hvítum í einum av bløðunum.

HYGGJA AT
Tað, ið skrivað var í seinasta Orðafari um at hyggja við ymsum fyrisetingum, hevur ikki rinið við mannin, ið bar okkum tey tíðindi, at menn vóru farnir til Íslands at "hyggja eftir" einum trolara. Hann átti at sagt tað, ið her omanfyri stendur.

HALDA Í + HVØNNFALL
"Hon helt í hesum lítla róðrinum", segði maðurin, men tað átti hann ikki at sagt, heldur "Hon helt í hetta lítla róðrið". Hann er tíverri ikki einsamallur um at siga soleiðis, men ikki er av leið at halda, at annarhvør føroyingur brátt man taka undir við honum. Men enn standa kanska vónir til at snúgva gongdini, ella ...? "Halt í hondina á mær!" "Hann helt í bandið". Hetta er rætt mál.

UM KROPPIN
Tað frættist um ein neyðar mann, ið hevði sár "yvir allan kroppin". Ikki er hetta gott føroyskt mál, alt annað. Hevði verið sagt, at hann hevði sár um allan kroppin, var alt øðrvísi. So stutt - og tó so langt - kann vera millum gott og vánaligt.

TAÐ STENDUR Í BOTNI
Allir føroyingar, sum hava verið á báti, vita, hvaðan hetta orðafelli er komið. Tað stendur í botni, tá ið snørið er komið fast í botn. Hetta er so flutt yvir á annað sum myndamál. T.d. tá ið ongan veg gongur eitt nú við samráðingum, kunnu vit taka soleiðis til orðanna: Tað stendur í botni við samráðingunum. Hetta er nú rættiliga gamalt sagt. Hví so broyta til hitt verra og siga, sum onkur herfyri: "Samráðingarnar standa í botni". Við hesum er myndin skeiklað, og málið vorðið eitt sindur fátækari.

HUGSA UM (EITTHVØRT)
Soleiðis eitur tað á føroyskum máli, annað er ikki hugsingur um. Tí mundi mangur vera meir enn hálvilla við at hoyra skúlaungdóm í útvarpssending siga bæði at "hugsa upp á" og "hugsa yvir". Hetta er lítið av miklum, sum kemur okkum dagliga fyri eygu og oyru. Tað beina stendur her omanfyri. At "hugsa upp á" og "hugsa yvir" er ikki føroyskt og verður vónandi aldri.