Málslig ráðgeving

Saman- ella sundurskriving

Saman- ella sundurskriving

Lýsingarorð + navnorð verður skrivað í einum: Lítlavatn, Stóravatn, Heimaralíð, Ytralíð, Eystaravág, Norðastahorn, Hægstafjall, Niðarivegur, tó við hesum undantøkum:

  • a) Lítla Dímun, Stóra Dímun
  • b) Um seinni liður er samansett navn: Heimara Hálsavatn, Norðasti Grønutangi.

Í veganøvnum, har sum forliðurin er tvey nøvn/orð (ella fleiri) ella stytting av slíkum, verður “gøta/vegur” skrivað fyri seg og við lítlum: Jákup Nolsøes gøta, Niels Finsens gøta, V. U. Hammershaimbs gøta, Dr. Jakobsens gøta. Men samanskrivað í: Tróndargøta, Rasmusargøta. Er forliðurin viðurnevni við bindistriku, verður navnið skrivað í einum, t.d. Nólsoyar-Pálsgøta. Tað sama er við eitt nú húsanøvnum sum t.d. Glyvra-Hanusarhús.