Vælkomin (Marius Staksberg)
Tað er rættiliga vanligt at hoyra og lesa okkurt sum: Vit bjóða tykkum vælkomin, ella Tey bjóðaðu honum vælkomnan. Men vælkomin eigur at samsvara við tykkum í bending og eigur sum tað at standa í hvørjumfalli heldur enn í hvønnfalli, sum í dømunum omanfyri. Tað átti sostatt at verið: Vit bjóða tykkum vælkomnum, og: Tey bjóðaðu honum vælkomnum.
Venda vit okkum til ein einstkan persón, er munur á, um talan er um mann ella kvinnu. Er tað eitt mannfólk, vit venda okkum til, siga vit: Vit bjóða tær vælkomnum, men er tað eitt konufólk, eitur tað: Vit bjóða tær vælkomnari.