Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Eyðskildur munur skuldi verið á merkingini, um sagt verður "Eg skal stuðla tær sum ein góður politikari" ella "Eg skal stuðla tær sum einum góðum politikara". Í fyrra førinum var tað rímiliga tann, ið soleiðis segði, ið helt seg vera so góðan.
Einaferð bórust tey tíðindi, at kongur tók ímóti ávísum manni sum nýggjur forsætisráðharri. - Her varð sagt, at kongur var nýggjur forsætisráðharri og tók ímóti manninum. Tað mundi ikki vera meiningin, heldur tann, at hann tók ímóti manninum sum nýggjum ráðharra.
Ella hvat halda tit um hesa framsøgnina, sum onkur kona skuldi halda fyri við aðra: "mjólkina kanst tú drekka bæði kókað og ókókað."