Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Eitt, sum tíðindafólk og politikarar mangan siga, er at taka hædd fyri onkrum: taka hædd fyri prísvøkstri, lønarvøkstri o.s.fr. Her hava vit ta føroysku orðingina at leggja upp fyri. Vit kunnu leggja upp fyri streymin, sum er tann ítøkiliga merkingin, men vit kunnu leggja upp fyri óvæntaðum útreiðslum, ætla í meira lagi. Vit kenna á okkum, at leggja uppfyri er føroyskari, tí tað er sprottið á føroyskum botni, meðan tað fyrra er sprottið á fremmandari jørð. Tað er ikki neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni.