Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
"Komnir úr kirkju verða jólapakkarnir uppbrotnir."
Eg haldi ikki, tílíkt orðalag finst nógv í talaðum máli; har verður heldur sagt í heilum setningum okkurt sum: "Tá ið dreingirnir eru komnir úr kirkju, verða pakkarnir uppbrotnir."
Men í skrift og harvið framman fyri mikrofon er líknandi málburður ikki óvanligur.
Vit taka nøkur einfaldað dømi. Vónandi er ikki neyðugt við viðmerkingum:
"Køld og vát læt mamman - gentuna í heit og turr klæði."
"Uttan at vita av tí var - indrið dottið aftur um kistuna."
"Væl vitandi, at maðurin ikki var at líta á, - fekk hann ikki lumpað okkum."
"Sum rosinan í pylsuendanum skal eg nevna, at ..."
"Trý ára gamal doyði - pápi Napoleon."