Málslig ráðgeving

Svenska Språkrådet

Svenska Språkrådet


Språkrådet,
Alsnögatan 7,
7 tr., S-104 60
Stockholm, Sverige

Postur:
Box 20057,
104 60 Stockholm
www.sprakradet.se

Svenska Språkrådet er almenna málráðið í Svøríki. Høvuðsarbeiðið á Institutet för språk och folkminnen er uttan iva málrøkt, íroknað navna- og málførisrøkt. Serliga deildin á stovninum, Språkrådet, hevur høvuðsábyrgdina av málrøktararbeiðinum og veitir alla kunning um mál.

Språkrådet arbeiðir við fleiri ymiskum økjum. Arbeitt verður við málrøkt í orðavali, mállæru og teknskipan. T.d. verða gjørdir orðalistar, skrivireglur, mállærur og rættstavarar. Haraftrat fer fram málrøkt av fakorðum innan ymisk fakøki.

Eitt annað øki er leikluturin hjá málinum í samfelagnum, sum hann kemur til sjóndar t.d. innan málplanlegging, skipan av fleirmælinum og málslig val í ymsum sambondum. Tað kann snúgva seg um fleiri enn eitt mál.

Talu- og tekstrøkt er málrøkt, sum snýr seg um tekstamynstur og talustøður. Í hesum partinum er m.a. arbeiðið við greiðum myndugleikamáli, kanningar av lesigreidleika og samrøðureglum.

Navnadeildin á stovninum hevur ábyrgd og myndugleika at orða seg í navnaspurningum, t.d. spurningar um nýgerðir av eftirnøvnum umframt at ráðgeva myndugleikum í málum um fólkanøvn.

Í Svøríki eru fleiri svensk minnilutamál, finskt, roma, meänkieli, samiskt, jiddisch og teknmál, og umleið 150 ymisk móðurmál.

Svenska Språkrådet hevur eisini til uppgávu at menna finska málið í Svøríki. Språkrådet ráðgevur í spurningum um finska málið, gevur út máltíðarritið Kieliviesti, ger svensk-finskar orðalistar innan ymisk samfelagsøki, kunnar um leksikon og málrøktartilfar, skipar fyri málrøktartiltøkum og ger tilmæli um, hvussu heiti, ið lýsa svenska samfelagið, skulu týðast til finskt.