Íslendskt
Íslendskt
Íslendskt er eitt vesturnorðurlendskt mál, men rættiliga nógv íslendsk orð eru av keltiskum uppruna. Meginparturin av tí forníslendska orðfeinginum og bendingarskipanini er varðveitt í nútíðaríslendskum. Tí liggur rættiliga væl fyri hjá íslendingum at lesa gamlar tekstir, eitt nú íslendingasøgurnar.
Íslendska málið hevur eina serliga søgu og tað gevur atgongd til heilt serligar bókmentir. Íslendskur málpolitikkur er eyðkendur av, at arbeitt verður við at sleppa undan útlendskum lánorðum, í staðin verða íslendsk orð nýtt.
Íslendska málnevndin leggur dent á, at íslendskt mál skal vera málið, sum verður nýtt á øllum økjum í íslendska samfelagnum, hóast enskt verður alt meira ráðandi í altjóða samanhangi.
Leinki
Norðurlandamál við rótum og fótum
http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:700884/FULLTEXT01.pdf