Málslig ráðgeving

Nr. 23, mai 1990, 4. árg.

Nr. 23, mai 1990, 4. árg.

GISSIL ella GÍSLI?
Føroyskt hevur av góðum grundum ikki havt orð fyri fólki, ið ránsmenn ella fíggindar í herstríði taka til fanga og halda sum veð fyri loysigjaldi ella trygd fyri krøvum. Men okkara tíðindaberum tørvar nú navn á hesum fyribrigdi, tí um alt, sum í heiminum hendir, annaðhvørt tað er burtur ella hjá, verða nú tíðindi borin á føroyskum. Tað, vit ikki eiga, mega vit annaðhvørt "læna" uttaneftir ella gera sjálv. Vit hava vanliga tvey høvuðsmið at royna: danskt og norrønt/íslendskt. Lættførari man vera hjá flestum at leita til danskt, men til snið eru orð úr hinum málunum ofta hóskiligari.

Á donskum eitur tað gidsel, men d-ið er ikki søguligt, tí at á forndonskum eitur tað giisel. Tað er ikki beint at stavseta orðið "giðsil", tá ið tað verður lænt inn í føroyskt. Her er tað danska stavsetingin, ið villir. Beinari lá fyri at skrivað gissil. Á norrønum æt tað gísl (kallkynsorð) og skuldi so verið *gíslur flutt til nútíðarføroyskt, men hildið hevur verið, at veikt bendi formurin gísli (eins og mansnavnið) er fittligari. Hvat skulu vit so velja, gissil ella gísli? Átti Orðafar valið, tók tað heldur hitt seinna!

GÓÐSKA
Av og á eru at síggja atfinningar at orðinum góðska í merkingini 'kvalitet'. Onkur skrivaði herfyri, at góðska av røttum bert var sigandi um andligar eginleikar hjá fólki og ikki t.d. um fisk. Hví? Góðska (ella gøðska) er einfaldliga navnorð, ið samsvarar lýsingarorðið góður. Ein maður kann vera góður, og ikki er ókent at tala um góðan fisk. Hví skuldi so orðið góðska ikki eisini verið nýtandi um tað, at fiskur er góður? - Í orðalistanum til Færøsk Anthologi, sum Jakob Jakobsen gjørdi, stendur um hetta orð: gøðska [göska], kvk., (egl. godhed, der nu udtrykkes ved vælvild, góðfýsni og det fra dansk indtrængte góðheit) hvad der har god værdi, genstand af værdi, alm. med nægtelse eller ironisk, har er eingin góðska í.

NAVNI og NAVNA
Ein, ið ber sama navn sum annars, er navni hansara, og ein, ið eitur tað sama sum onnur, er navna hennara. Eitt blað skrivaði um, at onkur var navnabróðir at einum (tað eitur navnebroder á donskum!) Aftur eitt dømi um, at føroyskt ofta er summum føroyingum fremmant mál!

"SELJA VÆL"
"Føroyskur fiskur "seldi væl" í Bretlandi" ljóðaði í tíðindum. Tað fær illa borið til, at fiskur er førur fyri at selja nakað. Helst hevur verið meint við, at fiskurin seldist væl, ella at nógv fekst fyri fiskin. Ofta er at hoyra, at bøkur ella plátur "selja" væl. Hesum er einki skil í. Á donskum og enskum sigst sovorðið ("bogen sælger godt" - "the book sells well"), men ikki á føroyskum. Vit kunnu siga t.d. "bókin selst (tátíð: seldist) væl, ella: "nógv keypa bókina" o.a.tíl.

SKÍGGI
Hetta gamla orðið, ið varð navn á tí skjóli ella "rúti", sum var yvir ljóaranum í gomlum húsum, er uppafturtikið við nýggjari merking. Tað verður nú eisini nýtt um rútin á teldu og sjónvarpi: telduskíggi og sjónvarpsskíggi. Av tí at ivi tykist vera hjá summum, um hvussu orðið verður bent, skal verða greitt frá bendingini her. Tað er veikt bent kallkynsorð, bent sum t.d. líggi.

 

eintal

fleirtal

hvørf.

skíggi

skíggjar

hvønnf.

skíggja

skíggjar

hvørjumf.

skíggja

skíggjum

hvørsf.

skíggja

skíggja

Dømi: Tað stóð á sjónvarpsskíggjanum - og ikki "skugganum", sum onkur hevur havt lyndi til at siga. Eisini er at ansa eftir, at tað kemur ikki í bland við hvørkikynsorðið skýggj (á luftini). Torført er at halda hesum orðum sundur, men tað gerst!

PALLBORÐ
Nú eru nógv ár, síðan hetta orðið kom í staðin fyri útlendska orðið panel, t.d. í samansettum orðum sum pallborðsorðaskifti, pallborðsfundur o.tíl. Men ikki ber til at hava sama orðalag á donskum og føroyskum uttan um orðini. Á donskum eru tey, sum við eru, "i panelet". Tað man hava malið í huganum á manninum, sum segði: "í pallborðinum sita…". Eingin fær sitið í einum borði, men við eitt borð, og tí eisini við pallborðið.

PRENTARI
Á enskum verður orðið printer nýtt bæði um mann, ið prentar, og prenttól í sambandi við teldu. Á føroyskum eitur maður, ið prentar, prentari, og hví so ikki hetta góða prenttól við? Men í huganum á mongum er enskt so heilagt mál, tá ið tað snýst um tøkni, at tey bæði siga og skriva "printari" um hetta tól. Tað átti av røttum at itið prentari á føroyskum, eins og maðurin, ið prentar, og tað mælir Orðafar til.

HANGA og HEINGJA
Hesi bæði orð "hanga" saman og hava hjá summum lyndi til at koma í bland. Hanga er sterkt bent: hongur - hekk - hingu - hingin/hingið, og tekur ikki ávirki: Fiskurin hongur á trænum. Heingja er veikt bent: heingir - hongdi - hongdur/hongt, og tekur ávirki: at heingja fiskin á træið, hon heingir (tátíð hongdi) klæðini á snórin.

Tað eru tey, sum siga t.d. at "hanga" fiskin á træið. Tó at hetta er vanligt í nógvum bygdarmálum, verður tað ikki roknað fyri at vera rætt í vandaðum (skrivligum) máli. Heldur ikki í tíðindum í útvarpi og sjónvarpi.

HVØRJUMFALL
Hetta fallið verður ofta við skerdan lut. Tað gav at bíta, tá ið onkur í eini sending tosaði við børn um "kramarhús við bomm(!) í". Við stýrir í hesum føri hvørjumfalli, og tí átti hann at sagt "kramarhús við bommum í". Hví hetta orðið vanliga ikki verður bent - tí tílíkt hoyrist ofta - er ikki lætt at siga. Men skeivt er tað, hvussu víkur og vendir.

VEITSLURÓMUR
Rómi er tann fiti, ið legst oman á mjólk. Rómur er hart ljóð, málan ella røddan. Í tíðindum varð sagt frá býi "í veitsluróma"(!). Ætlanin mundi verið at siga "í veitslurómi"! Hinum er eingin meining í.

SKULDSETING
Hetta er kvennkynsorð, men í einum blað var tað viðfarið sum kallkynsorð: "Skuldsetingar móti persónum og feløgum skulu prógvast, áðrenn teir(!) koma í sjónvarpið" - eigur at vera tær!

UPP Í
"Upp til 10%" varð sagt í eini sending. Hetta er annars ikki sjáldsamt at hoyra. Hitt rætta er "upp í 10%".

"AV EINSLISTUM"
"Kunnu sjúklingar koma "av einslistum"?", spurdi tíðindamaðurin. Hann mundi ætla at siga "av sínum eintingum". Tú kanst gera okkurt av einslistum, t.e. væl og virðiliga, vandaliga. Upprunaligari og rættari er av einlistum.

FARA AV
Tað frættist um maskinmeistarar, sum vóru "farnir í land". Betur mundi ljóðað at sagt, at teir vóru farnir av ella avfarnir.

EINA FERÐ, TVÆR FERÐIR
"Tvær ferð í lívinum", hoyrdist onkur taka til. Betri var, um hann segði tvær ferðir.

NÆSTU FERÐ
Einum manni varð sigandi: "Tað er næstu ferð - nei, triðju ferð, at hetta er fyri á fundi...". Her átti maðurin at sagt aðru ferð (eldri mál: aðra ferð). Næsta ferð hevur ikki verið enn.

"STAVNSBUNDIN"
Onkur segði, at fiskimenn vóru "stavnsbundnir" at avreiða har og har. Hetta er ikki føroyskt, men danskt.
Stavn á donskum merkir 'stað', betur kent í orðinum hjemstavn.

SJÓMANSKONA
Orðið "sjómannakona" kann vera óheppið við fyrra liði í hvørsfalli fleirtali. Sjómanskona er beinara orðið.

VITANDI
"Eg eri ikki vitandi um annað", segði maður í einum útvarpsorðaskifti. Hetta tykir stívligt og er hartil óføroyskt. Einfaldari og greiðari er at siga: "Eg veit ikki annað".

LOK
"stadigvekk" ® enn
"forrestin"
® annars
"rista á høvdinum"
® rista við høvdinum
"yvirveya"
® hugsa um
"innhandla"
® keypa, taka ímóti
"avhengigur"
® bundin, heftur
"umklæðingsrúm"
® skiftingarrúm
"fordeilur"
® fyrimunur
"pleygudeild"
® røktardeild
"skotár"
® leypár
"veninda"
® vinkona