Teldubræv (Marius Staksberg)
Um somu tíð sum vit hava fingið internetið, ella alnetið, hava vit eisini fingið teldupost. Og við telduposti senda vit skrivlig boð til onnur og fáa skrivlig boð frá øðrum á líknandi hátt, sum vit fáa og senda skrivlig boð við "vanligum" posti. Tílík skrivlig boð plaga vit at nevna brøv, tá ið vit senda tey við "vanligum" posti.
Tað einstaka skrivið kalla vit sostatt eitt bræv, meðan vit brúka orðið postur um flutningsskipanina. Men tá ið vit senda somu ella líknandi skriv við telduposti, tykist bland at vera komið í. Tað er ikki óvanligt, at fólk siga okkurt sum: "Eg fekk tveir teldupostar í morgun." Var talan um "vanligan" post, hevði tað ikki borið til á sama hátt at sagt: "Eg fekk tveir postar í morgun," - tá høvdu vit sagt: "Eg fekk tvey brøv í morgun." Tað hevði hóskað betur, um vit høvdu sama skilnað, tá ið talan er um teldupost – t.e. at vit nevna tey einstøku skrivini teldubrøv og flutningsskipanina teldupost.