Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tað er ein dygd at duga væl at orða seg, og almennir persónar, sum málbera seg væl og fyndugt, áttu at fingið viðurkenning ella virðisløn fyri tað.
Dimmalætting skrivaði herfyri, at løgmaður váttar yvir fyri blaðnum. Hetta er beinleiðis donsk orðing. Nóg mikið er at siga: váttar fyri blaðnum. Í Sosialinum stóð, at tað var um reppið, at partarnir mistu semjuna á gólvið. Eisini donsk orðing: tabe noget på gulvet, í fluttari merking. Her kundi verið sagt, at semjan næstan var gloppin teimum av hondum. Tíðindafólk hava tað ikki lætt, men alneyðugt er við málsligum innliti og vilja.
Eg gleddist um eina yvirskrift í Sosialinum: Tinghúsið til Eysturoyar. Ikki tí, at eg eri eysturoyingur, men tað er góð málnýtsla at lata orðið til stýra hvørsfalli. Vit siga til Suðuroyar, til Sandoyar, til Dímunar o.s.fr. Turið Kjølbro skal eisini hava tøkk fyri orðingina røkka ella støkka fyri ta donsku, sum eg ikki tími at taka upp aftur her.