Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Sosialurin skrivaði við stórum tjúkkum stavum á forsíðuni tann 10. desember: DAMP-børn slept á fjall. Orðingin er ikki røtt. Tað rætta er at siga, at børn verða slept upp á fjall. Hetta kann kanska virka sum óneyðugt smáputl, men at sleppa einum á fjall og at sleppa einum upp á fjall merkir ikki tað sama. Sleppa einum upp á fjall merkir at svíkja ein ella ikki veita einum ta neyðugu umsorgan ella sagt um onkran, sum ongan góðan eigur. At sleppa einum á fjall merkir at geva einum loyvi at fara á fjall, so tað er heilt hvør sín merking.