Fyriseting og hjáorð
Fyriseting og hjáorð sum partur av navni
Í summum førum kennist fyriseting ella hjáorð sum ein so neyðugur partur av navni, at orðið er tikið við, tá ið navnið er sett á skelti, kort ella í navnalista. Tá verður fyrisetingin/hjáorðið skrivað við stórum, t.d.: Við Áir, Við Sjógv, Undir Gøtueiði, Handan Á, Heiman Gjógv, Heiman Hús, Handan Hús, Eystan Borg, Oman Lon, Uttan Heyga, Vestan Tún, Á Hálsi, Í Trøðum, Millum Brekkur, Millum Líð og Legnhús.
Ofta er staðarnavn sett saman av hjáorði + fyriseting + navnorði, onkuntíð eisini av fyriseting + hjáorði + navnorði. Á skelti, korti ella lista verður tað fyrsta orðið skrivað við stórum, tað annað við lítlum og navnorðið við stórum, t.d.: Inni á Fjørð, Yviri við Strond, Norðuri á Støðli, Yvir í Haga, Úti á Bø, Fyri uttan Hús, Fyri oman Heiðar. Í samanhangandi teksti verður fyriseting og hjáorð tó skrivað við lítlum: hann býr inni á Fjørð og hon yviri við Strond; ærin liggur norðuri á Støðli; tey búgva undir Gøtueiði; tey búgva oman Lon.