Nr. 24, februar 1991, 5. árg.
Tvey ítróttaorð:
STÚTA OG SKORA
Tað vil so vera, at ítróttamál hevur lyndi til at bera dám av útlendskum, tí flestar ítróttir, ið nú verða íðkaðar her á landi, eru uttaneftir komnar. Men fittliga nógv hevur verið gjørt við at bøta føroyskt ítróttamál. Nú er vanligt at hoyra í ítróttafrásøgnum í útvarpi og sjónvarpi, at maður hevur verið rangstaddur. Fyri fáum árum síðan æt hetta ikki annað enn "off side". Poul E. Petersen ítróttaráðgevi skrivaði á sinni nakrar bóklingar um ymsar ítróttir, og hann vandaði sær væl um málið. Orð sum framherji, miðframherji, bakvørður o.m.o. munnu vera undan hansara penni. Martin Holm gjørdi eisini nógv við at føroyska málið í síni grein, fimleikinum.
Eitt óføroyskt orð, ið tíðum er at hoyra í ítróttatíðindum, er at skalla (ber upp á rím við tralla). Hetta er komið úr donskum. Heldur ikki er sjáldsamt at hoyra hitt enskættaða "heada", sagt [hedda], um tað sama. Fyrr æt hetta í bóltleiki einki uttan at stúta. Mundi hetta ikki verið úrvalt orð at tikið upp aftur í staðin fyri "skalla" og "heada"?!
Annað ítróttaorð er at skora. Tað merkir 'at fáa mál' ella 'skjóta mál' og er komið úr enskum, har sum tað eitur "to score". Tað hevur vunnið sær innivist í øllum norðurlandamálum og nú at vísa seg eisini í føroyskum Tað er snøgt og fittligt orð og líkist ikki í sniði og ljóði frá øðrum føroyskum heimaorðum. Men betur athugt er orðið ikki so fremmant fyri okkara máli, sum vit í fyrstu atløgu skuldu væntað. Hetta er í royndum "heimafturkomið" norrønt orð, sum tíðliga í tíðini varð tikið upp í fornenskt mál. Upprunamerkingin í orðinum at skora er at gera skorur, skørð ella merki eitt nú í træsprek ella fjøl, líkt tí sum menn enn gera sumstaðni, tá ið teir marka lomb. Í kappleikum hava teir gjørt eina skoru fyri hvørt vunnið stig til at halda roknskap við, hvussu leikur fór. Av hesum fór so hitt norrønættaða enska orðið to score at merkja at fáa eitt stig í kapping, og í fótbólti tað sama sum at fáa mál. Við hesi íheimligu upphavssøgu í huga er óneyðugt at meinskast við orðið at skora í føroyskum máli, men annars ber eisini til bæði at fáa, gera ella skjóta mál enn sum fyrr. Ikki er at kasta aftur at hava fleiri orð at skifta ímillum - tað ger málið fjølbroyttari og liðiligari. Orðið at skora verður skrivað sum tað ljóðar - við ongum ð. At skorða er annað orð: at skorða bát er at seta skorður undir bát, so at hann dettur ikki á liðina.
SJÚRÐUR TOLLAKSSON
Í einum av bløðunum var seinna navnið á hesum trolara skeivt stavsett. Skrivað stóð "Tollakson". Her saknast -s, sum skal siga frá, at faðirsnavnið Tollakur stendur í hvørsfalli. Rætta stavsetingin er Tollaksson. Ivaleyst verður -s gloymt, tí at tað ger ongan mun fyri framburðin, t.e. hvussu navnið ljóðar, men fyri skriftmyndina ger tað alstóran mun - tann mun, at annað er skeivt eftir mállæruni og hitt rætt. Ivast nakar, man hetta dømið kunna sannføra hann: Latum okkum siga, at Sjúrður átti systur, ið æt Brynhild. Hon var tá Brynhild Tollaksdóttir (ikki "Tollakdóttir"). Øll hoyra, hvussu rangvørgt tað hevði ljóðað, um einki s var millum navnliðirnar. Soleiðis skal Tollaksson eisini hava sítt hvørsfals-s í skrift, tó at tað ikki hoyrist frá hinum.
FIRRING
Soleiðis nevna summi tað, sum á týskum eitur Entfremdung um ta kenslu av einsemi og rótloysi, ið menniskjan kann hava í hinum fløkta nútíðarsamfelagnum.
Men tað er annað slag av firring, ið ikki er okkum ókunn, hetta, at orð og orðafelli úr øðrum máli koma fyrr til hugs og á tungu enn eins egin. Onkur, ið rósti hepnu fótbóltsspælarum okkara, helt fyri, at sovorðnir spælarar "hingu ikki á trøunum". Nú eru trøini fá her á land, og lítið av frukt man hanga á teimum uttan ber á onkrum runni. Hevði hann staðið tryggari á heimligari grund, mundi hann tikið til aðra mynd og sagt, at sovorðnir spælarar vóru ikki undir hvørjum steini. Onkur annar segði um fólk, ið kúgað vóru, at tey vóru sum "bøndur í talvi". Hann visti betur, hvussu minsta fólkið í talvi eitur á donskum enn á føroyskum. Danir kalla tað "bonde", men á føroyskum eitur tað finna. Væl hevði borið til at sagt, at tey vóru sum finnur í talvi í hondunum á valdsharranum.
"FLAGGA ÚT"
Ómetaliga skjótir eru vit føroyingar at gloypa fremmandum málburði, serliga donskum. Ikki líður leingi frá tí, at ein mótakend máliska er íkomin í donskum, fyrr enn hon er á hvørjum munni í Føroyum. Nú er tað hetta "at flagga út", sum øll liggja á eina tíð. Hví kann skipið ikki fara undir fremmant flagg ella undan føroyskum flaggi. Hvat meining gevur tað at "flagga út"? Antin flaggar tú ella flaggar tú ikki. Tá ið skip kemur undir føroyskt flagg, flaggar tað so inn?
"RÆTTA SEG EFTIR"
At rætta seg eftir onkrum er at toyggja seg at røkka tí, men onkur vildi, at "stjórnin mátti rætta seg eftir andstøðuni". Nú mundi valdast, hvussu armalong, ið stjórnin var, og hvussu nær ið andstøðan var. Nei, her man heldur okkurt útlendskt liggja undir, og tað sum ætlað var at siga var, at stjórnin noyddist at gera, sum andstøðan kravdi, ella laga seg eftir henni.
AV
Hetta lítla orð verður meira misnýtt enn mong onnur, serliga til at gera stirvnan navnorðastíl, har ið smidligur sagnorðastílur hevði ligið betur á tungu. "Ein skerjing av botnfiskaveiðini" er nóg so stívligt í munni. Betur mundi ljóðað, um sagt varð at skerja botnfiskaveiðina ella upp aftur einfaldari at royna minni eftir botnfiski.
Summum dámar so væl at siga seg "vera av teirri áskoðan at…" Aftur klombrut og óføroyskt tikið til. Føroyskari hevði ljóðað at hava ta áskoðan at… ella bara at hugsa ella halda, at…
TESS
Hetta lítla orð er hvørkikynsfornavnið tað í hvørsfalli. Men summum er farið at dáma hetta so væl, at tey vilja lata tað breiða seg meir, enn gott er. "Vesturheimurin og sameindu tess" varð einum sigandi. Vesturheimurin er orð, vit kunnu seta hann í staðin fyri og ikki tað. Tí átti vinur okkara at sagt: "Vesturheimurin og sameindu hansara (ella hans, um hann vildi verið eitt sindur fornari í máli). Ein annar røddi um "fyrra heimsbardaga og avleiðingar tess." Eisini hoyrdist onkur siga "Norðurlond og umboð tess", har ið hann av røttum átti at sagt teirra.
"SMYRJIBREYÐ"
Við tí nýggja, sum kemur uttaneftir, fylgir oftast navnið, og ymist er, hvussu eydnast at laga tað at máli okkara ella finna tí hóskandi heimligt orð. Hesar breyðflísarnar, sum á donskum ganga undir heitinum smørrebrød, vóru helst av fyrstu tíð ikki so rokaðar við viðskera sum nú, skulu vit døma eftir navninum; tað var upprunaliga smør og brød, seinni samandrigið til smørrebrød. "Smyrjibreyð" er tískil ov vánaligt føroyskt heiti á hesum vældámda mati. Bera vit saman við orðið smyrjiolja, ið er olja at smyrja við, hvat er "smyrjibreyð" so? Smurt breyð man vera tað orðið, ið næst liggur at taka, tó at onkur hevur roynt at skjóta upp at kalla tað viðskerabreyð. Ella kanska smørbreyð eftir norskari fyrimynd? Tað kemur eina næst danska upprunaheitinum smør og brød. Hvat ið so verður við yvirlutan, er alt frægari enn "smyrjibreyð".
Ein smágenta var sloppin við foreldrum sínum til Danmarkar at ferðast. Í Keypmannahavn var mangt forvitnisligt og óvanligt at síggja hjá føroyskari bygdargentu . Tey komu fram við mathandli, har sum smurt breyð var sett fram í sýnisgluggan. Tá letur í gentuni: "Hygg, mamma, tey selja bitar."
ÍSLENDINGAR OG GRØNLENDINGAR
Soleiðis eita grannar okkara fyri vestan hav. Tað er eingin sømd í at nevna teir "íslendarar" og "grønlendarar", sum íðuliga verður gjørt.
HYGGJA AT, EFTIR, UPP Á
Ofta hoyrist fólk siga at hyggja "eftir" sjónvarpi t.d., men tað er ikki beint. Tað eitur av røttum at hyggja at sjónvarpi. Helst man tað skeiva vera komið av "at lurta eftir útvarpi", sum er rætt mál. At hyggja eftir er at ansa eftir, t.d. "Tú hyggur mær eftir breyðunum í ovninum, meðan eg fari eitt ørindi", ella at leita eftir - "at hyggja eftir grind". "At hyggja eftir børnum" er at ansa eftir teimum. Tú kanst, tá ið tú fert við onkrum til umvælingar, hoyra sagt: "Eg skal hyggja upp á tað". Eisini skeivur málburður. Heldur átti hann at sagt: "Eg skal hyggja at tí". At hyggja upp á ein er at hyggja í andlitið ella í eyguni á einum.
Eina ferð aftur:
hyggja at 'skoða', hon hyggur at myndini
hyggja eftir 'ansa eftir', omman hyggur eftir børnunum, meðan mamman er til arbeiðis
hyggja upp á 'hyggja í eyguni á (e-m), hygg upp á meg, meðan tú tosar við meg
Í ÚTLONDUM
Soleiðis eitur tað, tá ið rætt skal vera, og ikki "í útlandinum", sum alt ov mong siga og skriva enn.
Hvussu mangir Gorbatjovar…?
"Tað var ein rørdur Mikhail Gorbatjov, ið takkaði fyri…" Hetta ljóðar, sum hesin maður er til í fleiri "útgávum". Hesa ferð var tað ein "rørdur Gorbatjov, ið takkaði". Vit kunnu onkuntíð vænta at frætta um ein "illan Gorbatjov, ið slær nevan í borðið", ella ein "svangan G., ið fær sær kaviar", ella "ein kaldan G. í skinnhúgvu" o.s.fr.
Einfaldari var at sagt, at "G. var rørdur, tá ið hann takkaði fyri…"
Sami var stílurin - ella stílloysið! - tá ið tíðindamaðurin endaði við: "…segði ein avgjørdur Ellindur Abrahamsen".
LOK
"fornuftigur" ® skilagóður
"døgn" ® samdøgur
"við atliti til" ® við atliti at (e-m)
"taka handskarnar uppá" ® fara í, lata seg í handskarnar
"góður nokk" ® nóg góður
"fyristilla sær" ® hugsa sær
"hugsa yvir" ® hugsa um
"við føtrunum fyri" ® við fótunum fyri
"Rúnavík" ® Runavík
"koma til skaða" ® fáa skaða
"fordeilur" ® fyrimunur
"tilvirka fisk" ® virka fisk
"avgera" ® gera av
"ferga" ® ferja
"forstýra" ® órógva, ónáða, gera ónáðir