Málslig ráðgeving

Nr. 21, februar 1990, 4. árg.

Nr. 21, februar 1990, 4. árg.

MIÐA ÍMÓTI - MIÐA SEG EFTIR
Nú er fast at hoyra og síggja í fjølmiðlum okkara, at tann ella tann "miðar eftir" at fremja hetta ella hatta. Orðafari vitandi er hetta ikki rætt mál. Tú kanst miða ímóti einum, t.e. stevna at einum, men miða teg eftir einum, t.d. hava eitt til leiðbeiningar ella tílíkt.

SÝNA ELLA SKOÐA?
Tað er longu rættiliga gamalt í Føroyum at nýta orðið sýna (tátíð: sýnaði) um at hyggja gjølla at einumhvørjum, t.d. einum akfari, ið hevur fingið skaða, ella kanna eina kirkju, sum biskupur ger javnan, til tess at vita, um alt er, sum tað eigur. Samtíðis hava vit í summum førum, t.d. viðvíkjandi bøgørðum, frá gamlari tíð havt orðið at skoða, skoða garðar, og teir menn, sum tað gera, eru garðskoðarar. Kortini hoyrist lýst um "hegnsýni" og "hegnsýnismenn", tá ið tað arbeiðið er fyri. Eitt gamalt embæti í hvørji bygd var at vera líkskoðari (da. ligsynsmand). Av tí at vit hava annað og eldri orð at sýna (tátíð: sýndi) í merkingini at 'vísa' (sbr. sýna fram og framsýning), er kanska ikki so heppið at hava samljóðandi orð við alt aðrari merking, tó at bendingin víkur frá (sýnaði í tátíð). Orðafar mælur tí til at nýta orðið skoða heldur enn at sýna, t.d. skoða bilskaða, ella ið hvussu er skoða fram um sýna, tá ið nýggj "øki" koma undir slíka skipan.

TARVUR OG STUNGIN GRÍSUR
Annað dømi um slíkt bland, sum nevnt er í stubbanum her frammanfyri, sást í einum blað, sum skrivaði um onkun, ið "bløddi sum ein stungin grísur". Fyrr varð sagt, og flest munnu siga tað enn, at onkur "nístir sum ein stungin grísur", men tann, ið bløðir illa, "bløðir sum ein tarvur". Men hvat er at vænta, tá ið hvørki grísar ella tarvar eru longur millum teirra, ið vit hava høvi til at síggja (og hoyra) stungnar ella bløðandi?

SUM Á KALVABAKI
Um hálkuna herfyri hoyrdist maður taka soleiðis til: "Sum á hvalabaki"! Ajú, hann mundi vera mismæltur, hugsaði tú við tær sjálvum, men tá ið sama "mismæli" stutt aftaná stóð á prenti í einum av bløðum okkara, var orsøk til at siga til. Higartil hevur kalvabak verið tiltikið fyri at vera hált - "sum á kalvabaki" hevur verið sagt um nógva hálku og eisini "(hált) sum á flundrubaki". Vit flyta okkum longri og longri burtur frá tí veruleika, ið mangar av myndunum í máliskum og orðafellum eru runnar úr, og úrslitið verður hareftir - bland og brongl.

"Í FISK"
Fyrr var vanligt at ganga í fisk, tá ið saltfiskur varð turkaður úti. Tað er søga. Nú er ikki sjáldsamt at hoyra, at eitthvørt "fer í fisk", tá ið tað miseydnast, dettur niðurfyri, fer fyri bakka ella hvussu vit annars kunnu orða tað. Fiskurin átti at verið okkum kærari enn so, at vit tóku til hansara í niðrandi orðafellum!

"SLEY"
Sagnorðið at sláa hevur fingið óregluligt tátíðarsnið, sum er farið at taka seg upp í talaðum máli, men nú er tað eisini stundum at síggja í skrift. Tað er "sley", eisini skrivað "sleyg". Eitt blað skrivaði um onkun, ið "sleyg" dómaran. Vanliga tátíðarsniðið er sló í eintali og slógu í fleirtali, men í ymsum bygdamálum eru til formarnir slerdi og slørdi. Sum tað sæst, er úr at velja, so ikki man loysa seg at nøra meira um talið. Heldur ikki tykist nakað prýði vera í hesum nýkomna bendingarformi. Minnir mest um eftirstøðu av barnamáli.

VARA
Sagnorðið at vara hevur hesa bending: varir í 3. pers. nútíð, vardi í tátíð og hevur vart í núlidnari tíð. - Øll tey ár, ið borgarastríðið hevur "varað", segði ein tíðindaberi. Var rætt, segði hann: "…hevur vart" samsvarandi tí, ið omanfyri er ávíst.

SAMBÆRT + HVØRJUMFALL
Sambært stýrir hvørjumfalli. Tí er "sambært bæði", sum eitt blað skrivaði, ikki beint. Tað eigur at vera sambært báðum.

EIN
Hesum lítla orði kunnu vit ofta sleppa og fáa tá betri føroyskan stíl. "Tað verður sera torført at finna eina semju," varð einaferð sagt í tíðindum. "…torført at finna semju" ljóðar betur og er eisini betri mál. Her veldst ikki um at velja millum fleiri semjur og finna eina teirra burtur úr øllum! Uppaftur betur sagt: "Tað verður torført at semjast".

MEÐAN
"Tað er Hanus Bjarnason, sum hevur skrivað orðini, meðan Bergur Janusson hevur gjørt lagið", var tað ein, ið segði nú ein morgunin. Skulu vit trúgva hesum "upp á orðið", situr Hanus í sínum lagnum og yrkir, um somu tíð sum Bergur stríðist við ljóðføri og nótapappír at seta lagið saman! Tað er lítið trúligt, at soleiðis hevur verið. Onkur segði eisini frá tíðindum, at bilurin bóltaði fleiri ferðir runt, meðan eingin fekk skaða. - Hetta lítla orðið meðan hevur eisini uppiborið at fáa góða viðferð!

SJÁLDAN - SJALDAN
Hetta orð sæst ofta skrivað "sjálvdan". Tað er skeivt. Orðið er ikki skylt við lýsingarorðið "sjálvur", men haðan man "smittan" vera komin, eitt nú frá hvørkikynssniðinum sjálvt. Tað hjálpir kanska at hugsa um, at tað eisini eitur sjaldan, ið enn er vanligt í livandi máli fyri norðan.

ÚR VEÐURTÍÐINDUM
Hvussu ofta tað verður sagt, so er og verður tað ikki beint at siga: "Allar støðirnar siga einki avfall." Hetta má bera til at orða øðrvísi, t.d. "Eingin støð (ella: eingin av støðunum) sigur frá avfalli" ella á onkun annan hátt.

UPPGERÐ
Uppgerð er kvennkynsorð eins og øll onnur orð við -gerð sum seinna liði. Maður, ið átti at vitað betur, talaði í sjónvarpinum um "eitt uppgerð". Hví? Jú, tí hann mundi sum so mangur annar hugsa á donskum. Har eitur tað sum kunnugt "et opgør", men tað átti av røttum ikki at tikið okkum av fótum. Á føroyskum eitur tað ein uppgerð!

MIÐSTØÐ
Staður eitur staðar í hvørsfalli, og støð eitur støðar í sama falli. Tí er rætt at siga t.d. læknamiðstøðarnevnd og ikki "læknamiðstaðarnevnd". Einki man vera, sum eitur "læknamiðstaður", men talað verður um læknamiðstøðir.

BRENNANDI
Í lýsingum frá ruskbrennistøðum stendur skrivað um "brennbart" rusk. Tann, ið hugsar á føroyskum, stúrsar við. Hví ikki skriva, sum tað eitur: brennandi rusk.

MJÓLKKÚGV
Soleiðis eitur tað á føroyskum og ikki "mjólkikúgv". - Er tað hin danska "malkeko", sum trokar á?

"EITT STAÐ ÍMILLUM"
Í seinastuni hevur verið ikki óvanligt at hoyra menn, ið lofta við stórum tølum, hava fyri munni, at tað kostar "eitt stað ímillum 8 og 10 milliónir" til at taka eitt dømi. Fyri tað, at tað ljóðar væl á donskum at siga "et sted mellem 8 og 10 mio…", átti tað ikki at loypt brell á okkum til at herma eftir tí. Nóg mikið var at sagt, at tað kostar 8 til 10 milliónir.

SAMDUR VIÐ EIN (hvønnfall)
"Hann er samdur við formanninum". "Ert tú samdur við honum?" Hetta hevur verið at hoyra í fjølmiðlum fyri stuttum. Okkurt man vera um tað, at fallkensla okkara er fánandi. Her átti einki at verið at ivast í, at stýringin skal vera í hvønnfalli: "...samdur við formannin", "...samdur við hann".

VÍKINGUR
Hetta týðandi orð í fornsøgu okkara átti sjálvsagt at verið sagt, sum tað eigur: í langt og kj-ljóðið stutt sum t.d. í orðinum líkindi. Men tað hava ikki allir føroyingar hug til, tí fleiri hava fyri at siga "víkkingur". Helst kemst tað av, at í samsvarandi danska orðinum viking er i stutt, og tí ljóðar k upp á seg langt í okkara oyrum. Um fjølmiðlafólk okkara setti sær fyri at siga hetta orðið rætt hvørja ferð, er ikki at ivast í, at fjøldin brátt tók eftir!

TJØLDUR VERPA
Tjøldur "leggja" ikki, men verpa sum allur annar fuglur. Tí átti at verið revsivert at spurt børn í barnasendingum, hvar tjøldrini "leggja". Tíkar leggja.

HANGA og HEINGJA
Hesi bæði orð "hanga" saman og hava hjá summum lyndi til at koma í bland. hanga er sterkt bent: hongur - hekk - hingu - hingin/hingið og tekur ikki ávirki: Fiskurin hongur á trænum.
heingja er veikt bent: heingir - hongdi - hongdur/hongt og tekur ávirki: at heingja fiskin á træið, hon heingir (hongdi) klæðini á snórin. - Tað eru tey, sum siga t.d. at "hanga" fiskin á træið. Tó at hetta er vanligt í nógvum bygdarmálum, verður tað ikki roknað fyri at vera rætt í vandaðum (skrivligum) máli. Heldur ikki í tíðindum í útvarpi og sjónvarpi.

SETA HOL Á
Í donskum eitur tað "at tage hul " um tað at 'seta á', t.d. "tage hul flasken, tage hul det ny år". Tað átti ikki at lokkað okkum til at "seta hol á nýggja árið", sum onkur kortini helt bera til at siga.

HENDURNAR Á EINUM
Ikki sigst á líkindaligum føroyskum máli "falla í hendurnar hjá hermonnum". Um likamslutir, ið fastir eru, verður sagt á og ikki "hjá". Tí er betri at siga "falla í hendurnar á hermonnum".

"BLEYTUR PAKKI"
Nógvir eru "pakkarnir" nú á døgum; onkur vil halda, at teir kundu verið færri. Mótaorð kunnu skjótt gerast plága eins og onnur mótafyribrigdi. Tað gav at bíta, tá ið tað frættist, at "skúlapakkin" hjá landsstýrinum verður toygdur!

OSTRA
Soleiðis eitur hetta skeljadýrið og ikki "oystra", sum onkuntíð hoyrist.

TURKUR
Tey, ið búgva í Turkalandi, eita turkar og ikki "turkarar". Ein turkur og ikki ein "turkari".

TVØRI
"Skipið fór um tvøran", ljóðaði í eini tíðindasending. Beinari var at sagt: Skipið fór av um tvøran (ella: tvøra).