Málslig ráðgeving

Sámiskt

Sámiskt


Sámiska búøkið, Sápmi, røkkur frá eysturstrondini á Kolahálvoynni, um alt Norðurnoreg, inn í Norðurfinnland og Norðursvøríki suður til Jämtlands og Idre. Í hesum øki verða talað fleiri mál og málføri.

Í Sápmi eru um leið 60.000 sámar. Av teimum búgva uml. 35–40.000 í Noregi, 6000 í Finnlandi, 15–20.000 í Svøríki og 2000 í Russlandi.

Sámiska málið verður vanliga býtt í trý máløki: eystursámiskt, miðsámiskt og suðursámiskt. Vert er at hava í huga, at sámisku málmørkini ganga ikki eftir nøkrum ríkismarki.

Til tey eystursámisku málini hoyra enaresámiskt, sum verður talað í Finnlandi, um Enare leiðina, og skoltsámiskt, sum verður talað í Finnlandi og Russlandi. Onnur mál, sum verða talað á Kolahálvoynni, eru kildinsámiskt, akkalasámiskt og tersámiskt.

Miðsámiskt kunnu vit býta sundur í eitt norðursámiskt og eitt lulesámiskt øki. Upp í norðursámiskt kemur sjósámiskt, sum verður talað á norsku strondini, finnmarkarsámiskt, sum verður talað í Finnmørkini í Noregi (m.a. Guovdageadnu/Kautokaino og Káráˇsjohka/Karasjok) og á marknaleiðum finskumegin (m.a.Ohcejohka/Utsjoki) og eisini tornesámiskt, sum verður talað norðan fyri Jiellevárri/Gällivare í Svøríki og á marknaleiðunum finsku- og norskumegin. Onnur miðsámisk mál eru lulesámiskt, sum verður talað í Jåhkåmåhkke/Jokkmokk í Svøríki og Divtasvuodna/Tysfjord í Noregi umframt arjeplogssámiskt, sum talað verður á arjeplogsleiðini.

Av suðursámiskum er at nevna umesámiskt, sum verður talað í Västerbotten og Jämtlandi.

(Kelda: Norðurlandamál við rótum og fótum)

Leinki

Norðurlandamál við rótum og fótum
http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:700884/FULLTEXT01.pdf

http://www.norden.org/da/fakta-om-norden/sprog