Stórir og smáir stavir
Stórir og smáir stavir
Meginreglan er, at sernavn, herundir staðarnavn, verður skrivað við stórum, t.d. Føroyar, Tórshavn, Atlantshavið, Skopunarfjørður, Dalavegur, Tróndargøta. Eisini stytt “nærnavn” verður skrivað við stórum, t.d. Stakkurin (= Tjørnuvíksstakkur), Nesið (= Tinganes).
Í staðarnavni við navnorði og eftirsettum lýsingarorði verður báði navnorð og lýsingarorð skrivað við stórum, t.d. Áin Svarta, Fjallið Mikla, Hellan Bláa, Hesturin Hái, Regnið Bølluta.
Í staðarnavni við navnorði og eftirsettari fyrisetingarheild verður navnorðið og stýringin skrivað við stórum, fyrisetingin við lítlum, t.d. Áin í Rættum, Brekkan á Fjøllum, Gjógvin á Skálanum, Støðulagið undir Hesti.