17.12.2008
Jólabræv frá Málnevndini (17.12.2008)
Føroysk tala og teksting í SVF
Týðing er alt meira vorðið eitt fyribrigdi, sum vit møta allastaðni, og sum setur dám á dagin. Tak loftmiðlarnar, sum hvønn dag bera tíðindi úr útheiminum; teir fáa tey frá útlendskum tíðindastovum og týða og umskriva tey skundisliga til føroyskt. Oftast hugsa vit ikki um, at tað er týðing, vit lurta eftir í uttanlandstíðindunum, at teksturin er farin gjøgnum eina umskapan og er blivin til ein nýggjan, føroyskan tekst. Tann støðugi streymurin av uttanlandstíðindum, týddum til føroyskt, ger útheimin til ein part av føroyska málheiminum.
Tey týddu og umskrivaðu uttanlandstíðindini knýta javnt og samt partar av útheiminum at føroyska málheiminum.
Men tá ið um tann sterkasta miðilin, sjónvarpið, ræður – í hesum føri SVF - so er eitt stórt men, hvat viðvíkur týðingarvirksemi: flestar útlendskar sendingar verða ikki týddar, hvørki við talu ella teksti. Danskar sendingar verða sendar ótekstaðar og aðrar sendar við donskum teksti. Tú hoyrir ofta fólk siga, at tey lesa ikki danska tekstin á ensku sendingunum, tey skilja enskt og lurta bara eftir taluni. Granskarar siga tó, at hóast hyggjarin skilur taluna í einum filmi, lesur hann eisini tekstin undir myndini, um hann er á einum máli, hyggjarin hevur hilling á ella áhuga fyri . Tað er eyðvitað góð venjing og styrkir málkunnleikan, tí hyggjarin situr alla tíðina og ber saman tekstin undir myndunum og taluna í filminum. Vanlukkan er bara, at hjá okkum er tað venjing í donskum og enskum, meðan føroyskt verður við sviðusoð. Hvussu aktivt fólk taka ímóti teksti til talu - meira ella minni tilvitað - síggja vit, tá ið tað hendingaferð eru føroyskir tekstir. Tá verður dúgliga tosað um týðingina: um hon er góð, beinrakin, snøgg ella ikki; ofta verður funnist at, og hyggjarin hevur nógv betri uppskot til, hvussu okkurt orð átti at verið týtt, og gloymt verður, at sjónvarpstýðarin er bundin av, at teksturin má ikki fylla meira enn eitt vist, at stundir ikki eru til at bøla oman á hvørjum einstøkum orði, umframt tað, at tað er lættari at sita heima í sofuni og finnast at einstøkum orðum, tá ið ein týðari longu hevur gjørt eina føroyska versjón av tekstheildini, sum tað so ber til at finnast at.
Føroyskur tekstur á øllum útlendskum sendingum í SVF hevði verið ómetaliga stimbrandi fyri snøggan og liðiligan málburð á øllum økjum og hjá øllum bólkum.
Føroysk tala í SVF og føroyskur tekstur, tá ið talan ikki er á føroyskum, er tað einstaka átakið, sum hevði munað mest í starvinum fyri, at føroyskt mál skal halda pláss í dagsins og morgindagsins samfelagi.
Tíðindi siga, at vísindini vinna flestar vansar.
Vísindi
Vísindi er fleirtalsorð. Dømi um fleirtalsorðið vísindi: Málvísindi í 19. øld løgdu dent á upprunan hjá málunum. Málvísindini funnu tá fram til skyldskapin millum øll tey indoevropisku málini. Í 20. øld løgdu málvísindini á annan bógv og fóru at rannsaka mál sum bygnað ella struktur av tilvildarligum teknum, har sínámillum sambandið millum teknini var altumráðandi. Í 21. øldstanda norðurlendsk málvísindi framman fyri nýggjum avbjóðingum.
Eitt annað fleirtalsorð av sama slag er orðið tíðindi: Hesi vóru tíðindini.
Tíðindi siga, at vísindini vinna flestar vansar.
Í sambandi við
Tað er ikki sjáldsamt at síggja og hoyra setningar sum: Tíðindafundur varð hildin í samband við tiltakið. Skipað varð fyri trygdartiltøkum í samband við fundin. Í hesum føri stýrir tilhvørjumfalli, so tað rætta er at siga: Tíðindafundur varð hildin í sambandi við tiltakið. Skipað varð fyri trygdartiltøkum í sambandi við fundin. At tað er hvørjumfall sæst m.a. av, at vit kunnu spyrja: Í hvørjum sambandi varð tíðindafundur hildin? Í hvørjum sambandi varð skipað fyri trygdartiltøkum.
Sandagerði
Navnorðið gerði er hvørkikynsorð og bendist sum kvæði. Tað eitur sostatt gerði í hvør- og hvønnfalli eintali umframt í hvørjumfalli. Tað er tí ikki rætt at siga eitt nú Sandagerð er tætt við ella út í Sandagerð. Tað eigur at vera Sandagerði er tætt við og út í Sandagerði. Tað er ongantíð rætt at siga Sandagerð.
Hesa ferð
Tað er rættiliga vanligt at skriva, og kanska eisini siga, hesu ferð ella hesuferð, men fornavnið hesin eitur hesa í hvønnfalli kvennkyni, og ferð er kvennkynsorð. Vit siga t.d. Eg sá hesa gentuna og Tað var hesa gentuna, eg sá. Somuleiðis skuldu vit sagt Tað var hesa ferð ella hesa ferðina. Mælt verður til at skriva hesa ferð í tveimum, tí tað eru tvey orð.
Hoyringarskriv
Hoyring er kvennkynsorð, og kvennkynsorð enda ikki við -s í hvørsfalli. Tað hevði tí verið rættari at sagt hoyringarskriv enn hoyringsskriv.
Tollaksmessa
23. desember eitur tollaksmessa ella tollaksmessudagur; í Jákupi á Møn stendur
Meya átti henda son
tollaksmessudag,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.
22. desember er tollaksmessuaftan.
Gleðilig jól og eydnuríkt nýggjár!