Grønlendskt
Grønlendskt
Grønlendskt er almenna málið í Grønlandi.
Grønlendska málið verður nevnt kalaallit oqaasii ella kalaallisut. Umleið 50.000 fólk tala málið; teirra millum eru eisini tvímælingar, ið hava danskt sum hitt málið. Kalaallisut er í ætt við fleiri onnur eskimoisk mál og er partur av eskaleutisku málættini, har eskimoiskt og aleutisk eru høvuðsgreinarnar.
Í Grønlandi eru trý høvuðsmálføri: Í Aversuaq (Norðurgrønlandi), Tunu (Eysturgrønlandi) og Kitaa (Vesturgrønlandi). Innan fyri nevndu máløki eru fleiri undirmálføri, serliga í Vestur- grønlandi. Frá Upernavik fyri norðan til Umánarssuaq (Hvarvið) fyri sunnan er málsligur ymiskleiki bæði í framburði, orðavali og tónalag, og á ávísum leiðum eru eisini bendingar- og orðalagsfrávik, t.e. at aðrar reglur eru fyri orða- og setningagerð.
Grønlendska sjálvstýrislógin, sum kom í gildi í 2009, setur ikki krøv um frálæru í donskum ella at danskt kann verða nýtt í almennum viðurskiftum. Grønlendska sjálvstýrið veitir almenna kunning á donskum.
(Keldur: http://www.norden.org/da/fakta-om-norden/sprog og Norðurlandamál við rótum og fótum)
Leinki
Norðurlandamál við rótum og fótum
http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:700884/FULLTEXT01.pdf