Málslig ráðgeving

Nr. 20, januar 1990, 4. árg.

Nr. 20, januar 1990, 4. árg.

1990
Soleiðis skriva vit nýggja árstalið. Men hvussu siga tað? "Nítjan hundrað og hálvfems" siga tey flestu og eisini loftmiðlar okkara. Men røddir eru farnar at ljóða um at taka upp aftur gomlu føroysku talheitini. Var tað ikki sum ein góð byrjan, um nøkur tóku sær fyri javnan at siga nítjan hundrað og níti. Fleiri kundu so smátt um smátt farið at tikið undir. Hvør veit?

MÆR TYKIR SYND Í HONUM
Soleiðis sum í yvirskriftini stendur, er rætta orðingin og ikki "eg taki synd í honum", sum fleiri hava hug at siga nú á døgum, og ikki so fá skriva tað eisini. Nærri umhugsað gevur tað onga meining. Somuleiðis er vert at minna á, at tað eitur mær dámar tað og ikki "eg dámi tað". Hetta er ópersónlig setningsskipan, ið var vanlig fyrr, men tey verða færri og færri, ið duga at halda skil á henni. Latum okkum taka saman um tær leivdir, ið enn eru til. Málið verður fátækari, um hesi litbrigdi kámast burtur.

Soleiðis málbar eitt blað seg: "Hann hevur ikki altíð tikið synd í Palleba". Rætt hevði verið: "Honum hevur ikki altíð tókt synd í P." Eru tey fleiri, sum halda tað vera synd í honum, eiga tey at siga: "Okkum tykir synd í honum". Gevið gætur, at sagnorðið altíð er í 3. persóni í eintali!

"PALLEBA''
Soleiðis hava tey fingið sær fyri at kalla "vanliga" mannin, ið ikki er uppi í stjórnmálum ella situr í almennum størvum. Upprunin er at finna í skemtileiki, ið plagdi at vera í útvarpinum eina tíð. Hví hetta "navn" varð valt, er sum vera man avgerð teirra, ið skrivaðu leikin. Beinraknari hevði ivaleyst verið at kallað hann Jógvan, tí tað var upp gjøgnum øldir vanligasta mansnavn í Føroyum. Á sama hátt verður "vanligi" maðurin í Noregi nevndur "Ola nordmann", og í Russlandi Ivan. - Hetta er meir at skilja sum viðmerking enn broytingaruppskot! Tó munnu fleiri enn Orðafar hava fingið ganir av hesum æviga "Palleba".

LOGI
Í einum tíðindum varð sagt um ein eldsbruna, at "flammurnar" stóðu himmalhøgt. Hví varð okkara føroyska orð logi fjónað? At gera mark millum føroyskt og útlendskt hevur alla tíð verið eitt aðalmið hjá málrøkt okkara og eigur at vera langa tíð enn, skal ikki alt enda í einum hurlivasa. Nógv eiga vit gott máltilfar at leita ráð hjá, eitt nú kvæðini:

          "Tí svaraði Írlands kongur,
          login leikar hátt:
          "Hvat hava vit til sakar gjørt,
          hví eru vit brendir á nátt?
               (Finnur hin fríði B, 51. ør.)

DÓTTIR, flt. DØTUR
Skyldskaparorðini, vit kalla, (faðir, móðir, systir, bróðir og dóttir) eru sær í flokki til bending. Í gomlum máli gingu tey øll eftir somu bending. Í fleirtali var tann broyting, vit nevna i-umljóð (a > e, ó > œ (= ø))

eintal

         

hvørf.

faðir

móðir

systir

bróðir

dóttir

hvønnf.

föður

móður

systur

bróður

dóttur

hvørjumf.

föður

móður

systur

bróður

dóttur

hvørsf.

föður

móður

systur

bróður

dóttur

fleirtal

         

hvørf.

feðr

møðr

systr

brøðr

døtr

hvønnf.

feðr

møðr

systr

brøðr

døtr

hvørjumf.

feðrum

møðrum

systrum

brøðrum

døtrum

hvørsf.

feðra

møðra

systra

brøðra

døtra

Í nýføroyskum er nakað broytt, men meginparturin varðveittur. Millum hjáljóð og -r í ending kemur stuðulsljóðið -u-, t.d. møður, døtur (flt.). Orðið verður nú bent soleiðis:

faðir

faðir

faðir

faðirs

fedrar

fedrar

fedrum

fedra

Systir verður nú bent systrar í hvørf. og hvønnf. flt. og ikki *systur, sum vit skuldu væntað. Annars standa allir aðrir formar óbroyttir í mállæruni. Frávik kunnu koma fyri í talaðum máli, eitt nú hvørjumf. "bróðuri" fyri bróður og hvørsf. "bróðurs" fyri bróður.

Tað, at Orðafar tók hesi orð til viðgerðar, komst av tí, at tíðindamaður einaferð í heyst segði "døtrarnar", eyðsæð ávirkaður av teirri bending, sum systir nú hevur.

ANNARHVØR, TRIÐIHVØR o.s.fr.
Á donskum eitur hetta "hver anden", "hver trdie" o.s.fr., men á føroyskum sum víst her omanfyri. Siður hevur verið at skriva hetta sum eitt orð, men fyrri liður verður bendur eins væl og hin seinni, t.d. annanhvønn, øðrumhvørjum, triðjahvønn, triðjahvørjum o.s.fr. Tó eigur tað ikki at verða roknað sum grov villa, um onkur hevur hug at skriva tey í tveimum.

"Ætlanin er at hittast hvørja triðju viku", skrivaði eitt blað. Hetta er ikki samsvarandi føroyskari málvenju. Heldur átti at staðið "…triðjuhvørja viku".

FYRI TÍÐINA
Hetta merkir 'áðrenn rætta tíðin er komin', men nú hoyrist tað íðuliga sagt í staðin fyri 'í løtuni', 'nú', 'sum er' o.tíl. Eitt av mongum óneyðugum "letilánum" uttaneftir.

GISTA ella LIGGJA NÁTT
Hetta eru góð føroysk orð, sum siga tað, ið krevst. Tí skuldi als eingin tørvur verið á orði sum "yvirnátta".

LÝSA EFTIR
Ikki eitur tað í munnbærum føroyskum t.d.: "Løgreglan "eftirlýsir" reyðan Simcabil", men "Løgreglan lýsir eftir reyðum Simcabili."

ROGN
Málið hevur tað við at hava hógv og ikki gera meira av enn neyðugt. Søgdu tey fuglur og einki annað, vistu tey, at tað var lomvigi, og somuleiðis fiskur, at tað hevði toskaskræðu. Toskur varð sjáldan sagt uttan um stóran fisk av slagnum. Tá ið tey talaðu um rogn varð undirskilt, at tað vóru rogn úr vanligasta fiskinum. Ikki var neyðugt at skila til, uttan at serligur tørvur var. Tí tykir tað "óføroyskt", tá ið handlar lýsa við "toskarognum". Teir kundu spart bæði blekk og pappír og skrivað rætt og slætt rogn. Hvør føroyingur átti at vitað, hvat rogn, ið meint varð við.

LEYST OG LIÐUGT
"Nú er leyst og liðugt við japansláninum", frættist einaferð í fjør heyst. Onkur frøddist kanska um, at nú var semja fingin við japanska peningastovnin um stórlán til Føroya, men gakk, tá ið leið á tíðindasendingina, skiltist, at einki varð av hesum góða láni. Her varð gingið lættari um málið, enn gott var. Tá ið okkurt er leyst og liðugt, er alt í lagi, gaman í, einki, ið forðar longur, "ja", áðrenn hálvtalað er orð.

TEINA
Í síðstuni hevur hoyrst um nýggjan reiðskap at royna eftir hummara o.tíl. við. Hesin reiðskapur er komin úr Noregi og somuleiðis navnið teina (norskt teine), sum er veikt bent kvennkynsorð. Tað er sum ein kurv av neti, men upprunaliga hevur hon havt teinar ella rimar, og haðan kemur navnið. Tað er í fornnorrønum í sama sniði og hóskar tí væl í føroyskum. Men her er at minnast til, at orðið er veikt bent og eitur tí teinur í hvørf. og hvønnf. flt. og ikki "teinar", sum onkur segði fyri stuttum.

"TAKA HÆDD FYRI" > LEGGJA UPP FYRI
Hetta orðafellið er komið inn í mál okkara fyri fáum árum síðan, og lítil fongur man vera í tí. Tað er úr útlendskum flogmáli ("tage højde for") og merkir at stýra leyst av trøum, húsum og fjøllum, tá ið farið verður á flog.

Vit eiga frálíkt orðafelli sprottið úr heimligum umstøðum, sum man siga nakað tað sama sum hetta útlendska. Tá ið farið verður um streymharðan fjørð, verður lagt upp fyri streymin, áðrenn lagt verður á. Sum myndmál kunnu vit leggja upp fyri væntaða príshækkan og játta meiri pening.

ROSSATÁR
"At gráta rossatár'' er at látast at gráta, at gráta við turrum tárum. Tað er ivi um, hvaðan hetta tiltak et komið, men tað hevur verið nýtt rættiliga leingi um tað, sum á donskum eitur "at græde krokodilletårer". Men nú eru føroysk bløð farin at lata føroyingar gráta "krokodillutár"!

"LÝPUR"
Í 14. Orðafari varð skrivað um sagnorðini loypa og leypa, sum eru komin í ógreiðandi fløkju í flestum bygdarmálum. Tað er bert á pappírinum, í mállærum, at skil er á.

Nú er ein nýggjur knútur komin á hesa fløkju - onkur vil vera við, at hann kortini ikki er spildurnýggjur. Tað er at siga "lýpur"(!) í staðin fyri loypur. Nýhoyrt dømi er: "Nú "lýpur" hundurin upp". Foreldur, lærarar og øll onnur, ið unna málinum væl, roynið av øllum alvi at beina fyri hesum mishátta bendingarsniði, áðrenn tað festir røtur!

SANDUR
Í 6. Orðafari varð funnist at tí, at onkur kallaði nýlagda sandin í Sandagerði "sandstrond". Ikki hevur tað rinið nóg væl við, tí nú frættist aftur, at "sandstrond" er komin í Vestmanna. Ikki skuldi verið neyðugt at tikið eftir útlendskum, tá ið vit eiga nóg gott orð fyri. Eiga vit kanska á at frætta aftur í summar, at nógv fólk var í góðveðrinum á "sandstrondini" í Leynum!

VØDDI
Vøddi er veikt bent kallkynsorð og eitur tí vøddar í hvørf. og hvønnf. flt. Tí hevði tað ikki heimild í føroyskari mállæru, at einhvør "boddibildari" skuldi sýna "vøddir" sínar. Tað varð sagt minst tvær ferðir!

-LIGUR og -LIGA
Til tey lýsingarorð, sum enda við -ligur, hoyra hjáorð við endingini -liga. Tí var forsetin ikki "ólógligt" valdur, men ólógliga valdur.

LÝSI
Tann fiti, ið rennur úr, tá ið vit bræða livur, spik, feitan fisk o.t., eitur ikki "olja", men lýsi.

TVØST
Hvalur og kópur hava ikki "kjøt", men tvøst.

FÍLUR
Tá ið vit eigi so fitt og snøgt navn á hesum stórdýri, er óneyðugt at siga og skriva "elefantur".

ATFINNING
Mangan er ivi um fyrisetingar, tí útlendskar fyrimyndir fløkjast upp í heimligar reglur. Tað fær valla verið beint at tala um "atfinniningar móti einum", sum hoyrdist nú ein dagin. Tá ið vit hava í huga, at tað eitur at finnast at einum, átti at verið eyðvitað, at tað eisini æt "atfinningar at einum".