Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Málsligt samsvar plagar at vera, tað sama hvat merkingin er.
'Ein manning' er eintalsorð, hóast fleiri skulu til at manna hana. So hóast vit siga, sum rætt er, at teir ella tær hava fingið steyp, so eitur tað, at "manningin hevurfingið steyp."
'Føroyar' afturímóti er fleirtalsorð; tí eitur tað ikki, at Føroyar vann, men Føroyar vunnu (tá ið so væl gongur í hond).
Tað skulu tvey til at vera eitt par, men sum par eru tey bara eitt. Tí eitur tað ikki, at "Ungt par ynskja íbúð", men "ungt par ynskir íbúð".
Løgregla er eintalsorð. Tí siga vit ikki, at "Løgreglan hava", men "Løgreglan hevur tikið brotsmenninar (ella hvat tað er, hon hevur gjørt)".