Satsa uppá > dúva uppá; innsatsur > avrik (Jógvan í Lon Jacobsen)
Málbitarnir hesa vikuna eru pilkaðir úr bløðunum. Ofta hoyra vit orðingina at satsa upp á okkurt. Serliga nógv verður tað nýtt í ítróttarmáli. Eitt nú tað ella tað liðið satsar upp á útlendskar leikarar. Tá ið hetta verður tikið fram, er tað tí at hetta er ein donsk orðing í føroyskum búna. Tað ber væl til at fáa hetta innihaldið fram við øðrum orðum, t.d.: liðið dúvur upp á útlendskar leikarar ella setur álit sítt á útlendskar leikarar. Og eisini hoyra vit ofta sagt og skrivað eitt nú: hann gjørdi ein góðan innsats. At satsa og innsatsur eru donsk orð í føroyskum hami. Í staðin fyri at siga at hann gjørdi ein góðan innsats ber til at siga: hann royndist væl, hann spældi ein góðan dyst, hann legði nógv fyri, hansara ella teirra partur lá ikki eftir, hann gjørdi eitt megnaravrik o.s.fr.