Málslig ráðgeving

24.11.2008

Bræv frá Málnevndini (24.11.2008)

FC í nøvnum á føroyskum fótbóltsfeløgum
Tað hevur ljóðað, at samansett felag í Suðuroy skal kallast FC Suðuroy, og at felag í Havn skal flyta og skifta navn til FC Hoyvík. Annað felag í Havn hevur eina tíð havt FC Tórshavn sum undirnevni, og tað hevur í hvussu er verið eitt sindur brúkt í Føroyum. Í tí sambandi hevur verið spurt, hvørja støðu Málnevndin hevur til FC í nøvnunum á føroyskum fótbóltsfeløgum.

Málnevndin hevur viðgjørt spurningin, og hon heldur tað vera í lagi, at feløg hava tvey nøvn, eitt føroyskt og eitt útlendskt, vanliga enskt, um ætlanin er at brúka tað útlendska uttanlands, men tá eigur tað føroyska navnið at verða brúkt í Føroyum. FC er stytting av Football Club, sum flest øll ensk fótbóltsfeløg hava sum part av navninum. Seinastu árini hevur tað verið vanligt í Danmark at hava FC sum part av navninum, serliga á samanløgdum feløgum, og tað man vera orsøkin til, at tann siðurin er við at taka seg upp í Føroyum eisini.

Fyri um 100 árum síðan, tá ið fyrstu føroysku fótbóltsfeløgini vórðu stovnað, var tað vanligt í Føroyum, at feløg og fyritøkur høvdu donsk nøvn. Tað kendist tí eisini natúrligt hjá teimum, sum stovnaðu fótbóltsfeløg tá, at geva teimum donsk nøvn. Men so hvørt sum støðan hjá málinum er batnað, eru tey nøvnini føroyskað, og seinni hevur tað kenst føroyingum natúrligt at geva føroyskum feløgum føroysk nøvn. Tað heldur Málnevndin vera vinning fyri føroyskt mál. Tað hevði tí verið harmiligt, um vit 100 ár seinni aftur fóru at geva føroyskum fótbóltsfeløgum útlendsk nøvn.

Minnist til tey føroysku orðini í skundinum
Tað er ikki gott, tá ið kunnleikin í donskum køvir tey føroysku orðini. Tað hendi, tá ið tað stóð í einari í allar aðrar mátar frálíkari køkuuppskrift í einum blað, at vit skuldu "smuldra" gerina í vætuna. Tað eitur at morla.

At hava ræðslu og at ræðast
Herfyri stóð í einum blað um at hava flogræðslu. Føroyskt er sagnorðamál; vit hoyra beinanvegin, at tað ljóðar betur at siga at ræðast at flúgva. Á sama hátt t.d. at ræðast vatn o.a.m. At siga hava + navnorð í slíkum føri er ivaleyst komið úr týskum umvegis danskt, sbr. týskt ich habe Angst.

At endurgeva á øðrum málum
Tað er ikki óvanligt, at vit taka til og endurgeva á øðrum málum, og tað eru ymsar orsøkir til tað; tað kann vera til stuttleika, fyri at geva talu okkara serligan dám, krydda hana, fyri at geva orðum okkara myndugleika, fyri at vísa kunnleika okkara/reypa - og í vísindaligum høpi verða heimildir ofta endurgivnar nágreiniliga á upprunamálinum. Dagligt mál er fult av tiltøkum á donskum, t.d. stik den, mådelig pølse er altid bedst, mennesket spår, men Gud rår o.s.fr., o.s.fr., og nú eisini enskum tiltøkum. Sangleikurin í Norðurlandahúsinum er dømi um, at enskt setur tónan í Føroyum í dag. Sýningin nýtir enska heitið "Hair", hóast tað ikki er sernavn í leikinum, men bara ein almenn ímynd fyri 1960-árini, tá ið ungdómurin helt uppat at klippa sær sum mótmæli móti tí borgaraliga samfelagnum. Á føroyskum kemur enska orðið í bland við hjáorðini her/har, um fólk ikki gera sær ómak við at siga enskt r. Danskar sýningar av sangleikinum hava eisini nýtt enska heitið; ikki so í Íslandi, har leikurin hevur itið "Hárið", síðan hann varð settur upp fyrstu ferð í 1971.

Summi minnast enn, at ommur og abbar teirra tóku til Guds orð á donskum, og orsøkin er eyðvitað, at danskt var kirkjumál her í 400 ár.
Í dag er føroyskt málið hjá almennu stovnunum – kirkju, skúla og tingi. Føroyskt er staðfest sum fulltikið samfelagsberandi mál, og tað er skylda hjá almennum miðlum og politiskum umboðum at vísa og fremja tað í verki. At skorða danskar lógarorðingar sum t.d. væsentlige beskæftigelseshensyn inn í umrøðu í SVF um útlendingamál ber ikki til; tá eitur tað, munandi arbeiðsatlit/atlit at støðuni á arbeiðsmarknaðinum.

Stinkur, minkur, kinkur
Til orðið stinka (tátíð: stinkaði) hava vit navnorðið stinkur. Somuleiðis við t.d. at minka, minkaði, ein minkur, at kinka, kinkaði, ein kinkur. Tað er óheppið, at tað danska stank (da. stinke, tátíð stank, enstank) hevur stundum hoyrst í talumáli og er nú komið inn í eina nýggja barnabók.

Kjakaríið
er dømi um væleydnað føroyskt navn á útvarpstátti. Tað er skemtingarsamt, eyðskilt og grundað á livandi siðvenju.

Har ein lavina er lopin...?
Nei, sjálvandi: har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Bæði skriða og lavina, ið hevur latínskan uppruna, verða ofta nýtt í fluttari merking. Har eru nógvir mátar at orðbera seg alt eftir, hvørjum høpi tað er í: eitt skriðulop/omanlop/lop, ein floymur av mótmælum/góðum tilboðum/nýggjari ávirkan; tá ið skalvurin er farin á glið, skal lítið til, áðrenn hann loypur. Fer kavablakið á rull, so veksur tað skjótto.a.m.

Eysturkommuna
Flestar kommunur í Føroyum verða skrivaðar í tveimum, t.d. Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, men nýggja samanlagda kommunan í Eysturoy, Eysturkommuna, eigur, eins og Eysturoy, at skrivast í einum orði.