Tvinnir (Marius Staksberg)
Við hvørt verður orðið tvinnir brúkt í staðin fyri tvey, kanska tí hildið verður, at tað ljóðar betur. Eitt nú kann verða sagt: Skipið hevur tvinnar manningar í staðin fyri tvær manningar, og: Bókin er í tvinnum pørtum í staðin fyri í tveimum pørtum. Men tvinnir er ikki bert eitt annað orð fyri tveir, tvær ella tvey. Tvinnir brúka vit vanliga bert, tá ið talan er um heildir, t.d. einir skógvar - tvinnir skógvar, einar hosur - tvinnar hosur og eini kort - tvinni kort. Vit kunnu eisini siga tvinni hús, tá ið talan er um sethús, tí í merkingini 'sethús' er hús fleirtalsorð. Munur er sostatt millum tvey kort og tvinni kort; tvinni kort eru tilsamans 104 einstøk kort ella kortabløð, t.e. tá ið jokararnir ikki eru taldir við.
Somu viðurskifti, sum eru galdandi fyri tvinnir, eru eisini galdandi fyri orðið trinnir.