Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Í føroyskum er samsvar millum grundliðin og umsøgnina í tali. Er grundliðurin eintal, má umsøgnin eisini vera eintal, t.d. Hann syngur, og er grundliðurin fleirtal, má umsøgnin vera fleirtal, t.d. Teir syngja. Men við hvørt, tá ið grunliðurin er eitt orð, sum innihaldsliga sipar til fleiri fólk, t.d. tónleikabólkar og ítróttalið, kemur bland í. Eitt nú kann vera sagt: Driv spæla til dans í kvøld. Men Driv er eintal, hóast fleiri tónlekarar eru í bólkinum, og tað rætta er tí: Driv spælir til dans í kvøld. Og tað er tí heldur ikki rætt at siga eitt nú: Liverpool vunnu á Everton, tí sjálvt um fleiri leikarar eru á liðnum, er Liverpool eintal. Tað eigur tí at vera: Liverpool vann á Everton.