Nr. 19, desember 1989, 3. árg.
Nr. 19, desember 1989, 3. árg.
Nú hevur Orðafar ligið í bjarnadúri, síðan tað fór í summarfrí í vár. Stund er nú at fáa svøvnin úr aftur eygunum og hyggja at tí, ið er um at vera í málheiminum. Hevur nakar saknað Orðafar, biður tað um umbering fyri tann langa steðg. Nú er at royna at fáa málbrævið út so toluliga regluliga, eina ferð um mánaðin ella so, alt sum evni og umstøður verða til. Ætlanin er enn sum fyrr í stuttum at taka til viðgerðar málsligar spurningar. Roynt verður at hava viðgerðina so einfalda og "ólærda" sum til ber. Evnini, sum havd verða til umrøðu, er fyrst og fremst tílíkt, sum er at síggja og hoyra í fjølmiðlum okkara. Tað, sum skeivt og óregluligt er - og tað er ikki so lítið, tíverri - verður roynt at beina á rætta leið. Ikki ger Orðafar hetta bert við tí í huga at finnast at og fýlast á. Endamálið er at royna at rætta teimum eina hjálpandi hond, ið standa í dagligum stríði við at fylla bløð okkara við skrivligum tilfari. Vit vita, at hetta er arbeiði, sum gjørt verður í stórum skundi, við teirri hóttan yvir høvdinum, at alt skal vera liðugt fyri tíðarfreist, sum tey kalla "deadline" - enskt má tað vera! Beinleiðis týtt er hetta óunniliga orð "deyðamark", men beinraknari mundi verið at týtt tað til evstamark. Orðabøkur siga, at upprunaliga varð enska orðið "deadline" havt um mark uttan um eitt fangahús. Fór fangi út um mark, setti hann lívið í váða. Hann kundi verða skotin av fangavørðunum! Orðafar fer ongan at skjóta, men vil í friði og náðum royna at koma øllum á tal, ið unna máli okkara ein so lýtaleysan búna sum gjørligt, bæði til staving og málbering yvirhøvur.
MÁLNEVNDIN AFTURVALD
Fyrsta 4 ára skeiðið hjá Føroysku málnevndini, ið sendir út Orðafar, var úti síðsta september í ár. Tað hevur roynst heldur drúgført at fáa nýggju nevndina skipaða, men fyri stuttum komu boðini frá landsstýrinum, at sama nevndin var aftursett. Limirnir eru: Petur J. Sigvardsen eftir tilmæli frá Landsskúlafyrisitingini, Jóhan Hendrik W. Poulsen eftir tilmæli frá Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins, Jeffrei Henriksen eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelagnum, Sigurd Joensen eftir tilmæli frá Rithøvundafelagnum og Svenning Tausen eftir tilmæli frá Blaðmannafelagnum. - Nevndin hevur skipað seg við Jóhan Hendriki W. Poulsen sum formanni og Jeffrei Henriksen sum næstformanni.
FÓLKANØVN, MÁLNEVNDARRIT 1
Í heyst hevur málnevndin givið út leiðbeinandi lista við føroyskum fólkanøvnum, einum 1000 til samans. Bendingin er lýst við hvørt navn. Í bóklinginum er eisini prentað uppskot til navnalóg við greinargerð, ið nevnd sett av landsstýrinum læt úr hondum í 1984. Endamálið er at kunna fólk við hetta týðandi mál, sum landsstýrið, ið nú situr, hevur sagt seg vilja greiða. Føroyar eru einasta Norðurland, ið onga egna lóg hevur um fólkanøvn. Nøvnini - bæði fólkanøvn og staðanøvn - eru tjóðskaparmál, ið eiga bestu røkt uppiborna. Her skal verða nevnt, at norðmenn hava í umbúna eisini at seta lóg um staðanøvn. Eisini hava onnur lond ávísar reglur um nøvn á fyritøkum sum virkjum og handlum. Her hjá okkum tykist eisini í hesum at ráða fullkomið regluloysi. Og nøvnini eru hareftir: útlendsk, nú oftast ensk, hvar tú vendir tær. Nøvnini eru eisini tekin um málsligu støðuna í landinum. Helst skuldu tey flest verið á landsins máli. Tó, glottar eru: Býir okkara og størri bygdir royna at velja gøtunum vøkur føroysk nøvn. Tað átti at verið øðrum til fyridømis. Og enn eru teir, ið geva skipum sínum og bátum føroysk nøvn.
Á bóklinginum stendur Málnevndarrit 1. Við tí vil málnevndin boða frá, at hon hevur í kvitta at geva onnur rit út, helst orðalistar fyri ymsar yrkis- og frøðigreinir.
AT BÝTA SUNDUR ORÐ MILLUM REGLUR
Føroyskt gongur aðrar vegir enn eitt nú danskt, tá ið ræður um at býta sundur orð millum reglur. Í donskum og øðrum málum verður býtt eftir stavilsum, tey kalla, men føroyskt eins og íslendskt (og fornnorrønt) býtir sundur eftir stovni og endingum. Sum dømi um munin kunnu vit taka danska orðið kællingen og føroyska orðið kellingin og vita, hvussu tey verða býtt: kæl-lin-gen og kell-ing-in. Ein meginregla við at kalla ongum undantaki er: Být ósamansett orð soleiðis sundur, at nýggj regla altíð byrjar við sjálvljóði (sí dømið omanfyri). Hetta er regla, sum er so einføld, at øll kunnu læra hana. Onkur vil kanska hveppa seg við sundurbýting sum bát-arn-ir, men skil er í henni, tí r er runnið saman við n og hoyrist ikki í talu. Varð býtt bát-ar-nir, sum nógv gera, er vandin størri fyri, at r ljóðar í upplestri.
Ein onnur meginregla er, at samansett orð verða býtt um skoytið millum liðirnar, eitt nú jarn-brot. Avleiðsluendingarnar -leiki og -ligur koma undir somu reglu, t.d. sann-leiki og harð-ligur. Fleiri orð eru óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir donskum reglum, t.d. goymsla, brongla; eftir reglunum kundi verið býtt framman fyri -a, men ikki er siður at lata stakstav fara niður á nýggja reglu, hann rúgvar ikki meir enn bindistrikan! Harafturímóti er goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.
Tíverri tykist ólag vera komið á orðasundurbýting í nógvum bløðum okkara. Spurningurin er, um tað er nýggja tøknin, ið hevur sín part av skuldini. Annars er komið langt á leið aðrastaðni at gera telduforrit, ið duga rættiliga væl at býta sundur orð, men enn er vist einki gjørt fyri føroyskt. Men eftir teimum reglum, sum her eru nevndar í stuttum, átti tað ikki at verið so torført, at neyðugt var at líta tólum tað til.
STYTTINGAR
Hent er í skrift at kunna stytta langt og óviðførligt orð ella nøvn, sum eru fleiri orð. Summar styttingar koma so sum frá líður í orða ella navna stað, og ikki sjáldan hevur upprunaliga orðið ella navnið hug at fara í gloymsku. Nú fjala summar styttingar yvir nøvnum á fremmandum málum, sum mangur føroyingur valla man kenna. Her áttu tíðindafólk at verið vakin og spurt, hvat meinast við, tá ið menn koma við styttingum sum ICES (sagt á enskum [aisis]), NEAF, NAFO, TAC o.s.fr.
Eisini okkara Sjónvarp Føroya hoyrist alt sjáldnari nevnt við fullum navni, men sum SvF [ess vee eff]. Ikki verður meira spart enn eitt stavilsi, tá ið stytta navnið verður sagt.
VIRUS
Herfyri tá ið nógv varð skrivað um telduvirus, sást, at ymist var, hvat kyn og bending fólk gav hesum orði. Summi høvdu tað sum kvennkynsorð, onnur hvørkikynsorð og uppaftur onnur kallkynsorð.
Virus er sum kunnugt ávíst smittuelvandi evni. Orðið er latínskt og er í tí málinum hvørkikynsorð, vira í fleirtali. Fá munnu vera so køn í latíni, at tey duga at benda orðið soleiðis. Nú eru ikki so fá orð í føroyskum, sum enda við -us, og tey munnu øll vera kallkynsorð, í hvør- og hvønnfalli í fleirtali enda tey við -ar, t.d. gneggjus, ið er navn á másafugli. Fremmandaorðið primus (at kóka á) hevur eisini funnið sær sess í hesum bendingarflokki. Orðafar skjýtur upp, at orðið virus verður soleiðis bent - sum kallkynsorð við ongari ending í hvørfalli. Bendingin verður:
|
eintal |
fleirtal |
hvørf. |
virus |
virusar |
hvønnf. |
virus |
virusar |
hvørjumf. |
virusi |
virusum |
hvørsf. |
(virus) |
virusa |
FÓÐRA
Tað er minni enn so altíð, at "sama" orð í nærskyldum málum hevur nett somu merking. Tílík orð eru fodre í donskum og fóðra í føroyskum. At fóðra eina kúgv á føroyskum og fodre en ko á donskum er hvørt sítt. Tann, ið fóðrar eina kúgv, eigur so mikið av jørð, at hann fær fóður (ársfóður) til eina kúgv. Ein, sum ikki hevur so nógv sum eitt heilt kúfóður, kann fóðra uppií hjá einum, t.e. vera saman við øðrum um kúnna, hava "hálva kúgv", sum tað eisini varð nevnt. Men ikki varð sagt "fóðra" um tað at lata kúnna fáa hoyggj o.a. hvørja ferðina. Tað var at geva kúnni ella bert geva, eisini at leggja fyri kúnna. Tað er hetta, sum danska orðið fodre merkir. Men nú tykir, sum tað hevur órógvað málkensluna hjá summum, og tey eru farin at "fóðra" kálvar (í staðin fyri at geva teimum ella leggja fyri teir), og ikki um at tala at "fóðra" síl og laks. Mundi ikki hóskað betur at sagt at geva eisini um hetta nýggja! Men fyri tað kann tað væl eita fóður, sum alifiskur fær.
JARNSMIÐUR, GULLRINGUR, VATNSOPI
Støk verða orð sum jarn, gull, vatn søgd [jadn, gudl, vatn], men í samansettum orðum, har sum hesi og onnur lík orð eru fyrri liður, og seinni liður byrjar við hjáljóði (uttan h + sjálvljóð), hvørva [d] og [t] í framburðinum. Rætt er at siga hesi orð soleiðis: [jan]smiður, [gul]ringur og [van]sopi (sjálvljóðini eru stutt!), men í orðum sum jarnøld, gullepli, vatnær og vatnhagi verða fyrru liðirnir sagdir [jadn-, gudl-, vatn-], við tað at annar liður byrjar við sjálvljóði og í einum føri við h + sjálvljóð.
HERÐING
Í føstum orðasambondum ræður um at leggja herðingina á røttu orðini, annars dettur alt sundur. So statt eitur tað ikki "at 'beini fyri atomvápnum" men "at beina 'fyri…". Í hesum orðasambandi eigur herðingin at liggja á fyri og ikki á beina.
Eisini í einstøkum orðum kemur fyri, at herðingin verður flutt, hagar hon ikki hoyrir til. Eitt harkalið duga øll at siga rætt við at tyngja á fyrra stavilsi, sum er høvuðsreglan í føroyskum. Tí er tað løgið, at navnið á songbólkinum Harkaliðinum ikki sleppur at fylgja somu reglum. Í tí navninum leggur fjøldin herðing á -lið. Hví?
PLAST
Hetta tilfarið, sum á skandinaviskum málum eitur plastik, við herðing á fyrra stavilsi, eru summir føroyingar farnir at kalla "plastikk" við herðing á seinna stavilsi sum eitt nú í orðinum "elastikk". Ikki skuldi verið neyðugt at verið "útlendskari" enn útlendingar í orðaframburði. Valdu vit heldur hin stytta formin plast, sum fleiri longu nýta, sluppu vit frá spurninginum, hvar ið herðingin eigur at liggja, og orðið er smidligt í bending. Tað bendist sum t.d. hvørkikynsorðið kast.
PAPPÍR
Soleiðis eitur hetta tolna evnið á føroyskum - við herðing á fyrra stavilsi, og ikki "papír" við herðing á seinna stavilsi. Í fleirtali er tað óbroytt pappír, sum tað hvørkikynsorð tað er, og ikki "papírir" (við herðing á 2. stavilsi), sum ein fjøld hevur hug at siga.
VØLLUR og VØRÐUR í flt.
Hesi bæði orðini fáa stundum heldur óregluliga bending, serliga í hvør- og hvønnfalli í fleirtali. Viðhvørt síggjast formar sum "vallir" og "-vørðar" (bóka"vørðar"). Røttu fleirtalssniðini eru vøllir og vørðir. "Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja". "Bókavørðir í Føroyum eru limir í Bókavarðafelag Føroya."
BLAND
Ikki er óvanligt, at orðafelli verða blandað, so at ein partur verður tikin úr einum, annar úr øðrum. Sleppur tílíkt mismæli at standa óátalað, er vandi fyri, at onnur hava tað til fyridømis, og tað verður uppaftur fastari í huganum.
Eitt blað skrivaði um onkun, at hann var "dystin lærdur". Hetti er eyðsæð bland av tveimum: listilærdur (ella listum lærdur) og til dystin fús.
Tann, ið ivast, átti at kagað í orðabøkurnar. Tað kundi borið á, at hjálp var at finna har.
"Á VALI"
"Bara ein triðingur av tingmonnunum var á vali", frættist herfyri. Lítið hugaðir fyri politikki, hesir tingmenninir, hugsaði tú. Men so skiltist, at hesir tingmenn stóðu fyri vali. Á donskum eitur tað "at være på valg".
AFTUR VIÐ
"Nakað til kaffið?" spurdi eitt dámligt fólk, ið borðreiddi fyri tær. Tú nenti tær ikki tá at siga, at tað er ikki føroyskt at siga so, men at tað eitur aftur við kaffinum. Nú er tað sagt.