Málslig ráðgeving

10.05.2007

Bræv frá Málnevndini (10.05.2007)

Fjølmiðlarnir eru ein høvuðspallur fyri málsligt samskifti í okkara tíð: Útvarpið, sjónvarpið og bløðini mynda ein felags umrøðupall í samfelagnum, og tey evnir, sum har verða umrødd, hava góðan møguleika fyri at fáa ávirkan. Málsliga umber tað seg ikki, at árinið er stórt. Hóast tey málsligu ráðini í hesum málbrævinum umtala dømir úr loftmiðlunum, er ráðgevingin ætlað øðrum eisini.

Regla
Tað lítla orðið regla er líka lætt at benda og úttala sum onnur veik kvennkynsorð, t.d. genta. Tað eitur regla í eintali og reglur, reglurnar í fleirtali. Úttalan er altíð /reggla/, /regglur/.

Vit kunnu býta merkingina hjá orðinum reglu í 3: 1) strika ella linja; dømi: Børnini læra at skriva á reglurnar; 2) tað, ið er skrivað á reglurnar ella á rað yvireftir; dømi: Eg skrivi systur nakrar reglur; 3) áseting, viðtøka; dømi: Vit fylgja reglunum.

Av reglu er lýsingarorðið regluligur avleitt; dømi: Tann regluligi fundurin er útsettur og verður um ein mánað, t.e. fundurin, sum eigur at vera sambært reglunum; regluligur merkir eisini við jøvnum millumbilum; dømi: Hjartaslátturin er regluligur.

Hjáorðið regluliga er eisini avleitt av reglu; dømi: Vit hittast regluliga, t.e. við jøvnum millumbilum.

Tað er óbeint, tá ið sagt verður /reegulin/ er í staðin fyri reglan er; eisini er tað óbeint, tá ið sagt verður sum /reegul/ í staðin fyri (sum) oftast ella vanliga; tað er eisini skeivt at siga Eg kenni /reeglarnar/ í staðin fyri Eg kenni reglurnar.

Sum (nú) er, í løtuni, í hesi løtu, nú, í hesum døgum
Orðini omanfyri eru eitt úrval av teimum tíðarhjáorðum og fyrisetingarliðum, sum verða nýtt, tá ið tað, sum er til umrøðu, skal tíðarfestast til verandi løtu, nú’ið, og avmarkast mótvegis fortíð og framtíð.

Tveir starvsbólkar hava serliga stóran tørv á hesum orðingunum: 1) fjølmiðlafólk, sum jú elta tað nýggja, tað sum er tíðindi - nú’ið; og 2) politikarar, sum hesi somu fjølmiðlafólk hava samrøður við; politikarin skal tá ofta greiða frá og rættvísgera, hví støðan er, sum hon er nú ella í løtuni, samstundis sum hann/hon greiðir frá teimum politisku ætlanunum, ið fara at gera, at støðan fer at batna, vónandi um stutta tíð.

Men í staðin fyri t.d. sum nú er ella í løtuni hoyrist ofta vendingin upp á núverandi tíðspunkt. Mælt verður til ikki at nýta ta nevndu vendingina, men t.d. onkra av teimum omanfyrinevndu orðingunum.

Ja takk, nei takk
Í seinastuni hevur tað stungið seg upp, at fólk hava takkað nei og takkað ja, tá ið okkurt stóð teimum í boði. Henda máliskan, sum nú er komin úr donskum inn í føroyskt, hevur danskt fingið frá svenska grannanum. Tað, sum á svenskum eitur tacka ja, tacka nej, eitur at siga ja takk, nei takk á føroyskum.