Málslig ráðgeving

Nr. 22, apríl 1990, 4. árg.

Nr. 22, apríl 1990, 4. árg.

MIMIR
Í ítróttatíðindum ljóðaði, at fyri "Mim" spældi N.N. Henda bending er ikki eftir bókini. Tann bendingarflokkur, sum hetta navn hoyrir uppí, er burturdottin í nútíðarføroyskum, og fleiri av orðum og nøvnum hansara eru farin yvir í veika bending, t.d. læknir > lækni og Sverrir > Sverri. Nøvn sum Brestir og Beinir bendir Hammershaimb sum í fornmáli í Føroyingasøgu-týðing síni, men tað man lítið nytta at fáa burturfyrnda bending aftur til lívs í talaðum máli. Mong nýta kortini sovorðin nøvn, og hvussu benda tey tá? Málnevndin hevur havt henda spurning til viðgerðar. Hon mælir til at hava hvørfals-, hvørjumfals- og hvørsfalssnið sum í fornmáli, men lata hvønnfalssniðið vera tað sama sum hvørfalssniðið. Eftir hesum áttu vit at bent navnið Mimir soleiðis (undir liðini stendur forna bendingin):

 

Málnevndar-
uppskot

Forn
bending

hvørf.

Mimir

Mímir*)

hvønnf.

Mimir

Mími

hvørjumf.

Mimi

Mími

hvørsf.

Mimis

Mímis

*) Mímir hevði (langt) í í stovni og átti tí at verið í í føroyskum. Navnið man hava fingið i í stovnin annaðhvørt eftir donskum skriftformi ella eftir tí, sum navnið verður sagt á íslendskum.
Soleiðis eisini Mjølnir og Ægir (í Klaksvík) og mansnøvnini Beinir, Brestir, Birgir, Grettir, Tórir.
Í nøvnum sum Melkir og Lykkir er hevd fyri at hava -ir í stovninum gjøgnum alla bendingina: Melkir/Melkir/Melkiri/Melkirs.

TURIÐ OG INGRIÐ
Soleiðis hava hesar báðar itið frá barni. Nú eru tær um miðjan aldur, men sjáldan hava tær á ævi síni havt ta gleði at hoyra navn sítt sagt, sum tað eigur, og ofta síggja tær eisini navnið skeivt stavsett á prenti. Fólk hevur ilt við at venja seg við, at navnið endar við –ð, og vilja seta -d í staðin, bæði í talu og skrift. Fátt er so leiðiligt sum at hoyra og síggja navn sítt skeivt viðfarið. Latið okkum gleða Ingrið og Turið (og allar við navni, ið soleiðis endar) og hvørki siga ella skriva navn teirra við -d í endanum.

DIMMALÆTTING
Ilt er barndømi at kasta. Øll uttan suðuroyingar eiga í hesum navni at siga æ sum [a], t.e. [dimmalatting], men kortini anir framburðurin [dimmaletting] eftir hjá mongum, eisini ungum. Ein "arvur" frá teirri tíð, tá ið føroyskt var hvørki lisið ella lært!

AVFALL
Hetta er gamalt føroyskt orð um tað, sum kemur niður av luftini, annaðhvørt tað er regn ella kavi, og er tí ofta at hoyra í veðurtíðindum. Tað merkir ikki rusk og burturkast, sum nógv tykjast halda. Har er tað danska orðið affald, ið spøkir í huga teirri. Tí mundu tey, sum enn hugsa á føroyskum, hava hug at mírast, tá ið sagt varð frá bretum, at "teir brendu avfall til sjós" og ætlaðu at "pumpa avfall niður á 4000 metra dýpi".

"SEGL"
Onkur mundi stúrsa við, tá ið tað frættist um ein, ið hevði "sett segl á dyrnar". Tað er ikki eitt, ið útlendingar kunnu finna uppá! Men tá ið leið á tíðindini, skiltist, at tað var innsigli, ið meintist við. Hetta eitur segl á donskum!
Aftur onnur vilja vera við, at sovjetska merkið er hamar og segl. Hetta er aftur annað danskt orð segl, ið ger vart við seg. Á føroyskum eitur tað sigd (kvk) ella akurknívur.

"SPJAÐA TIL"
Á donskum eitur tað at spæde til um at lata til ella skoyta upp í el. tíl. Onkrir føroyingar eru farnir at apa seg eftir hesum og siga "spaða til", ella hvussu vit skulu stava tað. Men tað eru tey, ið ikki vilja gevast so, tí nú frættist um onkun, ið skuldi "spjaða til" trongstadda fyritøku.

FISKUR ER GÓÐUR ...
Onkur hevur við hvørt havt hug at brosa at tí, at danir kunnu siga t.d. "sild er godt", men tað er verjandi eftir danskari mállæru, tó at sild er ikki hvørkikynsorð. Men eingin umbering er fyri at siga, tíansheldur skriva, at "fiskur er gott fyri hjartað", ið stóð at lesa í riti, sum stendur fiskivinnuni nær. Tað er til at fáa ilt fyri hjartað av!

"LAND"
Tað sum ikki er býur eitur á donskum land - ude landet, og á enskum country - in the country. Hóast viðurskifti okkara eru ikki meinlík teimum í stórlondum, hava vit tó roynt at týða hetta hugtak eftir tí, ið okkum er vant: (úti) á bygd. Men hjá mongum er útlendska fyrimyndin so sterk, at tey heldur vilja, at tað skal eita "úti á landinum". Hvussu rangvørgt tað er, sæst av hesum, ið sagt varð í útvarpssending fyri stuttum: "Tey rýma av landinum inn í býirnar"!!

"TIL LÍVS"
At fáa ein til lívs aftur, ið er um at vera druknaður, vil tann royna av øllum alvi, ið staddur er, har ið tílíkt berst á.
Men "koma einum til lívs" eru tey nú farin at kalla tað, at royna at basa einum, beina fyri einum. Men hetta hvørki er ella verður føroyskt, hvussu ofta ið tað enn verður sagt.

"UPP Á PLÁSS"
Millum jóla og nýggjárs var nógv at "fáa upp á pláss" í almennum málum. Hví ikki heldur fáa í rætt lag ella fáa avgreitt ella mangt, mangt annað við? Hitt er hvørki vakurt ella nóg gott føroyskt mál.

"GÓÐUR NOKK"
Soleiðis eitur tað ikki á líkinda føroyskum, men heldur nóg góður.

ÆRA
"Seinasti æraði talari" hava summi fingið sær til munnsnildir á fundum og samkomum. Orðið at æra bendu tey fyrr - og málansið fólk bendir tað enn - sum t.d. at læra: ærir í nútíð og ærdi í tátíð. "Síðan tey meg væl ærdu" yrkir Sverri í rímuni um Per Jákup Mikal. Sum í so mongum liggur danskt mynstur undir hesi broyting. Danska orðið ære eitur ærede í tátíð og í tátíðar lýsingarhátti. "Seinasti æraði talari" er beinleiðis tikið eftir "sidste ærede taler" hjá røðarum á danatingi.
"Seinasti ærdi talari" ljóðar ómøguligt, tó at tað málsliga er føroyskari enn hitt, men tað avdúkar kanska eisini, hvussu innantóm hesi orð kunnu vera. Munnu tey, ið hava tey á munni, ikki viðhvørt meina beint tvørturímóti navnvirði teirra?!

LÝSINGARORÐ Í HÁSTIGI VERÐA BEND!
Tað er sterkt lyndi til at lata lýsingarorð í hástigi vera óbend. Er hetta aftur eitt tekin um, at føroyskt er farið á glið út í skandinaviskt endinga- og bendingarloysi? Dømini eru íðuliga at lesa og hoyra. Hetta ljóðaði í einum morgunlestri herfyri: "Onkur heldur Paulus vera størst"! Tað átti at verið "Onkur heldur Paulus vera størstan"!

"ÁLJÓÐANDI"
Soleiðis málbar ein tíðindamaður seg um tað virði, ið stendur á partabrøvum, lánsbrøvum og tílíkum. Veruliga virðið - kundi itið gagnvirði(?) - er tíðum alt annað, annahvørt hægri ella lægri. Hevði hann gjørt sær ómak at hugt í ta brúnu orðabókina (ta donsku-føroysku eftir Jóhannes av Skarði) hevði hann sæð, at pålydende eitur navnvirði á føroyskum.

RÆTTARLÆKNARÁÐ
Rættur er eitt av teimum kallkynsorðum, ið enda við -ar í hvørsfalli eintali. Tí var tað óføroyskt, tá ið blað nú ein dagin skrivaði um "rættslæknaráð". Hetta eitur eyðvitað rættarlæknaráð. Sterk er útlendska fyrimyndin!

NÁA
Hetta orðið stýrir hvørjumfalli. Einki skil er tí í at tala um at "náa allar teir ungum veljararnar". Tað átti at verið sagt at "náa øllum teimum ungu veljarunum".

VERÐA FYRI VANBÝTI
Tá ið vit kunnu siga tað so væl - og tað sigst helst eisini á annan hátt - hví so siga "onkur vil føla seg forfordeildan". Hetta er ikki nóg gott føroyskt, sama hvør ið sigur tað.

"GONGA"
Tey, ið vita um seyðagongur, mundu halda tað vera heldur enn ikki løgið at frætta um "lodnugongu", ið nærkaðist Føroyum. Fiskur gongur í torvum.

-HEIT
Tað hevur frá fyrstu stund verið siður at gera sum minst við at nýta eftirskoytið her omanfyri í vandaðum máli. Kanska hevur ov strangliga verið atborið í hesum eins og øðrum, men neyðugt er mangan við greiðum reglum heldur enn við hesum ævinliga "bæði eru javngóð". Tó sleppa vit ikki undan at viðurkenna orðafelli sum "við skjótheit" í ávísum stíli. Men hví siga "dugnaligheit", tá ið orðið dugnaskapur er til?

LOKSINS
Hetta er sjáldsamt orð, sum hevur verið nýtt í skaldskapi. Ivaleyst er tað, sum so mong onnur, tikið upp úr fornum máli. Merkingin er: 'at enda', 'til seinast'. Eitt sindur um framburðin: Mong hava fyri at toyggja á o og siga [lo:ksins]. Hetta er ikki beint. Tvey hjáljóð (ks) koma aftan á o. Tí eigur tað at ljóða stutt sum eitt nú í orðinum oksi.

LOK
Tað er ikki óvanligt at bera málið saman við akur ella veltu. Tá ið lokið gerst ov frekt, eru ráðini at fara út at lúka. Orðafar ætlar í deild við hesum heiti av og á at gera vart við málsligt "lok", og har sum tað gerst, at nevna teir vøkstrir, sum eru í vanda fyri at verða køvdir av lokinum:

"her í morgun" ® nú í morgun
løpið av kvøldinum"
® gjøgnum kvøldið, sum líður á kvøldið
"fáa samgongu upp at standa"
® fáa...í lag, fáa...saman
"tvungin"
® tvingaður, bundin, kravdur, skyldubundin, skyldu-
"ganga e-m á møti"
® gera e-m til vildar
"frá í morgin av"
® frá í morgin
"rávøra" (um fisk)
® fiskur, feskfiskur, ráfiskur
"hann er av teirri áskoðin"
® hann hevur ta áskoðan, ella: hann heldur, hugsar ...
"nakað, ið ger ilt onkustaðni"
® nakað, ið onkur fær ilt av

NIÐAN TIL HOYVÍKAR
Úr Havn fert tú niðan til Hoyvíkar og ikki "niðan í Hoyvík", sum fólk sigst vera farið at siga í síðstuni (helst ávirkað av "niðan í Hoydalar").

"Á VALI"
Hóast ávaringar í Orðafari 19 fingu vit eina ferð aftur at vita um eina, ið ikki var "á vali". Meiningin var, at hon stóð ikki fyri vali á hesum sinni. Talað var um formansval í einum yrkisfelag. Vælsignað veri, hugsið á føroyskum og talið hareftir!