Veðurlag (Marius Staksberg)
Orðini veður og veðurlag merkja hvørt sítt, hóast samband sjálvandi er ímillum tey. Vit kunnu eitt nú siga: "Veðrið er gott í dag," men tað er lítið skil í at siga: "Veðurlagið er gott í dag." Veðrið er tað, sum er galdandi ta einstøku løtuna ella styttri tíðarskeið, t.e. um tað regnar, kavar, um tað er sólskin o.s.fr. Veðurlagið er hinvegin miðalumstøðurnar í langa tíð. Tað ber tí eisini til at siga, at veðrið var betri ella verri seinastu viku, enn tað er nú, men tað er lítið høpi í at siga tað sama um veðurlagið, tí veðurlagið var tað sama seinastu viku, sum tað er hesa vikuna. Men seinastu tíðina er tað vorðið heilt vanligt í veðurtíðindunum í fjølmiðlunum at tosa og skriva um veðurlagið, tá ið talan í veruleikanum er um veðrið. Hetta er sjálvandi óheppið. Og í grundini er tað kanska eisini eitt sindur løgið, tí tey, sum brúka veðurlag við hesi merking í fjølmiðlunum, gera tað neyvan í vanligari talu.