Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
'Fleiri fólk í húsi' eru eitt 'hýski'.
Men ofta verður tikið soleiðis samanum, at fleiri verða umrødd sum ein bólkur við sama heiti fyri bólkin, sum fyri tey einstøku: allir seyðirnir eru allur seyðurin,øll fólkini eru alt fólkið.
Soleiðis nevndir bólkar eru á allan hátt at rokna sum eintalsorð: Seyðirnir eru, men allur seyðurin er. - Har vóru nógv fólk, sum vóru samankomin; men: har var nógv fólk, sum var samankomið.
Tað er ósambæriligt at siga, at "fólkið vóru samankomin" ella (við einum "sum" ímillum) "fólkið, sum vóru samankomin".