Málslig ráðgeving

Nr. 18, juni 1989, 3. árg.

Nr. 18, juni 1989, 3. árg.

"TAÐ HIMMALSKA FRIÐARTORGIÐ"
Soleiðis vilja flestir tíðindaberar vera við, at hetta nógv umrødda torg í miðjum Beijing (Peking) skal eita á føroyskum. Orðafar hevur ikki fingið uppspurt, hvat Tien-an-men merkir orðarætt (bretska útvarpið BBC nevnir tað altíð soleiðis ótýtt!), men á donskum eitur tað Den himmelske Freds Plads. Eftir hesum er tað at skilja sum 'torg, ið ber navn av himmalskum friði'. Føroyska týðingin skilst ikki øðrvísi enn 'friðartorg, ið er himmalskt'! Hetta er eyðsæð skeivt týtt. Ein hugsandi týðing var "Torg hins himmalska friðar", men tað er ov stívt og tvørligt í munni, ið hvussu er í dagligari talu. So er at royna aðrar leiðir: "Himmalskur friður" kundi eisini itið "himmalfriður". Týðingin "Himmalfriðartorg(ið)" kemur av sær sjálvari. Tykir hetta ov tungt? Ella hava øll vant seg við hina misfataðu týðingina? Ein leiðin var eisini at gera sum BBC og lata vera at týða. Sostatt kundi tað verið nevnt rætt og slætt Tien-an-men-torg(ið).

"SOLIDARITET"
Soleiðis hevur gitna pólska yrkisfelagið itið í fjølmiðlum okkara øll árini, og eingin hevur latið við seg koma við aðrari hugsan. Hetta man vera tikið ósodnað eftir skandinaviskum málum. Tykist vera hvørkikynsorð, men hevur onga ending í hvørjumfalli (t.d. "limur í Solidaritet"). Aftur eitt stig út í endinga- og bendingarloysi! Annars hevur hetta fremmandaorð sum samnavn vanliga verið viðfarið sum kallkynsorð: "solidaritetur". Hvat er at gera? Her eru kostirnir tveir: Annar at týða: Samhald ella Samstøða eru møguleikar, ið kundu komið til tals, ella onkur hevur betri uppskot? Hin er at lata navnið vera ótýtt Solidarnosc, sum tað er á pólskum máli. Tað navn, sum higartil hevur verið nýtt, er ikki nóg gott. Tað hevði verið nógv vert, um tey, sum bera okkum tíðindi, høvdu fleiri við í ráðum, tá ið nýggj hugtøk stingast upp, ið einki føroyskt heiti hava. Hví ikki t.d. heitt á lurtarar og lesarar at koma við uppskotum!

FRAMSØGUMAÐUR - IKKI "ORÐFØRARI"
Fyridømið hevur stórt vald, annaðhvørt tað er til gott ella ilt. Tekur onkur upp ein óvana í málburði og liggur nóg leingi á honum, er skjótt at onnur taka eftir. Í politiskum orðaskifti er sum aðrastaðni vandi fyri, at útlendsk mótaorð gera um seg, um onkur er, ið nýtir tey íðuliga. Tann, sum ein flokkur hevur valt til at vera høvuðsrøðara sín fyri ávísum máli, hevur leingi verið nevndur framsøgumaður floksins í tí máli. Hetta eitur sum kunnugt ordfører á donskum. Men nú tykir sum tingmenn okkara eru fleiri farnir at nevna framsøgumenn "orðførarar"! Eingin orsøk skuldi verið til at leggja gott føroyskt orð burtur og taka upp útlendskt orð í staðin. Helst er hetta gáloysni, men ikki áttu vit at væntað tað av teimum, ið manna løgtingið.

"NOKK"
Útlendingur, sum hevur starvast í Føroyum nøkur ár, segði herfyri, at tað fyrsta hann hevði lært av føroyskum, var hesin setningur: "Tað gongur nokk"! Hetta skuldi vera dømi um, hvussu sinniligt fólk, føroyingar eru. Ikki er løgið, at útlendingurin skuldi halda hetta vera føroyskt, tí ivaleyst munnu nógvir føroyingar lata hetta av munni dag og dagliga. Eisini er hetta niðurlag í væl umtóktum rími, ið javnan er at hoyra í kvøðuljómum. Hetta óføroyska orð verður nýtt bæði sum lýsingarorð í hvørkikyni og sum hjáorð. Sum lýsingarorð kunnu vit seta í staðin: nóg mikið, ivaleyst, ríviligt og óivað mangt annað. "Hann hevur nokk av grind" ® "Hann hevur nóg mikið av (el. ivaleysa nógva) grind". Sum hjáorð kunnu vit í staðin seta eitt nú helst, óivað, ivaleyst o.m.a., ella skriva um við sagnorðinum munna. "Hann er nokk sjúkur" ® "Hann er helst sjúkur" ella "Hann man vera sjúkur".

RØKKA
Hetta sagnorð stýrir hvørjumfalli, t.d. "Hann røkkur hasum ikki", t.e. ið hvussu hann so toyggir seg, fær hann ikki nortið við tað. Ivasamt er, um røkka á føroyskum kann hava somu merking sum náa kann hava, t.e. at koma fram, eitt nú á mál. Tí er setningur sum "Vit hava ikki rokkið málini" illgrunaverdur bæði í bending og merking. Sama merkingarinnihald kundi verið orðað soleiðis: "Vit eru ikki enn komin á mál í øllum", ella: "Enn er langt á mál í summum".

"GOYMA" FYRI KRÓGVA, FJALA, LOYNA, DYLJA o.o.
Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga "goyma", tá ið tey av røttum áttu at valt eitt av hinum orðunum í yvirskriftini.

At goyma er at varðveita, ansa eftir o.tíl. Skeiva nýtslan man vera rættiliga nýkomin. Helst er tað danska orðið gemme, ið hevur volt hesa merkingarbroyting í føroyskum. Men ikki man vera beint at knæseta hana. Setningur sum "Revurin hevði goymt seg aftan fyri trænum" átti ikki at komið fyri í almennum føroyskum fjølmiðli. Nei, hann mundi heldur hava fjalt (el. krógvað) seg aftan fyri træið.

SKEIV ÁHERÐING
Har sum fleiri orð standa saman í føstum orðafelli, ræður um at hava áherðing á rætta orðinum; annars dettur alt sundur og gevur ikki ta sonnu meiningina. At gera seg inn 'á ein er at gera honum ónáðir el.tíl. Áherðingin er av røttum á fyrisetingini á, sum áherðingarmerkið ' vísir. Men ikki er óvanligt - tað hoyrdist fyri stuttum í einum av loftmiðlunum - at leggja áherðingina á inn: "Teir gjørdu seg 'inn á matvøruhandlar." Teimum, sum lesa skulu tíðindi o.a., leggur Orðafar tey ráð at lesa tekstin vandaliga ígjøgnum, áðrenn útvarpað verður, og seta áherðingarmerki á tey orð, sum skulu bera áherðing. Tílík merki koma sum kunnugt ikki fyri í vanligari stavseting, tíverri kanska! Tí er so mikið neyðugari at vera varin um seg og ansa eftir at herða á, har sum eigur.

GRASRÓT
Mál okkara er, eins og onnur mál, í heilum fyri árinum uttaneftir, og nú er tað helst enskt-amerikanskt, sum trokar á. Tað átti at verið so eyðvitað, at vit vóru varin um okkum og ætlaðu um, hvat vit taka upp, og hvat vit lata fara. Sumt í myndamáli er so alment menniskjaligt, at ongar áneyðir eru at meinskast við tað. Tílíkt orð er grasrót (enskt grasroots, lýsingarorð). Tað sipar til vanliga fólkið í landinum, mótsett teimum, ið stýra og ráða. Men verða tílík orð upptikin, er at lata tey fylgja teimum bendingarreglum, ið galda í føroyskum. Nýliga var í tíðindum at frætta um einhvønn "grasrótsfelagsskap". Rót er kvennkynsorð, og er hvørsfalsendingin tí -ar og ikki -s. Tað skuldi tí komið av sær sjálvum, at hetta varð nevnt grasrótarfelagsskapur.

"MEININGSLEYSUR" ® HØPISLEYSUR t.d.
Meining er sum kunnugt sterkt bent kvennkynsorð og fær tí endingina -ar í hvørsfalli eintali. "Hin meiningsleysi deyðin" var heiti á sjónvarpssending, helst "týtt" beint úr donskum "Den meningsløse død". Ikki átti at verið neyðugt at valt formliga rangt orð, tá ið vit eiga føroysk orð, ið siga hitt sama, t.d. høpisleysur, skilaleysur.

KONGS-
Svíakongur var eina ferð í vár bersøgnari um kópaveiði, enn støða hansara loyvdi honum. Ein av tíðindamonnum okkara segði, at hesi "kongaorð" høvdu elvt mikla øsing. Nú var kongurin ein, ið hetta læt av munni. Átti maðurin tá ikki heldur av røttum at sagt kongsorð? Fyrimyndin fyri tí óregluliga sniðinum "konga-" í samansettum orðum man helst vera at finna í donskum konge- (í donskum eru tó stakorð við kongs- sum fyrra liði, t.d. kongstanke). Haðan hava vit helst fingið orð sum "kongadóttir", "kongaríki" í søgum (ævintýrum). Men eldri og upprunaligari fyrimyndir hava vit í orðum sum kongsjørð, kongsbóndi (og tað eitur eisini kongsdóttir, kongsríki). Tí eigur hetta at verða havt í huga, tá ið nýggjar samansetingar verða gjørdar, eins og í nevnda føri.

Tó er rætt at nevna, at mong dømi eru um samansett orð við endingini -a í fyrra liði, tó at skilvísin hevði kravt -s, t.d. fjallatindur, fólkaræði.

DARVA STÝRIR HVØNNFALLI
Ikki er sjáldsamt at hoyra sagt, at onkur/okkurt "darvar einum". Hetta er ikki beint. Darva stýrir hvønnfalli. Tað darvaði hann. Kent er tiltakið: Lundi darvar mannin, t.e. hvør byrði, hvussu lítil hon er, kann vera til ampa í gongu.

METUR, FLT. METRAR
Enn anir sumt eftir frá teirri tíð, tá ið føroyskt var ikki skúlamál í rokning eins og øðrum lærugreinum. Tíðum er at hoyra, at longdarmátsorðið metur verður havt óbroytt í fleirtali (t.d. tveir "metur" í staðin fyri metrar). Hetta man koma av, at danskt meter er óbroytt í fleirtali. Annað er, at fyrr varð roynt at hava eintalssniðið metri í staðin fyri metur, ið nú tykist vera við yvirlutan. Í Roknibók frá 1916 eftir M.A. Jacobsen og Rasmus Rasmussen er orðsniðið metri einaráðandi ("Ein metri (m) verður nýttur til at máta longd við", bls. 5). Hevði tað ikki verið ein roynd at fingið tað aftur í nýtslu?

KVØL
Hetta kvennkynsorð eitur kvalir í hvør- og hvønnf. flt. Hvussu er við framburðinum? Hann átti ikki at volt nakað høvuðbríggj, men kortini eru tey ikki fá, sum hava fyri at siga langt óføroyskt a í hesum orði, sum í donskum kvaler. Rætt er at siga kvalir á sama hátt sum hvalir, flt. av orðinum hvalur.

VØLLUR - FLT. VØLLIR, IKKI "VALLIR"
Orðafar hevur fyrr (Orðafar nr. 2) víst á rætta fleirtalssniðið í hvør- og hvønnfalli, men enn er skeiva bendingin tíðum at síggja og hoyra. Tað rætta er vøllir.

FERÐ í flt.
Tey eru mong, ið av einihvørji ókendari orsøk hava tikið upp tann sið at lata orðið ferð vera óbent í hvønnfalli fleirtali í orðasambondum sum "tvær ferð","fleiri ferð" o.tíl. í staðin fyri tvær ferðir, fleiri ferðir. Hetta man vera rættiliga nýkomið og kann helst ikki enn hava fingið ta hevd, at tað er at rokna sum "loyviligt" undantak frá regluni. Orðafar mælir tí til at siga og skriva tvær ferðir, fleiri ferðir. Tíðindafólki verður serliga mælt til at ansa eftir at hava hetta rætt, eins og alt annað! Tey, sum skriva bløðini og tala í útvarpi og sjónvarpi, ráða fyri, hvørja leið málið fer, so stórt er vald teirra. Ímóti tí man lítið muna tað, sum í skúlunum verður lært.

GLAÐUR UM - IKKI "GLAÐUR FYRI"
Tíðliga og seint hoyrir tú fólk siga seg vera "glað fyri" hetta og hatta. Tað eitur tað ikki á vandaðum føroyskum. Tú ert glaður um eitthvørt. Eisini kanst tú vera glaður uppi yvir einumhvørjum. Men verið ikki "glað fyri" nakað, heldur glað (ella fegin) um eitthvørt!

VERULIGUR, VERULEIKI
Tað eru ikki so fá, ið hava hug at siga og skriva "verunligur" (hjáorð "verunliga") og "verunleiki" í staðin fyri tað, sum omanfyri stendur, ið er tað rætta. Hvaðan hesi óregluligu n eru komin, er ikki gott at siga, men hugsandi er, at tey eru "smittað" frá orðunum ævinligur og ævinleiki (sum eisini hava sniðini æviligur og ævileiki). Men hvussu er og ikki, einastu viðurkendu formarnir eru teir, sum vístir eru í yvirskriftini.

STJÓRN
Hetta sterkt benda kvennkynsorð við merkingini '(ríkis)stýri' stavast sum omanfyri er víst. Tað er ikki verjandi at skriva "stjørn", sum onkur hevur hug til.