Nr. 16, mars 1989, 3. árg.
BÚSTAÐURIN Í HVØRJUMFALLI
Tað ræður ikki sørt av óvissu hjá mongum um, hvussu bústaðurin eigur at verða skrivaður eitt nú uttan á brævi. Ikki er óvanligt at síggja øll føll uttan hvørsfall nýtt á sama lista, har sum fólk úr ymiskum bygdum eru upptald, t.d. Jógvan Ólavsson, Vágur, Guðrun Hanusdóttir, Kollafjørð, Finnur Pætursson, Fuglafirði. Ei undur í, at mong spyrja seg og onnur, hvat nú man vera hitt rætta av hesum trimum. Fyrst er at svara, at tað sjálvsagda í talaðum máli og í samføstum teksti er at nýta fyriseting: í Fuglafirði. Men í meira formligum høpi, eins og uttan á brøvum, í telefonbókum, á vallistum o.s.fr., er siður at seta bústaðarnavnið við ongari fyriseting, annaðhvørt tað er gøtunavn, bygdar- ella býarnavn, oyggjarnavn o.tíl. Í tílíkum føri verður mælt til at hava staðarnavnið í hvørjumfalli, t.d. Bogi Ísaksson, Fuglafirði, Anna Jógvansdóttir, Garðagøtu 5, Vági, Greipur Ívarsson, Skála o.s.fr. Føroyingar eru rættiliga tíðliga farnir at nýta henda hátt. Í Føringatíðindum standa bústaðir oftast við fyriseting í lýsingum, t.d. í Vági, á Skála, men í blaðnum 19. sept. 1895 er kunngjørdur listi yvir tey, ið hava vunnið virðislønir ("heiðursvirði") á ólavsøkuframsýningini. Á tí listanum standa flest bygdarnøvn í hvørjumfalli við ongari fyriseting, t.d. Jens Olsen, Árnafirði. Sama fyribrigdi er í íslendskum. Hugsandi er, at tað er komið av ávirkan frá latíni tíðliga í tíðini.
ÚTLOND
Soleiðis hava føroyingar undir einum sagt um øll lond onnur enn Føroyar. Danir hava um hetta eintalsorðið udlandet. Teir siga i udlandet, vit í útlondum. Men nú eru tey, ið eru farin at siga "í útlandinum" um øll hesi lond. Hetta verður vónandi avafturlagt sum skjótast!
NUUK
Í Orðafari nr. 13 varð heitt á loftmiðlar okkara um at sýna grønlendingum tann sjálvsagda sóma at bera fram navnið á høvuðsstaði teirra so toluliga beint, t.e. við longum u'i, sum hitt tvískrivaða uu so greiniliga gevur ábending um. Men flest halda treiskliga á at siga [nukk]! Tó skal í rættvísinnar navni ein ávísur fáa rós fyri at siga navnið Nuuk, sum tað eigur. Orðafar hevur orð formansins fyri grønlendsku málnevndini, ið var her á landi herfyri, at tað hevur rætt í hesum ráðum!
FARA Á FLOG
Ikki sigst at "lætta" um fugl og flogfar, men heldur fara á flog. Hetta er óneyðuga tikið eftir donskum at lette.
MÁNAÐUR
Nú er aftur bráðneyðugt við einum stuttskeiði í at benda orðið her omanfyri, tí í síðstuni er fleiri ferðir komið fyri, at hetta orð verður skeivt bent, t.d. segði ein "tveir mánaðar" fyri tveir mánaðir. Bendingin er í føllunum fýra og tølunum báðum:
mánaður |
mánað |
mánaði |
mánaðar |
mánaðir |
mánaðir |
mánaðum |
mánaða |
Orð, sum enda við -aður, bendast sum orðið vinur.
TIL FYRIMUNAR
Orðið munur er millum tey kallkynsorð, ið verða soleiðis bend, at í hvørsfalli eintali er endingin -ar og í hvørfalli og hvønnfalli fleirtali -ir. Hetta orð er seinni liður í orðinum fyrimunur. Tó má hvør málsliga tilvitandi føroyingur kunna siga sær sjálvum, at tað er ódømi at siga honum "til fyrimuns" (enntá toygt á u'ið framman fyri hjáljóðabólkin -ns!). Nei, tað rætta gevur seg av sær sjálvum, er vitið heima, og tað er honum til fyrimunar.
HJÚNALAG
Hjún er fleirtalsorð, og tí eitur tað hjúna í hvørsfalli. Tað kemur fyri sum fyrri liður í orðum sum t.d. hjúnalag, hjúnaband, hjúnaskapur. Her skal einki r vera uppií. Tó eru tey ikki fá, ið halda at r eigur at vera við. "Myndir úr einum hjúnarlagi" stóð á sjónvarpsskrá fyri stuttum. Tílíkt sæst eisini ofta í bløðunum. Burtur við r í hesum orðum!!
FRÁ BARNI
Javnan er at hoyra "frá barni av" ella "frá barnsbeini av". Tað verður betri føroyskt, um vit taka og sneiða hetta lítla orðið "av" aftanav. Tað er nóg mikið at siga frá barni ella frá barnsbeini. Eisini t.d. frá vøggustabbanum og frá ungum - heldur einki "av" eigur at verða uppískoytt her, sum mangur hevur hug til.
VAKSIN, IKKI "VOKSIN"
Tátíðar lýsingarháttur av vaksa (ikki "veksa"!) er vaksin og ikki "voksin", sum onkur hevur lyndi til at siga.
NOYÐAST - VERÐA NOYDDUR
"Ein av spælarunum meiddi seg so illa í fótin, at hann varð noyddur at gevast", frættist í ítróttatíðindum í útvarpinum einaferð í fjør. Har átti at verið nýtt miðalsøgn í staðin: "...at hann noyddist at gevast". Tað sum sagt varð, merkir, at teir noyddu hann at gevast, tó at hann treyður vildi. - Men meiddur, sum hann var, noyddist hann at gevast, tó at hann fegin hevði viljað hildið fram. Her er tað aftur danskt, ið býr undir: "...han var nødt til at…".
SUM = SO AT
Løgið málsligt fyribrigdi hevur gjørt vart við seg. Eitt blað visti at siga í desembermánaði í fjør: "Samstundis tømist útvarpið fyri fólk, sum tað nú ikki meira enn anir". Tann, sum ger Orðafar vart við hetta, sigur, at hetta er talað mál í Havn og hjá børnum aðrastaðni, og vísir til songin "Eitt sunnukvøld í plantasjuni": "so kom eg til at bróta eina grein, sum tað runt í plantasjuni hvein". Dømið sýnir, at hetta er ikki nýkomið. Fjølmiðlum verður mælt til at ansa eftir, at hetta breiðir seg ikki.
LÝSINGARORÐ AFTAN Á SEG
"Tey nokta seg sekan", frættist í útvarpstíðindum nú ein dagin. Hetta løgna fyribrigdi er ikki nýkomið. So langt aftur, sum føroyskt mál er til í skrivligum líki, finna vit dømi um hesa óregluligu bending. Tað er í royndum sjáldsamt, at hetta særir ikki málkensluna hjá teimum, ið lata tað av munni ella seta tað á blað. Taka vit lýsingarorðið burturúr fyri seg, skal ikki stórur málfrøðikunnleiki til at staðfesta tað sum bent í kallkyni hvønnfalli eintali. Grundorðið er í hvørkikyni hvørfalli í fleirtali. Hvussu kunnu hesi semjast? Hetta tykir tó so vanligt, at okkurt djúpari man búgva undir. Kortini man tað vera rætt at royna at mæla teimum, ið munnliga ella skrivliga venda sær til almenning, til at sýna hógv. Latið samsvar vera millum afturbenda fornavnið og viðsetta lýsingarorðið. Einfaldast man vera at seta setningin omanfyri í tær støður, ið kunnu koma fyri:
Hann noktar seg sekan. Hon noktar seg seka. Tað noktar seg sekt. Teir nokta seg sekar. Tær nokta seg sekar. Tey nokta seg sek.
ÓFØROYSKT
"Tað vildi kortini verið at farið ov vítt", skuldi nýggi forsætisráðharrin í Suðurafrika siga um tað at geva svørtum valrætt javnbjóðis hvítum. Orðini hvørt sær er lítið at fýlast á, men heildin øll er óføroysk. Óneyðugt er at siga, hvat málið er, ið her hevur trokað tað føroyska av. Tað sær hvørt mansbarn. Skulu vit royna at hampa um setningin, vóru eini ráðini at latið hann ljóða: "Tað mundi kortini verið at farið ov langt".
Ein annar segði dagin eftir: "Teir koma sera væl út av tí"! Av tí høpi, tað var sagt í, skiltist, at teir sótu væl um sátt ella samdust væl. Skulu vit røkja málið til lítar, er ikki bert at hugsa um tey einstøku orðini, men eisini, og tað ikki aftari, um heildina, sum orðini eru lutur í.
Tílík spilla, sum hesir báðir setningarnir eru eyðkend dømi um, er meira sníkjandi og tí verri at verja seg fyri, enn óføroysk stakorð. Tí ræður um at vera á varðhaldi fyri sovorðnum óvandaðum málburði.
AT SKIFTA KLÆÐI
Teir, sum skriva um ítróttir í bløðum okkara, tykjast ikki vita, at tað eitur at skifta klæði á føroyskum og ikki "at klæða seg um". Hetta munnu teir vera sannførdir um, tí tá ið teir skriva um nýggj ítróttahús, hava tey altíð eitt "umklæðingarrúm" ella uppaftur verri: "umklæðingsrúm". Var tað ikki betur valt heldur at nevna hetta skiftingarrúm! Tað skuldi ikki kravt tað høga hugflogið - ella er tað skert av danskari vanahugsan?
SLÍTA UPP - IKKI "SLÍTA NIÐUR"
Fyrr hevur verið sagt um eitt, sum er so illa slitið, at lítil dygd er í tí longur, at tað er uppslitið, men nú hoyrist ikki so sjáldan tikið til, at eitthvørt er "niðurslitið". "Skúlin er "niðurslitin"". "Bildekkini eru "niðurslitin"" o.s.fr. Hetta er komið úr donskum fyri stuttum. Har er tað heldur ikki gamalt, men er komið hagar úr enskum sum so mangt annað hesa tíðina.
UPP AT BLÁSA
Einaferð vóru tríggir stórhvalir innibyrgdir av ísi, og tað vóru stórtíðindi, hvussu roynt varð at fáa teir leysar aftur. Í tí sambandi segði ein tíðindamaður um hvalirnar, at teir komu av og á upp at "anda". Soleiðis siga vit føroyingar ikki, men heldur, at hvalurin kemur upp at blása. Blásturin eitur sprænurin, ið stendur upp í loft, tá ið hann blæsur, og blástrið er holið, sum hann blæsur ígjøgnum.
EINFLOKSSKIPAN
Soleiðis átti sjónvarpsmaðurin at sagt og ikki "einflokkaskipan", sum hann segði. Tá ið flokkurin eftir orðinum at døma er einans, er ikki rætt at seta hann í hvørsfall fleirtali.
LÝGGJUR
Hetta orðið átti at fingið betri sømdir, enn tað fær. Tá ið hitin fer eitt nú úr einum upp í fýra stig, tykir betri at siga, at tað verður lýggjari, enn "heitari", sum nú man vera tað vanligara at hoyra í veðurtíðindum. Ein útvarpsmaður, ið segði lýggjari nú ein dagin, eigur tøkk uppiborna fyri, at hann ger sítt til at varðveita eitt eyðkent brigdi í málinum.
"ÓANSÆÐ" - EINA FERÐ AFTUR
Hetta orðið er málsligt vanigli, sama hvussu ofta tað verður nýtt. Hetta er einki uttan týskættaða danska orðið uanset pjøssað í illan føroyskan búna. Væl bar til at orða hetta uttan at taka til hetta ógvyrði. "Óansæð, hvat støðan er" varð sagt við alt Føroya fólk herfyri. Føroyska orðið sama hevði gjørt somu nyttuna. Gerið okkum øllum føroyingum tann beina at svæva "óansæð" ongantíð ov tíðliga!
"UNDIR"
Hetta lítla orð verður alt ov nógv nýtt eftir útlendskari fyrimynd, har sum onnur fyrisetingarorð hóskaðu betur eftir føroyskum málreglum. Eisini ber til at orða um, tá ið tað kennist stirvið at hava fyriseting.
Nøkur dømi: "Eitt lágtrýst undir menning". Betri: "...í menning". "Eitt partafelag undir stovning". Betri: "…í stovning" ella "...sum er í umbúna at stovna". "Undir vitjan hansara í høvuðsstaðnum". Betri: "Á vitjan hansara…" ella "Meðan hann vitjaði..." Í góðum føroyskum máli verður undir mest bara nýtt sum staðarfyriseting: undir borðinum, upp undir borð, undir heilum o.s.fr.